týsdagur 19. mars 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 20. mars 2013 · Nr. 33
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping
ítróttur
Flest dystir hjá eysturríki:
1 Andreas Herzog
1988-2003 103
2 Anton Polster
1982-2000
95
3 Gerhard Hanappi 1948-1964
93
4 Karl Koller
1952-1965
86
Toppskjúttar hjá eysturríki:
1 Anton Polster
1982–2000
44
2 Johann Krankl
1973–1985
34
3 Johann Horvath
1924–1934
29
4 Erich Hof
1957–1968
28
ernst happel stadion wien
Hvør er Ernst Happel?
Tróndur Arge
Landsdysturin verður spæld
ur á Ernst-Happel-Stadium,
sum liggur í Wien. Leikvøll
urin varð bygdur í 1929 og
umbygdur í 1986. Í 1992 varð
leikvøllurin uppkallaður eftir
legendariska
venjaranum,
Ernst Happel. Finalan í EM
endaspælinum í 2008 millum
Týskland og Spania varð
spæla á sama leikvøllinum.
Tað er pláss fyri beint
yvir 50.000 áskoðarum til
fótbóltsdystir, meðan tað til
konsertir kunnu verða heili
næstan 70.000 áhoyrarar.
Ernst Happel Stadium
hevur hýst fleiri stórum dyst
um gjøgnum tíðina. Millum
teirra eru:
EM finalan 2008:
Spania – Týskland 1-0
Ch. League finalan 1995:
Ajax – Milan 1-0
UEFA Cup finalan 1994:
Inter – Austria Salzburg 1-0
Ch. League finalan 1990:
Milan – Benfica 1-0
Ch. League finalan 1987:
Porto Bayern Munchen 2-1
Cup Win. Cup finalan 1970:
Man. City – G. Zabrze 2-1
Ch. League finalan 1964:
Inter – Real Madrid 3-1
Millum tey, ið hava havt
konsert á Ernst Happel
leikvøllinum eru:
Madonna, Michael Jackson,
AC/DC, Bon Jovi, David
Bowie, The Cult, Lupe
Fiasco, Guns N' Roses, The
Magic Numbers, Metallica,
N.E.R.D, Pink Floyd, Robert
Plant, The Rolling Stones,
Suicidal Tendencies, The
Three Tenors, The Thrills,
Tina Turner, U2, Kanye West,
Robbie Williams og Enrique
Iglesias og Bruce Springsteen
& The E Street Band
Her spæla vit
»Dreingir, tvey stig!«
Ernst Happel Stadium:
Áskoðarapláss: 50.000
Áskoðaramet: 90.726
(Til landsdyst millum Eysturríki og Spania í 1960)
Stødd á vøllinum: 105 x 68 metrar
Tikið í brúk: 11. july 1931
Umbygt: 1986
Eigari: Wien
Arkitektur: Otto Ernst Schweizer
Heimvøllur hjá:
Austria Vienna, Rapid Vienna og Eysturríska landsliðnum
Hópurin hjá Føroyum
Málverjar:
Gunnar Nielsen
Kristian Joensen (NSÍ)
Teitur M. Gestsson (HB)
Verjuspælarar:
Rógvi Baldvinsson (Bryne BK)
Odmar Færø (Forfar Ath)
Atli Gregersen (Víkingur)
Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)
Jónas Tór Næs (Valur)
Viljormur Davidsen (Jerv)
Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen (HB)
Pætur Dam Jacobsen (EB/Streymur)
Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)
Hjalgrím Elttør (KÍ)
Daniel Udsen (Herlev IF)
Christian Lamhauge Holst (Silkeborg IF)
Hallur Hansson (AaB Ålborg)
Áleyparar:
Símun Samuelsen (HB)
Arnbjørn Hansen (EB/Streymur)
Jóan Símun Edmundsson (Viking Stavanger)
Bæði Andreas Herzog og
Anton Polster vóru við móti
Føroyum í Landskrona
Ernst Franz Hermann Happel
var ein maður av fáum orðum,
men hann visti havt hann vildi
hava frá sínum spælarum.
Hann er í dag nærmast
halgimenni í eysturrískum
fótbólti. Hann spældi yvir
hálvt hundrað landsdystir
fyri Eysturríki og umboðaði
Rapid Wien tað mesta av síni
yrkisleið sum fótbóltsspælari.
Hann vann meistaraheitið
ikki færri enn seks ferðir.
Tað var serliga sum venjari,
at Ernst Happel gjørdist kendur
kring allan fótbóltsheimin. Hann
megnaði at vinna meistaraheitið
í fýra ymiskum londum, vann
Champions League tvær ferðir
og gjørdist nummar tvey í
HM endaspælinum í 1978
sum venjari hjá Hollandi.
Hann er ein av bara trimum
venjarum, sum hevur vunnið
Champions League við tveimum
ymsikum feløgum. Hann vann
tey við hollendska Feyenoord
og týska Hamburg. Hinir báðir
eru Ottmar Hitzfeld og José
Mourinho, sum vunnu Champions
league við ávíkavist Borussia
Dortmund og Bayern Munchen,
og FC Porto og Inter Milan.
Ernst Happel doyði í
1992 sum 66 ára gamal.
Tá bleiv leikvøllurin í Wien
uppkallaður eftir honum –
Ernst Happel Stadion.
trondur@sosialurin.fo
Yrkisleið sum spælari:
1942-54 Rapid Wien
177 dystir/8 mál
1955-56 RC Paris 42/9
1956-59 R. Wien 63/17
Samanlagt: 282/34
Landsliðið:
1947-58 Eysturríki 51/5
Yrkisleið sum venjari:
1962-68 ADO Den Haag
1968-73 Feyenoord
1973
Sevilla
1975-78 Club Brugge
1978
Holland
1979
Harelbeke
1979-81 Standard Liège
1981-87 Hamburger SV
1987-91 FC Tirol
1991-92 Eysturríki
Ernst Happel