týsdagur 19. mars 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Nú komi eg sum ketta úr
høvdatrog, men tað verður
harvið. Alt síðani hon brádliga
og stillisliga fyri síðstu ferð
legði eyguni saman á Norð
oya Røktarheimi 8. mars 2011,
var ætlanin at skriva minn
ingarorð um hana. Tað sum
fyrst kemur í drag kemur
seinni í lag, plagar at verða
tikið til, og soleiðis er tað í
hesum førinum.
At hesi orð verða fest á
blað í dag kemst av, at tað í
dag eru hundrað ár síðani, at
Regina Sóloy í Svínoy varð
fødd. Saman við foreldrunum
var eg fyri fmtan árum síð
ani í 85 ára føðingardegi hjá
henni norðuri á Eiði, har
yngsti sonurin býr. Fyri tíggju
árum síðani heitti hon á meg
um at standa fyri 90 ára
føðingardegnum, sum varð
hildin á Sjómansheiminum
í Klaksvík. Tað var ein stak
hugnalig løta, og tá ið vit
skiltust, helt eg fyri við hana,
at hon skuldi bara ringja aftur
um fimm ár. Tað gjørdi hon,
og 95 ára føðingardagurin
varð hildin í kjallaranum á
Sjómansheiminum, har svín
oyingar og onnur, sum vóru
komin á leiðina hjá Reginu, í
stórum tali møttu at heiðra
hesi merkiskvinnu og fegnast
saman við henni.
Hóast byrurin ikki altíð
hevði verið so blíður, so
frøddist hon um lívið og
takkaði so hjartaliga sínum
kæru og fyrst og fremst sín
um skapara og frelsara fyri
alt tað, sum hon varð signað
við. Tað var bæði lívssælt og
minningarríkt at vera við til.
Tá ið vit skiltust hetta
kvøldið, helt eg við hana, at
hon skuldi bara ringja aftur
um fimm ár, tá ið hundrað
ára føðingardagurin fór at
verða. Hon var við upp á tað,
men helt samstundis fyri,
at hon fór at taka ein dag í
senn.
Týskvøldið 8. mars 2011
legði hon seg á seingina á
Røktarheiminum í Klaksvík,
har hon búði tey síðstu árini.
Í oyrasniglinum lurtaði hon
eftir sendingini Á Torginum
á Rás2. Tá ið tey seinni á
kvøldinum komu inn at biðja
henni góða nátt, var hon flutt
í annað ljós. Harvið verður
eingin 100 ára føðingardagur
í dag, men eg nýti hervið høv
ið at minnast aftur á hesa
merkiskvinnu.
Regina var so lívsglað og
fús. Takksemið fyri lívið og
allar Guds gávur eyðkendu
hana. Uttan á nakran hátt at
seta seg sjálva í miðdepulin,
dugdi hon so væl at skapa
vælveru og trivna kring
seg. Soleiðis var hon altíð.
Eisini tá ið hon var vorðin
elligomul. Tað hoyrdu vit
tann dagin, hon helt 95 ára
føðingardagin. Starvsfólk á
Røktarheiminum og onnur,
sum vóru komin á hennara
leið í Klaksvík, góvu henni
skoðsmálið, hvussu positiv,
uppmuntrandi og kveikjandi
hon var. Ongantíð fjaldi hon
yvir, at keldan til gleðina og
hvíldina var æviga fyrijátt
anin, sum er at finna í Orði
Guds.
Hon tók so ofta til, at hon
mintist so væl 19. mars 1949.
Tann dagin fylti hon 36 ár,
og tað heilt merkisverda við
hesum degnum var, at hetta
var dagurin, tá ið Bíblian
kom út á føroyskum. Hon
virðismetti høgt, at hon
kundi lesa skriftirnar á móð
irmálinum.
Heimið hjá Reginu var á
Fløtti í Svínoy, og har búði
hon alla sína tíð. Foreldrini
vóru
Anna
og
Fríðrikur
Frederiksen. Mamman var av
Norðtoftum, og pápin var av
Fløtti í Svínoy. Tí varð hann
nevndur Fríðrikur á Fløtti.
Edvard í Svínoy skrivar so
vakurt í endurminningum
sínum um, hvussu hann sum
tíggju ára gamal minnist, tá
ið tey bæði, Anna og Fríð
rikur á Fløtti, komu út í
barnaheim hansara úti í Váli
at vitja á heysti í 1913, eftir at
tey 19. mars hetta sama várið
ella í dag fyri hundrað árum
síðani vóru vorðin foreldur:
“Væl dugdi eg at síggja,
hvussu stór frøi teirra var
yvir fyrsta barn teirra, sum
bleiv tað einasta. ..Fríðrikur
og Anna høvdu verið gift í
sjey ár, tá ið tey gjørdust for
eldur”.
