fríggjadagur 22. mars 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Johannes Thomassen, seinni Thom
sen, var føddur í Funningi í 1845.
Tað stendur 1846 á gravsteininum,
men tað er skeivt. Foreldrini vóru
Thomas Hansen, ættaður úr Myki-
nesi, og Maren Sofía Petersdóttir í
Funningi.
Johannes giftist í 1881 í Havnar
kirkju við Christianna Sofie Ras
mussen f. 1851 á Skála.
Johannes
var
ættaður
úr
Andrasstovu í Funningi. Fýra av
hansara systkin vóru tænastufólk
í Oyndarfirði. Hetta sigur nakað
um hvussu væl fyri Oyndarfjørður
var í mun til Funning. Heima í
Andrasstovu mundi ikki standa so
væl til. Í fleiri fólkateljingum verður
pápin sagdur at vera “fattiglem”.
Um hesi systkin skrivar Freydis
Poulsen í Oyndarfjarðar søgu m.a.:
Johanna Maria Thomasdatter f.
1826. Hon tænti í Tarti og giftist í 1859
í Gøtu kirkju við Jóannes Joensen,
kallaður Tofta Jóannes, sum eisini
var húskallur í Oyndarfirði. Tey
búsettust á Hellunum.
Hans Thomsen 1835-1920 var
húskallur í Stórustovu og Víkum.
Hann giftist í 1869 við Marin Katrinu
Jacobsen úr Búrstovu á Eiði. Tey
búsettust eisini á Hellunum fast í
hjá Tofta Jóannesi.
Anna Sofía Thomasdatter tænti
eins og beiggin, Hans, í Stórustovu
og Víkum. Hon giftist við Niels
Wolles, ið gekk burtur við Stangar
bátinum í 1883.
Anna Elisabeth Thomasdatter
tænti í Tarti og í Húsi. Hon átti í 1873
ein son, sum doyði stutt eftir. Pápi
at dronginum æt David Jacobsen
í Búrstovu á Eiði. Tey giftust ikki,
tí tey samb. Freydis áttu einki at
giftast uppá.
Ein beiggi var eftir í Funningi.
Tað var Peter Juul, f. jóladag 1830,
harav navnið, sum enn livir. Hann
var giftur við Biritu úr Svínáum.
Til Viðareiðis
Johannes er í 1870, 25 ára gamal,
húskallur í bóndahúsinum, Mið
stovuni, á Viðareiði.
Í Miðstovuni vóru hesa tíðina trý
húsarhald, sum vóru trý ættarlið.
Johannes tænir hjá tí mittasta ætt
arliðinum, har húsfólkini umframt
Johannes eru:
Simon Danielsen, 50 ár, Aftægts
mand,
Elisabeth Simonsdatter, 59 ár,
hans Hustru
Anne Sofie Johansen, 21 ár, úr
Kunoy, Tjenestefolk
Ein sonur teirra Dánjal býr eis
ini í Miðstovuni saman við konu,
børnum og tænastufólki. Ein dótt
ir, 30 ára gamla Katrina, tænir í
prestagarðinum í Ónagerði hjá
Ernst Wesenberg, presti.
Katrina fekk eina serliga søgu.
Hon hevði fingið eyga á ein ungan
drong, Jógvan Niclassen á Skála
toftum. Hetta dámdi als ikki for
eldrunum. Hon var bóndadóttir í
Miðstovuni, sum var eitt valahús,
stórur bóndagarður og nógv jørð.
Men drongurin av Skálatoftum
átti einki.
Ernst Wesenberg doyði í 1871, og
nakað eftir fer einkjan av landinum.
Tað hendi viðhvørt, at gentur, sum
tæntu hjá prestum, fóru avstað við
teimum. Tað kann tí vera, at Katrina
er farin avstað við einkjuni.
Nú roknaðu øll við, at tey vóru
atskild med alla. Katrina var í Dan
mark, og hann lá við sama lag í
Haraldssundi og fiskaði goggur til
skotar, sum javnan komu inn at
keypa agn.
Jógvan fór at sigla við einum av
hesum skipunum og endaði í Leith.
Nú kemur samband aftur millum
Katrinu og Jógvan. Katrina fer til
Leith, og tey giftust. Tey fáa tvær
døtur Linu og Elspu. Elspa giftist
við Zakaris hjá Polla Vilhelm úr
Havn. Veit nakar um teirra børn?
Hin dóttirin, Nicolina, kallað
Lina, giftist við Daniel J. Danielsen,
Dollin, kendur frá sínum virksemi
fyri fólkinum í Congo. Hetta er
fyrr umrøtt í hesi røð og í bókini
um Dollan.
