Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er valla nakar almennur stovnur, ið hevur størri við­ bera­fløtu enn TAKS. Alt Før­oya fólk er onkursvegna bund­ið av og skrásett hjá TAKS. Í Havn heldur TAKS til á Smyrilsvegi 7. Øll, ið hava verið á Smyr­ ilsvegi 7, vita, hvussu trupult og hættisligt tað er at fara inn og út á hesum almenna stovni: Vit mugu ansa eftir ikki at detta um eina jarngátt und­ ir úthurðini. Komin inn um ganga vit í einari hálv­myrk­ ari korridor við múr­steins­ gólvi, áðrenn vit koma til eina vinkul­trappu eisini úr steini. Trappa­n endar í einari for­høll (vestibulu) við nøkr­ um hurðum, ein av teim­um gongur inn til sjálvan stovnin. Hon (trappan) hev­ur træverju á báðum síðum óivað ætlað fólkið at styðja seg til. Trupulleikin er bara tann, at træverjurnar – breið brettir upp og niður – kunnu als ikki nýtast til tað ætlaða enda­ málið. Verjan er ikki gelendari i vanligum týdningi. Tá ið ørindini inni á stovn­ inum eru liðug – útgongdin er tann sama sum inngongdin – kemur tað, sum er verri enn alt: eingin av teimum mongu trapputrinunum eru frá­merkt, trinini renna út í eitt, og sum sagt eingin gelendari at halda seg í. Gud náði tann, ið traðkar skeivt, missur fótafestið og boltar í stein­trappuni. Hon er ein deyðsfella. Undir verandi umstøðum eiga eldri fólk og serliga tey, ið eru tung upp á sporið, at geva hesum gætur, tá ið tey hava ørindi á TAKS, Smyrilsvegur 7. Tað er tó ikki neyðugt at ávara tey avlamnu, tí hesi sleppa als ikki á stovnin – utt­ an at verða borin inn og út. Fyri nøkrum døgum síðani var ein av teimum dámligu dam­unum, ið starvast á stovn­inum, so fitt at geva hon­um, ið skrivar hesi fáu orð, eina hjálpandi hond á trapp­uni á veg niður og út. Takk fyri tað. At umhvørvið – gólv, korri­ dor, trappa, veggir, vestibula – er klivakent kalt og sálarleyst, er ein heilt onnur søga. Sunnudagin er pálmasunudagur. Dagurin, tá Meistarin sjálvur valdi sær eitt ásin at ríða á inn í tann Heilaga staðin. Dagurin tá, fólk fagnaðu honum við pálmagreinum. Nakrar dagar seinni vendi fólkahýrurin. Pálmgreinarnar sveiggjaðu aðrar vegir, og tummlarnir, ið einaferð vendu upp, vendu niður. Meiningar, hugburður og áskoðanir kunnu skifta. Tað er náttúran í fólkaræðinum. Men tað er eisini týdningarmikið fyri fólkaræðið, at vit hava nakrar mekanismur, ið minna okkum á, at tað ikki skal vera ”gadens parlament”, ið tekur allar avgerðirnar. Har krevjast upplýsing, hóvsemi – og viðhvørt sakkunnleiki. Sigst, at tað ongantíð hevur verið so nógv brúk fyri útbúnum fólki sum í okkara tíð. Kortini verður tað eitt nú í hesum døgum kjakast um, um okkara prestar í fólkakirkjuni, skulu vera stinnir í latíni, sum meginparturin av trúarlæru kirkjunnar upprunaliga er skrivaður á? Tað er ongantíð gott at lækka útbúgvingarkrøvini, og neyvan hevði nakar skotið upp, at strika frálæruna í anatomi hjá læknum ella kynstrið hjá skiparum og pilotum at lesa landkort. Eitt upplýst fólkaræði eigur ikki at leypa yvir um, har garðurin er lægstur, men heldur at syrgja fyri, at upplýsing ikki er bara nakað, ið vit bara seta í samband við við okkara loftslampur í stovuni. Spurningar um okkara kjølfesti sum mentað tjóð við almennum dannilsi eiga ongantíð at vera so ótrygg, at tey sveiggja sum pálmagreinar í vindinum. Eitt annað dømi um, hvussu vit kunnu vera mint á, at kjarnuvirðini í einum samfelag altíð eiga at vera, at eitt