Søgan hjá føroyingum
og norðoyingum og ikki
minst svínoyingum telur
mong sorgarbløð um skip
og bátar, ið ikki vunnu upp
aftur land. Kvinnur sótu
einkir og smábørn gjørdust
faðirloysingar. Soleiðis var
tað hjá Annu og Reginu,
sum mistu mann og pápa
13. desember 1913 ella bara
níggju mánaðir eftir, at Re
gina var fødd.
Edvard sigur í sínum
endurminningum, at seks
mannafarið Havgásin hevði
verið á útróðri norðan fyri
Høvdan, og at teir fórust í
fjarðarbroddinum í einum
stak ringum æli í íðuni á
Lundaskor.
Fýra
ungar
kvinnur sótu eftir syndarliga
skaðadagin einkjur í Svínoy,
og níggju smábørn gjørdust
henda dagin faðirleys. Fyri
bygdina var hetta serliga
dyggur smeitur, tí undan jól
um í 1912 fórust fimm ungir
menn í Svínoy á útróðri.
Edvard lýsir soleiðis Re
ginu og mammu hennara:
“Tann kærleika, Anna tá kast
aði yvir dóttur sína, dugir
eingin at skilja. Undir slíkum
umstøðum kann einki menn
iskja troysta, men bert Gud,
sum hevur talað og sagt: Eg
eri Faðir teirra faðirleysu
og verji einkjunnar! Tað
var hetta, Anna leit seg á og
hvíldi í tey 50 árini, hon livdi
eftir hetta – í fastari trúgv á
Harra og Frelsara sín.
Tær vóru báðar raskar,
og tær dugdu væl alt hand
arbeiði, og soleiðis lívbjarg
aðu tær sær, inntil Regina
giftist og tað harvið kom
nýggjur forsyrgjari í húsið.”
Regina giftist í 1934 við
Hendriki Sóloy. Hann var
ættaður Frammi úr Smið í
Árnafirði. Hendrik doyði í
1981. Hann var útróðrarmaður
og skipsmaður. Tey bæði
giftust inn á Fløtti, og tey
fingu fýra børn: Fróði, Ás
mundur, Anna og Høgni,
sum Gina hevur oyst tann
kærleika og ta umsorgan
yvir, ið hon hevði fingið frá
mammu síni.
Fróði og Anna búgva í
Klaksvík, og Høgni býr á Eiði.
Ásmundur búði í Esbjerg og
seinni í Keypmannahavn.
Tað var ein dyggur smeitur
fyri Ginu, tá ið hann doyði av
herviligari sjúku fyri nítjan
árum síðani. Ásmundur er
grivin í Svínoy.
Regina
var
skyldkona
okkara. Pápi hennara og
langomma mín í Heimistovu,
Anna Oliva, vóru systkin. Hon
var gumma mammu mína,
og tað var tætt og hjartaligt
samband teirra millum. Tær
báðar møðgurnar, Anna og
Regina, búðu einsamallar,
inntil Hendrik og Gina gift
ust í 1934. Mamma sigur, at
hon minnist so gott aftur
á løturnar, tá ið hon sum
smágenta plagdi at vitja inn
á Fløtti og á beinkinum í
køkinum spældi við koppa
stellið, sum Regina hevði
fingið sum smágenta og ival
eyst goymdi til dóttrina, sum
hon vónaði fór at koma, og
sum hon seinni fekk og kall
aði upp eftir mammuni.
Inniliga sambandið helt
alla tíðina. Regina vitjaði
inni hjá okkum, tá ið hon var
í Klaksvík, og vit vitjaðu inn
á gólvið hjá henni á Fløtti.
Hóast hon ikki hevði lært og
lisið á skúlum og stovnum,
so hoyrdist, at hon var
gløgg og vitug. Lívsins skúli
hevði lært hana og fyrst og
fremst myndað hana til ta
kvinnu, sum hon var. Hon
var meistari í práti at siga frá
tí, sum hon hevði upplivað
og hoyrt í sínum langa lívi.
Hon elskaði lívið. Sjálvandi
stóðu hennara kæru henni
næst, men tað var hugaligt
at síggja, hvussu hon eisini
fevndi Svínoy og allar svín
oyingar og so mong onnur.
Eg eri fegin um, at eg
lærdi Reginu Sóloy at kenna.
Á hundrað ára føðingardegi
hennara, heilsi eg øllum tykk
um, sum stóðu henni nær, og
vit fegnast um, at hon eftir
eitt langt og hendingarríkt
lív 8. mars 2011 – nakrar fáar
dagar áðrenn 98 ára føðinga
rdagin - flutti í teir ævigu
bústaðir.
Ærað verið minnið um
Reginu Sóloy á Fløtti í Svín
oy!
Toftir 19. mars 2013
Jóannes Hansen
Reginu Sóloy til minnis
19. mars 1913 – 8. mars 2011