Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 "Vit mugu tryggja okkara vinnu stabilar karmar í ES-høpi". Soleiðis endaði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, eina sera hugvekjandi framløgu í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Hetta var á tiltak­ inum um Føroyar og ES, sum Javn­aðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri. Hóast hann orðaði seg diplo­ matiskt, so var boðskapurin frá Bergi ikki at fara skeivur av: Tilvera Føroya uttan fyri ES er ikki bara avmarkandi - hon er beinleiðis hættislig. Ótrygt grundarlag Bergur Poulsen greiddi í framløgu síni frá, at ES er nógv størsti marknaður Føroya. Yvir 80% føroyska botnfiskinum verður seldur til ES. Umleið 50% av tí pelagiska fiskinum og alifiskinum fer á sama marknað. Og í virði er ES-marknaðurin enn størri, tí har fæst sera góður prísur. Men samstundis sum føroyski búskapurin er púra treytaður av sølu til henda marknað, so eru vit ikki - sum kappingarneytarnir - partur av marknaðinum. Vit standa uttanfyri, og vit liva í kon­stantum vanda fyri at missa atgongdina. Og tað kann henda frá degi til dags! Tað kann henda, tí ákærur um dumping verða reistar móti føroyskari alivinnu. Tað er hent áður - og prísurin var øgiligur. M.a. fór føroyska sílaalingin fyri bakka orsaka av hesum. Ákærur um dumping kunnu koma, tá føroyskir framleiðarar, orsakað av truplum umstøðum á marknaðinum, kunnu verða tvingaðir til at selja laksin fyri minni, enn tað kostaði at ala hann. Vit liva eisini í vanda fyri, at Føroyar verða boykottaðar orsakað av makrelstríðnum. Handilssáttmáli Føroya við ES kann eisini verður uppsagdur. Tað kann t.d. henda, um føroyingar bróta onkra av teimum mongu ásetingunum í sáttmálanum. Vit hugsa ikki um hetta dagliga, men at vinnan livir í hesum ótryggleika ger, at alt samfelagið stendur á ótryggari grund. Vantandi handilsavtalur Ein onnur avleiðing av at standa uttanfyri ES er, at vit ikki hava nøktandi handilsavtalur við fleiri marknaðir. Flestu fríhandilsavtalur verða í dag gjørdar millum stórveldi ella heimspartar. Vóru vit við í ES, vóru vit partur av teimum handilsavtalum, sum ES ger. Nú eru vit nærum útistongd nógvastaðni. Í framløgu síni mikukvøldið nevndi Bergur Poulsen sum dømi, at ein seljari so seint sum hesa vikuna hevði spurt Vinnuhúsið, hví føroyskur laksur fekk ein toll á 20% í Suðurkorea. Svarið var einfalt: ES hevur eina fríhandilsavtalu við Suður­ korea. Føroyar eru ikki við í ES - og tí hava Føroyar onga avtalu. Altso: At vit standa uttanfyri ES ger føroyskan laks 20% dýrari. Tá er ikki lætt at kappast... Aðrar avmarkingar Eg kann nevna mong onnur viður­ skifti, sum ikki bara eru ein vandi, men ein veruleiki. Til dømis: 1) Tað er mark fyri, hvat vit kunnu útflyta til ES - og hvussu nógv. Tað eru fleiri dømi um, at hetta avmarkar okk­ara útflutning. 2) Vit kunnu ikki keypa fisk frá triðjalondum, og selja hann tollfrítt víðari til ES. Tað kunnu okkara kappingarneytar. 3) Vit hava ikki somu atgongd til arbeiðsmegi sum tey, vit kappast við. 4) Johnny í Grótinum, búskap­ ar­frøðingur, vísti á fund­ inum mikukvøldið á, at tann føroyska pensións­upp­ sparingin rennur av land­inum í stríðum streymi - til íløgur á marknaðum, har standardi­ serað ES-lóggáva skapar trygg kor. Hinvegin koma nærum ongar útlendskar íløgur til Føroya, her vit hava lokala og skiftandi lóg­gávu, sum forðar fyri útlendskum íløgum. Búskaparfrøðingurin greiddi frá, at í Danmark eru út­ lendskar íløgur yvir 40% av BTÚ. Í Føroyum er talið 3-4%. Og hann var ivaleysur um orsøkina: "Mangl­andi sam­ starvssáttmáli við ES ella lima­ skapur er mest grund­leggjandi forðingin". 5) Tann fríi handilin hevur lækk­að prísstøðið í ES-lima­ londunum. Vit kenna støðuna í Føroyum... – Og so víðari og so víðari. Føroyar eru, snøgt sagt, uttanfyri tað renslið, sum kundi skapt vøkstur og menning á øllum økjum. Í skugga Tá Føroyar søgdu nei til EF fyri 40 árum síðani, var talan um nøkur fá miðevropeisk lond, sum skipaðu ein felags marknað. Nú er Evropa eitt samveldið við 27 londum. Og tey lond, sum ikki eru við, hava øll eitt samstarv við ES, sum er nógv tættari enn tað føroyska. Vit sita, snøgt sagt, á tí allar uttasta plássinum. Her sita vit í skugga - og tað er vandi fyri, at skuggin, frá degi til dags, verður til myrkur. Stórdemokrati Vit eiga at varðveita og styrkja okkara sjálvræði og samleika so nógv, sum til ber. Men bæði tá tað snýr seg um valuta, verjupolitikk, uttanríkispolitikk, marknað og mong onnur øki mugu vit eisini vera partur av eini størri heild. Tað mugu lond sum eru nógv størri enn Føroyar eisini. At tosa um at vit skulu ”loysa” frá Danmark uttan samstundis at siga, hvørjum vit skulu vera partur av aftaná, er bæði veruleikafjart og ábyrgdarleyst. Ein føroyskur mikrostatur í Norðuratlantshavi yvirlivir ikki í nógvar dagar, um hann er heilt uttanfyri ES. Skulu vit vera við í ES, mugu vit lata frá okkum ávísar heimildir. Tað gera øll onnur evropeisk lond eisini. Og tað gera tey, tí ídnaðurin fer um landamørk. Arbeiðsmarknaðurin fer um landamørk. Og dálkingin. Og granskingin. Ja, alt fer um landamørk í dag. Um politikkurin ikki eisini fer um landamørk - ja, so er eingin politikkur yvirhøvur. Og skal okkara politikkur røkka um landamørk, so mugu vit, á nøkrum økjum, fara frá tí føroyska nærdemokratinum til tað evropeiska stórdemokratii. Vit mugu, sum Bergur Poulsen segði, tryggja okkum stabilar karmar í ES-høpi. Lívið uttan fyri ES er vandamikið Føroyar hava ikki bara skerdar møguleikar at mennast uttan fyri ES. Vit liva eisini í støðugum vanda fyri - frá degi til dags - at missa búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum tíðargrein SJÚRÐUR SKAALE Bergur Poulsen greiddi í Norðurlandahúsinum miku­ kvøldið frá teimum avbjóðingum tað hevur við sær fyri føroysku vinnuna, at vit standa uttanfyri ES