Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í lesarabrævi ger Heri Mohr, fyrrverandi stjóri á Taks vart við, hvussu trupult og hættisligt tað er at koma inn og fara út av deildini hjá Taks á Hálsi í Havn. Vandi er fyri at detta um jarn­gáttina undir úthurðini. Hálv­myrkt er í gongini, og fólk skulu upp gjøgnum eina vinultrappu við ongum ge­ lend­ara. Trapputrinini eru ikki frá­merkt, og trinini renna út í eitt - Gud náði tann, ið traðkar skeivt, missur fótafestið og bolt­ar í steintrappuni. Hon er ein deyðsfella, skrivar Heri Mohr, sum eisini nevnir, at av­lam­in als ikki sleppa inn á hend­an stovnin. Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks tekur undir við Hera Mohr, at umstøðurnar eru alt annað enn góðar, men við­skifta­fólkini hava gott í væntu. - Í sambandi við at vit stong­du nakrar deildir, hava vit uppraðfest deildina á Hál­si í Havn, sigur Eyðun Mørk­øre. Henda deildin verður tann einasta, sum fer at hava op­ið. Hetta merkir, at deildin verður umbygd. Eitt nú skal deil­din hava nýggja úthurð, og likamliga brekað og fólk í koyristóli fáa atgongd. Rúm er ikki til at gera veru­liga lyftu, men tað verð­ ur ein onnur loysn við einum øðr­um slag av lyftu, sum fer spaku­liga upp og niður, sigur Eyðun Mørkøre. Deildin verður meira opin og ljós. - Tað er heilt vist, at deild­ in skal gerast meira brúkara­ vin­ar­lig, sigur Eyðun Mørk­ øre. Randi Jacobsen Týsdagin skifti stál­línu­skip­ ið Hoyvíkingur eigara. Seinastu árini hava Marn­er Lisberg og aðrir á Tvør­oyri átt skipið, sum Hans Jacob Vitalis, Símun Michael Zacharias­ sen og Petur Gilbert Gul­l- ak­sen nú hava keypt. Símun Michael Zach-a­ rias­sen sigur, at teir vis­tu, hvussu illa gekk hjá undan­ far­nu eigarunum at reka skip­ið, sum fyri tað nógva hev­ur ligið, tí tað gekk so illa at fáa fólk. Skipið sum nýtt Teir so at spyrja, og teir fingu eitt sera gott tilboð, sig­ur Símun Michael Zac­h­ ari­assen, sum ikki leggur í at siga, hvat skipið kostaði. Hoyvíkingur varð smíð­ að­ur í 1960, men hann er sum nýggjur, tí hann varð um­bygdur í 2006, og bara kjøl­urin er eftir av upp­runa­ liga skipinum. Skipið skal nú siglast til Vágs, har tað skal takast upp, og antin í næstu viku ella beint eftir páskir fara teir suður eftir skipinum. Teir tríggir hava áður átt skip saman, Froya. - Vit hava ongantíð havt trupult við at fáa fólk, sigur Sím­un Michael Zach­ari­as­ sen. Væntandi fer Pison í drift eina viku eftir páskir, á ísfisk undir Føroyum. Skipið hevur eisini eitt lít­ið íslandsloyvi. Teir hava avtalað, at Pet­ ur Gil­bert Gullak­sen verð­ ur skip­ari, Sím­un Micha­el Zach­ar­ias­sen stýri­mað­u­r, og Hans Jacob Vi­tal­is stýri­ mað­ur. Fjúrtan menn verða við skipi­num. Taks-deildin verður lættari at koma til Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks skilir væl atfinningarnar um vánaligu atkomumøguleikarnar til Taks á Hálsi í Havn, men móti sumri fer umbyggingin í gongd Hoyvíkingur skal eita Pison Hans Jacob Vitalis, Símun Michael Zachariassen og Petur Gilbert Gullaksen hava keypt stállínuskipið Hoyvíking, sum fær navnið Pison við heimstaði í Klaksvík Nýggju eigararnir hava fingið loyvi at brúka navnið Pison Eyðun Mørkøre er samdur í, at atkomumøguleikarnir til Taks á Hálsi eru alt annað enn góðar