Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Føroyum, Oyggjarvegur 45, 100 Tórshavn fríggjadagin tann 12. apríl 2013 kl. 15.00 við hesi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári. 3. Framløgu av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 4. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2012 og 2013. A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2012. Nevndin skjýtir upp at aðalfundurin góðkennir faktisku nevndarsamsýningina fyri 2012 á kr. 1.518.000,00 B Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2013. Nevndin skjýtir upp, at støði fyri nevndarsamsýning fyri 2013 verður hetta: • Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 240.000,00 • Formaðurin móttekur 2,00 ferð støðisnevndarsamsýningina • Næstformaðurin móttekur 1,50 ferð støðisnevndarsamsýningina • Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 ferð støðisnevndarsamsýningina. • Formaðurin fyri samsýningarundirnevndina móttekur 0,50 ferð støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu nevndarsamsýning síni. 5. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. Nevnd felagsins mælir til, at avlopið sambært góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár. 6. Broyting í § 16 í viðtøkum felagsins. Nevndin skjýtir upp, at fremja broyting av hesi áseting í § 16, 2. petti í viðtøkum felagsins: ” Vanligi aðalfundur felagsins velur nevndina og verða limirnir valdir fyri 2 ár í senn, 2 limir annað hvørt ár og 3 limir annað hvørt ár. Fyrstkomandi vanliga aðalfundin eftir stovnan av felagnum, standa tveir limir fyri vali og verður við lutakasti millum nevndarlimirnar gjørt av hvørjir hesir eru. Afturval er loyvt.”; til hetta innihald: “Vanligi aðalfundur felagsins velur nevndina og verða limirnir valdir fyri 1 ár í senn. Afturval er loyvt. Galdandi verður tann skiftisregla, at teir nevndarlimir, ið standa fyri vali til ársaðalfundin í 2013, tá og frameftir, verða valdir fyri eitt ár í senn, og teir nevndarlimir, ið standa fyri vali til ársaðalfundin 2014, tá og frameftir, verða valdir fyri eitt ár í senn.” 7. Val av nevnd. Tveir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali fyri eitt 2 ára skeið (tó fyri eitt 1 ára skeið, um pkt. 6 á aðalfundinum verður viðtikið), nevniliga: Birgir Durhuus og Poul R. Mohr. Birgir Durhuus tekur við afturvali til nevnd felagsins. Poul R. Mohr ber seg undan afturvali til nevnd felagsins. Barbara Yvonne Holm tekur við vali til nevnd felagsins. Nevndin skjýtur upp at afturvelja Birgir Durhuus og at velja Barbaru Yvonne Holm sum nýggjan nevndarlim í nevndina. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo. 8. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin. Grannskoðari felagsins er Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT løggilt grannskoðaravirki, R.C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Nevndin skjýtur upp at velja nýggjan grannskoðara, nevniliga P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn, at sita til næsta ársaðalfund, hetta tí at verandi grannskoðari felagsins niðurleggur virksemi sítt og víðariførir hetta í tí grannskoðarafelagi, skotið verður upp at velja til nýggjan grannskoðara fyri felagið. 9. Heimild til nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv. Nevndin skjýtur upp at aðalfundur felagsins broytir verandi heimild hjá nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv til at vera soljóðandi: ”Heimilað verður nevnd felagsins til felagsins vegna í tíðarskeiðnum frá 12. apríl 2013 til 11. mars 2018 at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins vegna í mesta lagi keypa egin partabrøv upp til tað punkt har áljóðandi virðið á øllum teimum egnum partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða kursinum á partabrøvum felagsins ið handlaði verða á børsmarknaðinum hjá NASDAQ OMX í Keypmannahavn tá keypt verður.” 10. Viðtøkubroytingar Harumframt skjýtir nevndin upp hesar broytingar í viðtøkum felagsins: A. Verandi § 3 verður broytt til hetta innihald: Stk. 1. Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini til 11. apríl 2018 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til kr. 300.000.000 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækking skal fara fram við fortekningarrætti fyri verandi parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum kann fara fram við tekning í reiðum peningi ella heilt ella lutvíst fara fram við tekning í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis, at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum ímóti viðurlagi í partabrøvum yvirtekur annað verandi virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi (fusión); at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum. Gjald fyri hækking av partapeninginum kann harumframt heilt ella lutvíst fara fram við konvertering av skuld hjá felagnum til partapening. Stk. 2. Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar: 1. Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; 2. Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul; 3. Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa; 4. Partabrøvini eru til støddar kr. 100,00 og multipla av hesum. 5. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd - ið ikki er teknað við støði í fortekningsrætti - skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til at tekna. B. Sett verður inn henda nýggja § 3 A: Stk. 1. Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd felagsins til í tíðini til 11. apríl 2018 til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening felagsins við upp til kr. 300.000.000 í áljóðandi virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhækkingin skal fara fram uttan fortekningarrætt fyri verandi parteigarar felagsins og skal tekning fara fram til marknaðarkurs. Hækking av partapeninginum kann fara fram við tekning í reiðum peningi ella heilt ella lutvíst fara fram við tekning í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis, at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum ímóti viðurlagi í partabrøvum yvirtekur annað verandi virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi (fusión); at felagið í sambandi við hækking í partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum. Gjald fyri hækking av partapeninginum kann harumframt heilt ella lutvíst fara fram við konvertering av skuld hjá felagnum til partapening. Stk. 2. Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein verða annars at galda hesar ásetingar: 1. Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; 2. Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru negotiabul; 3. Partaeigararnir hava onga skyldu at lata partabrøv síni innloysa; 4. Partabrøvini eru til støddar kr. 100,00 og multipla av hesum. 5. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd skal býtast millum tey, ið boðið hava sær til at tekna. C. Striking av fyrndum nevndarheimildum. Harumframt vera § 3 B, 3C og 3D at strika, tá talan er um heimildir til nevnd felagsins, ið allar eru fyrndar uttan at vera nýttar, og eru tær tí burturfallnar. 11. Ymiskt. Viðtøkumeiriluti. Til samtyktar av einstøku uppskotunum til viðtøkubroyting undir pkt. 6, 10 A og 10 B omanfyri, krevst smb. § 106 stk. 1 í Vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við einstøku uppskotunum til viðtøkubroyting. Annars kunnu uppskot á skránni fyri fundin viðtakast við vanligum atkvøðumeiriluta. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum, umframt atkvøðugreiðsluháttur. Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er fríggjadagin hin 5. apríl 2013. Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi mánadagin hin 8. apríl 2013 hava fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3. hædd, box 1228, FO-110 Tórshavn ella á tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101. Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, F0- 110 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum, møtir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin. Brævatkvøður Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, FO-110 Tórshavn ella á telefax nr. 00 298 350 101 ella á teldupostinum hjá stjóra felagsins ben.arabo@petroleum.fo í seinasta lagi hósdagin hin 11. apríl 2013. Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar. Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2012 og støðuna hjá felagnum annars ella um spurningar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir partaeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda spurning pr. bræv til Atlantic Petroleum P/F, Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, F0- 110 Tórshavn ella á telefax nr. + 298 350 101, ella teldubræv á petroleum@petroleum.fo. Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti. Skjalatilfar til aðalfundin, herundir ársroknskapurin 2012 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum. Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, herundir (1) ársroknskapurin 2012 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævatkvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, box 1228, F0- 110 Tórshavn (tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101) í seinasta lagi 3 vikur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið har, umframt at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur. Partapeningur felagsins er kr. 262.670.300 býttur sundur í partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum. Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í partapeningi. Tal av pørtum er: 2.626.703 og tal av atkvøðum: 2.626.703. Felagið hevur kosið sær Eik Banki P/F til kontoførandi peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.eik.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum. Tórshavn, hin 20. mars 2013 P/F AtlAntiC PetRoleum Nevndin Boks 1228 Yviri við Strond 4, 3. hædd FO-110 Tórshavn Tel. 350 100 Fax 350 101 t-post: petroleum@petroleum.fo