Hóast henda ymiska upprunan
komu tey øll, Johannes, konan
Kristianna, Dollin og Katrina at
verða jarðað á Svínaryggi. Dollin
og Johannes doyðu báðir í 1916.
Til Havnar
Johannes og Christianna Sofía
flyta til Havnar, og eru her í 1880. Í
Havn verður hann kallaður Funn
ings Johannes.
Í Havn fáa tey fýra børn. Tey
eru:
Thomas, 1882-1955. Giftist við
Olevinu Mariu Súsannu Rubeksen
f. 1879.
Rasmina Maria Sofía, 1884-1960.
Giftist til Danmarkar, har hon eigur
ætt, sum hevur samband við ættina
í Føroyum.
Elsa f. 1887, ógift. Endaði á Ellis
heiminum.
Johannes Sofus f. 1890. Flutti til
Amerika. Einki frættist frá honum
aftur.
Rasmus f. 1892, ógiftur. Fór eins
og Elsa á Ellisheimið.
Tað er bara Tummas, sum eigur
ætt í Føroyum. Hann var kendur
sum grótlaðari og var millum annað
við til at laga vatnbyrgingina undir
Gráasteini.
Tummas og Kristianna fingu
tvey børn:
Johannes, kallaður Hannis, f.
1908.
Eftir loknan barna- og realskúla
fór hann at arbeiða eitt ár sum
læraravikarur í Suðuroy. Aftur
komin til Havnar fór hann í læru í
Føroya Banka.
Í 1939 byrjaði Hannis á Líkn
ingarráðnum og varð hann stjóri
har til 1975, tá hann fór frá fyri
aldur. Hann var samstundis leiðari
av Landsfólkayvirlitinum og Kom
munala Eftirlitinum.
Hannis var virkin ítróttarmaður.
Hann var valdur í nevndina hjá
Havnar Bóltfelag í 1930.
Á aðalfundi hjá HB í 1927 var
eftir uppskoti frá Hannis samtykt
at savna BF og HB. BF var stovnað
sum juniordeild í 1924.
Í 1929 komu hetlendingar á sína
fyrstu fótbóltsvitjan í Føroyum, og
spældu teir tveir dystir móti HB.
Ein av teimum 11, sum mannaði HB
liðið tá, var Hannis. Tá ið føroyingar
so fyri fyrstu ferð vóru í Hetlandi
og spældu fótbólt, var Hannis eisini
við.
Hann spældi í nógv ár á fyrsta
liði hjá HB. Hann var eisini íðin
fimleikari. Hann sat í nevndini hjá
Lions.
Hannis giftist við Sunnevu
Mortensen úr Vági. Tey áttu sonin
Regin. Hann kom eisini at arbeiða
á líkningarráðnum, har hann var
kendur fyri sina vitan innan økið.
Hann býr nú í Danmark.
Hannis doyði 23. oktober 1983, 75
ára gamal.
Petra f. 1912. Hon var eitt kent
andlit í Havn. Á yngri árum arbeiddi
hon í H.N. Jacobsen's Bókhandli og
seinni á Mjólkaforsýningini í Tórs
gøtu.
Í 1938 var hon á Frederiksborg
Højskole í Hillerød.
Sum yngri íðkaði hon nógv fim
leik við Havnar Fimleikarfelag.
Petra giftist 7. september 1944
Charles Smith úr Vági. Tey áttu
børnini: Tórfinn og Ellu g. Cle
mentsen. Torfinn var kendur sum
blaðstjóri á Sosialinum og sum
býráðslimur í Havn. Hann býr nú
í Vági.
Petra andaðist 4. mars 1999, 86
ára gomul.
HENDUR IÐ SLEPTU
Johannes Thomsen: Abbasonurin
gjørdist stjóri á líkningarráðnum
Ein kann viðhvørt undrast um, hvat ið fekk fólk at flyta til Havnar í 1880. Johannes var
úr Funningi, og konan, Kristianna, var av Skála. Kortini endaðu tey í Havn
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá Henry Young, skipari úr
Grimsby, deyður 1878, og øðrum
úr Grimsby sum eru jarðaðir á
Svínaryggi.
JOHANNES
THOMSEN
F. 25. FEBRUAR 1846
D. 10. OKTOBER 1916
KRISTIANE S.
THOMSEN
F. 28. DECEMBER 1851
D. 13. DECEMBER 1926
Johannes og Kristianna
Børnini hjá teimum: Standandi v.f. Elsa, Tummas
Rasmus. Sitandi Johannes og Maria.
Niðan eftir túni í Funningi.
Andrasstova er nr. 2 f.h. Hon er, sum
tað sæst, seinni blivin hoyggjhús