fríggjadagur 22. mars 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Úr Føroyum fór so mangur
ta víðu verð umkring,
at hoyra aðrar tungur og
læra onnur ting,
men kom hann ikki aftur.......
Hesi orð kunnu sigast um so
mangar føroyingar, sum fóru
avstað á ungum árum at læra,
í skúla og mangt annað.
Mong funnu sær maka
burturi. Gott arbeiði o.a. Hús
og heim fingu tey eisini.
Sanna Simonsen gift Aspe
strand í Ski í Noregi var dóttr
Sigrid og Jóhan í Hoyvík
skipara og skipaeigara.
Úr okkara skúlaflokki fóru
fleiri av landinum og komu
ikki heim aftur at búgva.
Ein teirra var Sanna. Sum,
vit hava hoyrt útvarpið siga
frá, er deyð yviri í Noregi nú
fyri stuttum.
Hon fór sum 18 ára gomul
til Noregs á húsarhaldsskúla.
Síðani fór hon at læra til
sjúkrasystur eisini í Noregi,
og har fann hon sær ein norð
mann, og varð so verðandi í
Noregi. Tey fingu trý børn
og búsettust í Ski í nánd av
Oslo.
Familian búði í Tróndar
gøtu, men tá seinni heims
bardagi brast á, kom abbi
hennara úr Hoyvík oman til
Havnar eftir Sannu, brøðrum
hennara og mammuni og
fekk tey niðan til Hoyvíkar,
har tað var tryggari at vera
enn í Havnini.
Jóhan fiskaði um hetta
mundi við snurriváðsbáti úr
Esbjerg.
Tað gingu fleiri ár, at
Sanna og hennara einki sóu
til pápan Jóhan.
Tá pápin 11.12.1943 kom
úr Esbjerg við M/B Hoyvík,
var øll Havnin á gosi. Jóhan
og teir tríggir skipsfelagar
hansara vóru avbyrgdir av
bretska hervaldinum, tí ivi
var um, hvørjir hesir menn
vóru - .
Sanna og mamman Sigrid
komu á staðið, har manningin
var avbyrgd. Sigrid skuldi so
siga, hvør maður hennara
var, og Sanna skuldi vísa á,
hvør pápi hennara var. Men
av tí at Sanna ikki hevði sætt
pápan í fleiri ár, kendi hon
hann ikki í fyrstuni. Hon
fór og vísti á Virgar Frýdal
av Velbastað, ið var ein av
manningini.
Ikki sørt rok stóðst av
hesi misskiljing, men hetta
greiddi seg tó skjótt - . Hoyvík
var annars einasta skip, ið
kom úr Danmørkini millum
9. apríl 1940 og 27. juni 1945 - .
Tey búðu í Tróndargøtu, tá
vit skúlavinkonurnar, gingu
til hvørja aðra í bindiklubb í
mong ár og hittast enn sam
an, hóast vit nú eru fáar eftir.
Vit minnast, hvussu stuttligt
tað var at koma til Sannu í
bindiklubba. Har var so sera
hugnaligt, tí ofta vóru brøður
hennara við inni í stovuni.
Har var altíð nógv góðgæti
at fáa, sum pápin, Jóhan í
Hoyvík, hevði havt við heim,
tá skipið Hoyvík hevði verið
í Onglandi og selt fisk.
Í 2002 vóru vit, bindi
klubbakonurnar, ein túr í
Noregi og vitjaðu Sannu.
Vit vóru 10 í tali. Har komu
nógvar góðar søgur frá goml
um døgum. Sanna hevði tað
ógvuliga gott í Noreg. Hon
var væl gift, men misti man
nin fyri fleiri árum síðani.
Hetta var ein sera góður
túrur. Sanna var stak blíð
sum altíð vísti og okkum
nógv
áhugaverd
støð
í
Noregi.
Ein onnur havnargenta, sum
hoyrdi uppí okkara flokk var
Jonna Jensen. Hon var dóttir
Jógvan Jensen, keypmann og
búði í Niels Finsensgøtu, har
pápi hennara hevði handil.
Tá Jonna var liðug við
skúlan, fór hon til Onglands
sum 19 ára gomul at arbeiða
og læra mál. Hon kom ongan
tíð aftur at búgva í Føroyum.
Jonna búsettist í Sveits við
manni úr Ungarn. Tey fingu
3 børn. Hon sat einkja í mong
ár.
Eisini hjá henni høvdu vit
mangar góðar løtur í bindi
klubbanum. Í 2000 fóru vit
ein túr til Sveits at vitja
Jonnu. Vit vóru 8 sum fóru
avstað. Hetta var eisini ein
ógvuliga vakur og minnis
ríkur túrur. Har var alt so
sera vakurt, og veðrið var so
avbera gott.
Í Sveits vóru vit eisini saman
við eini aðrari konu, sum
búði ein part av sínum lívi
í Havn. Hon gekk eina tíð í
skúlaflokki saman við okk
um. Hon æt Ingeborg Skade.
Hon hevði donsk foreldur.
Pápi hennara var í mong ár
fulltrúi á Ríkisumboðnum.
Ingeborg kom ongantíð aftur
til Føroyar at búgva, men var
her fleiri ferðir á vitjan. Mað
ur hennara var av týskari
ætt.
Tað vóru fleiri onnur úr
okkara flokki, sum fóru úr
Føroyum á ungum árum at
læra, sum ikki komu aftur at
búgva. Onkur av teimum eru
nú farin.
Við hesum fáu orðum vilja
vit minnast okkara floksfe
lagar, sum fóru úr Føroyum
og livdu sítt góða lív úti í
víðu verð.
Friður veri við minninum
um vinkonur og floksfelagar
okkara Sannu, Jonnu og
Ingeborg.
floksfelagarnir
Minningarorð um
floksfelagar okkara
Sanna Simonsen
Jonna Jensen
Ingeborg Skade
Brúdleyp
Leygardagin 30. mars giftast
í Zionskirkjuni í Esbjerg Ja
cobina Skorastein, Leirvík
og Martin Haahr, Herning,
Adr. Strandbygade 32 1. th.
Esbjerg.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 2. apríl 2013 fyllir
Hanna
Jacobsen,
vanliga
nevnd Hanna í Loft, Sørvágur,
90 ár. Dagurin verður hildin
í missiónshúsinum Libanon
frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Anna Petersen á Sondum,
Sandavágur fyllir 80 ár langa
fríggjadag 29. mars. Dagurin
verður hildin í Meinigheits
húsinum frá kl. 15 – 18. Øll
eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 20. mars verður
Judith Mortensen, Øravík
80 ár. Til ber at heilsa upp á
Judith leygardagin 23. mars
hjá soninum Petur Mohr, Á
Dalinum 16, frá kl 17.
45 ára føðingardagur
2. apríl verður Ann Óleyð
Sæbúð, Vestmanna, 45 ár.
Dagurin verður hildin ann
an páskadag frá kl. 16.00 hjá
systrini, adr. í Líðini 61, Kolla
fjørður.
Konfirmatión í Porkeri
Pálmasunnudag 24. mars kl.
11.00 verður Ari Magnussen,
sonur Rebekku og Finnboga
Magnussen,
búsitandi
á
Frei í Noreg, konfirmeraður
í Porkeris kirkju. Opið hús
verður inni á Bakka hjá Aksel
og Sunnrid Thorsteinsson,
Líðarvegur 7 frá kl. 18:00.