Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping 710 milliónir sekund síðani Torkil skoraði í Landskrona So langt síðani hendi bragdi í Landskrona. Tað eru 22 ár, seks mánaðir og níggju dagar síðani Torkil Nielsen sendi sjokkbylgir kring allan fótbóltsheimin. Tíðin í døgum: 8.226 dagar Tíðin í vikum: 1.175 vikur Tíðin í tímum: 197 túsund tímar Tíðin í minuttum: 11,8 milliónir minuttum Tíðin í sekundum: 710 milliónir sekund eysturríki - Føroyar fríggjadagin 22. mars 2013 eysturríki fakta So stendur Eysturríki aftur á skránni Hópurin hjá Eysturríki Málverjar: Robert Almer (Dusseldorf) Lukas Koenigshofer (Rapid Wien) Heinz Lindner (Austria Wien) Verjuspælarar: Aleksandar Dragovic (Basel) Christian Fuchs (Schalke 04) Gyoergy Garics (Bologna) Florian Klein (Salzburg) Emanuel Pogatetz (West Ham) Sebastian Proedl (Werder Bremen) Franz Schiemer (Salzburg) Markus Suttner (Austria Wien) Miðvallarar: David Alaba (FC Bayern) Marko Arnautovic (Werder Bremen) Julian Baumgartlinger (Mainz) Martin Harnik (VfB Stuttgart) Andreas Ivanschitz (Mainz) Jakob Jantscher (Dynamo Moskva) Zlatko Junuzovic (Werder Bremen) Veli Kavlak (Besiktas) Christoph Leitgeb (Salzburg) Áleyparar: Philipp Hosiner (Austria Wien) Marc Janko (Trabzonspor) Andreas Weimann (Aston Villa) Tað eru yvir 22 ár síðani, at Torkil Nielsen, Jens Martin Kundsen og hinar kempurnar á føroyska landsliðnum framdu helst størsta bragdið í fótbóltssøguni, tá Føroyar vunnu í sínum fyrsta altjóða landsdysti móti yrkisspælarunum úr Eysturríki Tróndur Arge Eysturríki var bara eitt land sum øll hini. Vit høvdu sum so ikki nakað serligt til­ knýti til hetta landið mitt í Evropa, sum hevur mark til Italia, Sveis, Týskland, Tjekka, Slovakia, Ungarn og Slovenia. Men við eitt gjørdist Eystur­ríki til eitt land, sum vit fingu eitt heilt serligt tilknýti til. Dysturin í Landskrona prógvaði, at tað var rætt at fara upp í altjóða fótbólt, og at vit kundu standa okkum mill­um yrkisspælarnar úti í heimi. Í Eysturríki er dysturin móti Føroyum størsta skomm­ in, sum hevur rakt landsliðið. Teir vóru júst komnir frá HM endaspælinum í Italia í 1990. Við Andreas Herzog og Toni Polster á odda, so var tað bara ein spurningur um hvussu nógv teir skuldu vinna. Tað endaði við einum 1-0 sigri til Føroyar. 12. septembur 1990 broytti føroyskan fótbólt. Tvey tap og ein javnleikur Síðani minniliga mikukvøldið í Landskrona hava Føroyar og Eysturrík spælt tríggjar landsdystir. Í mei mánaði í 1991 stóð returdysturin í EM undankappingin á skránni. Hesa ferð vóru Eysturríkar til reiðar og vunnu 3-0. Heimo Pfeiffenberger, Michael Streiter og Arnold Wetl skoraðu málini. Síðani gingu fleiri ár til liðini hittust aftur. Til HM 2010 undan­kapp­ ingina vóru Føroyar aftur í bólki við Eysturríki. Før­ oyska landsliðið hevði eitt av slakastu tíðarskeiðunum, men 11. oktober á Tórsvølli bar til. Bogi Løkin, sonur Ábrham Løkin, sum var á vøllinum í Landskrona, legði Føroyar á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Eysturríki javn­aði umgangandi, men megn­aði ikki at knekka før­ oyska liðið, sum fekk ein flott­an javnleik. Árið eftir í Eysturríki var nógv gjørt burturúr søguliga saman­hanginum millum lond­ini. Eysturríki vann 3-1. Før­oyska málið skoraði Andreas Lava Olsen. Ikki tær bestu fortreytirnar Føroyska landsliðið hevur ikki tær bestu fortreytirnar fyri at røkka einum góð­um úrslitið í Eysturríki fríggja­ kvøldið. Føroyska lands­ kapp­ingini er júst byrja og okkara spælarar eru ikki í dystarvenjing enn. Meðan kappingarnar kring Evropa hava verið í gongd at kalla allar vetrarmánaðirnar, so hevur føroyska landsliðið havt tvær landsliðsvenjingar um viku á Tórsvølli. Teir flestu av okkara útisetum hava ikki fast pláss og Gunnar Nielsen er uttan felag. Fortreytirnar í 1990 boðaðu heldur ikki frá góð­ um, men líka løgdu okkara í tað. Tað má eitt líknandi avrik til, um okkara skulu fáa nakað við heim úr Eystur­ ríki. Tað ber til og tað kunnu vit prógva. Men tora vit at trúgva upp á tað? trondur@sosialurin.fo David Alaba er ein av størstu stjørnunum Fólkatal: 8,4 milliónir Høvðusstaður: Wien Mál: Týskt Stødd: 83 túsund km2 Valuta: Evra Forseti: Heinz Fischer Landakoda: +43 Internetkoda: .at