samfelag er gott, um tey veikastu hava tað gott. Ikki hvussu nógv tey vælbjargaðu fáa í lætta her og har. Eftir at hin eyðmjúki Frans fyrsti, pávi, hevur tikið við, eru skemtitekningarnar longu farnar at floyma út á netið. Á tekningunum verður hann spurdur, hví hann hevur ein metalkross, og ikki ein gullkross. Hví hann koyrir í bussi og ikki í limousinu? Og hví hann rindar sína hotellrokning sjálvur? Og í somu tekningunum svarar hann undrandi, at hann helt, at undangongumaðurin var ein fátækur fiskimaður úr Galileu og ikki tann rómverski keisarin. Eyðmjúkleiki og tilvitan um okkara medmenniskju eru kanska við at koma aftur á dagsskránna, nú sjálvur pávin í Rom sendir slík signal. Hoyrdi frá einum vágbingi, at katolikkarnir eru glaðir fyri, at eingin tvørámaður bleiv pávi, tí so varð ein frystigoymsla uttan iva bygd framman fyri Pæturskirkjuni. Men gamlar dygdir – tað at kenna sínar røtur og samstundis fjálga um sína samtíð – eiga ikki at vera sum pálmatrøini, ið gaman í kunnu vera vøkur og fagnandi, men sum frálíður kunnu vera sum sevleggir, ið sveiggja higar og hagar í kaldliga vindinum. Dymbildagavikan nærkast, og vit leggja niður verðsligt sinni. Hetta eigur heldur ikki at vikast og sveiggja í várliga lotinum. Gleðiligar páskir! Theodor Eli Dam Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Gyltu pálmarnir HERI MOHR kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Hættislig inn- og uppgongd Landið missir øgilig virði. Hetta er grundgevingin fyri, at allar Føroyar eru øst­ ar upp at spruttkóka um eitt sera løgið lógaruppskot. Fiskavirki var bygt á Tvør­ oyri seinasta summar. Virkið hevur stóra framleiðsluorku, og nú er ætlanin at byggja stóra frystigoymslu aft­ur­ at, og tað skal gerast í brá­ skundi. Málið hevur ongan skund – tvørturímóti. Í Vági standa tvær frystigoymslur klárar. Gamaní kemur eyka flutn­ ingskostnaður uppí; men málið hevur ikki brá­skund. Landið missir einki um hóv­ liga verður farið fram. Feilurin er, at málið varð skundað ígjøgnum, uttan at byggiloyvi var í ordan. – Tingið skal nú gera lógarbrot lógligt. Løgfrøðingar hava víst á, at lógin skal hjálpa einum ávísum virki úr íkomnari støðu, og at rættartrygdin hjá borgaranum verður skerd ógvusliga. Slík lóg verð­ur í Danmark mett grund­lógar­ brot og hevði verið avtikin. Seinasta fríggjadag kom málið í tingið. Løgmaður grundgav nú við arbeiðsplássum á Tvør­ oyri. At øgilig virði fóru fyri skeyti vóru dottin burtur. Hann helt fast við, at lógin hevði einki við rættartrygd at gera. Við 21 atkvøðum fyri var lógaruppskotið gjørt til lóg. Málið hevur framvegis ongan bráskund, men nú ljóðar, at Tvøroyrar Bý­ráð í skundi skal broyta byggi­sam­ tyktina, so økið verður ídn­ aðar­øki. – Har mátti onkur bremsa verið á. Gamla, prýðiliga og søgu­ ríka handilsøkið er beint oman fyri virkið. Har er ynski sett fram um rúmari friðing av økinum. Virðiligasta loysnin má vera at flyta virkið á eitt rúmligari og betri hóskandi stað heldur enn at kroysta meir og meir frammanfyri søguliga gamla handilsøkið. Býráðið á Tvøroyri kann bøta um umdømið við at koma við eini virðiligari loysn. Tað skal sterkari lútur at vaska skommina av løg­ manni, landsstýri og ting­ fólk­unum sum uttan hald­ góða grundgeving hava við­tikið eina lóg, sum skerjir rætt­ar­trygd­ina ógvus­liga, og í síðsta enda má roknast at vera ólóg­lig. ÓLI MIKKELSEN lækni Landið missir ongar pengar