Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2. partur Óli Jacobsen Í fyrsta partinum varð greitt frá systrunum Malenu og Johannu Jensen, sum komu av Strondum, og sum giftust við tveimum beiggjum í Porkeri, Zacharias og Jákup Bech. Torleif heldur fram við frásøgnini: Mamma og pápi giftust inn til pápabeiggja mín, Zacharias. Men tað var skjótt, at pápi fór at byggja. Tað var ikki bara sum at siga tað at byggja hús tá á døgum. Tá ið pápi bygdi húsini í Hólinum, vóru teir ikki meira enn komnir niður um svørðin, tá var klettur fyri. Tá var ikki so lætt at skjóta sum nú. Teir brúktu krút, men tað var vanda­ mikið. Fjúsið var eisini krút, sum brendi skjótt, so tað var fleiri ferðir, at skaði stóðst av tí. Men húsini komu upp í øllum góðum. 10 systkin, trý fullu frá Vit vóru 10 systkin, tríggir brøður og sjey systrar. Tey komu í hesi røð: Anna Elisabeth f. 1913, Jona f. 1915, Sanna f. 1917, Johannes f. 1919, Johanna f. 1920, Simona f. 1922, Hjørdis f. 1924. Maria, Torleif f. 1930 og Hilmar f. 1933. Sum tað sæst var stutt millum systkini, serliga teimum elstu. Hetta var strævið hjá mammu eins væl og hjá nógvum øðrum konum. Yngstur av okkum er Hilmar, sum er kendur sum lærari, og sum tingmaður fyri Javnaðarflokkin í mong ár. Triði beiggi, Jóannes, upp­ kallaður eftir pápabeiggjanum, sum gekk burtur við Langanes, fekk meningitis og doyði tvey ára gam­al. Tað hendi tað, at terrin var so vána­ligur, at tað var liðið út við hoygg­ing. Tað var komið út í ok­ tober. Ein dagin tey gjørdu sátur, var Jóannes við. Hann fekk krím, sum vísti seg at vera meningitis, og hann doyði stutt eftir. Jóannes fór til gravar sama dag, sum systirin, Simona, varð fødd, 15. oktober 1922. Hetta var tann fyrsta sorgin av fleiri sum rakti familjuna. Um systrarnar kann sigast, at Anna Elisabeth, giftist Pól uttan Heyga í Porkeri, og áttu tey son og dóttir. Jona fór niður til Danmarkar, har hon giftist. Hon átti fýra døtur. Sanna giftist við Ove Leo, son Poul í Sjúrðhúsi í Vági. Tey áttu fimm børn. Simona giftist við Arna Mohr í Vági. Tey áttu tríggjar synir um­ framt ein sum doyði. Hjørdis giftist við Arna Poulsen í Vági, og tey áttu eina dóttir. Jolina og eg eiga tríggjar døtur og ein son. Hilmar giftist við Kristinu úr Haldórsvík. Tey eiga dóttir og son. Pápin kom tvær ferðir heim til deyðsboð Tvær systrar doyðu blaðungar. Jo­ hanna gjørdist einans 17 ára gomul. At missa hana var serliga hart hjá pabba. Eg haldi, at hann var við Heimdal hetta árið í 1937. Hon var sjúk, tá ið hann fór, men hon fekk tað so betri og tyktist at vera blivin mestsum heilt frísk. Pápi fekk eisini fjarrit umborð við hesi góðu boðum. Men hesin betri livimátin var stokk­utur, og hon doyði stutt eft­ir. Tað hevði ikki borið til at lata pabba boðini um tað, sum sam­skiftis­ viður­skiftini vóru. Tá ið hann kemur heim, tá fær pápi at vita, at Johanna var deyð og jarð­að. Hetta var sjálvsagt ógvu­ liga hart, men soleiðis var tað so mangan tá í tíðini. Aftur skakandi boð Árið eftir upplivdu vit aftur ein sorgarleik. Hetta var tann 27. juli 1938. Hetta árið var pápi og fiskaði við Honnu í Grønlandi. Evald Hentze á Sandi var skipari. Teir koma heim í september. Tá kundu vit í Porkeri síggja skipini koma inn eftir fjørðinum frá tí mastrartopparnir sóust. Tað vóru porkeningar við fleiri av skipunum, tí fylgdu vit væl við. Tey ankraðu á fjørðinum í Vági, tá lá ikki so væl fyri at leggja at. Vit fóru til Vágs at taka ímóti og vórðu so sett umborð við einum báti. Eg minnist væl, at vit komu á dekkið. Vit hava tosað, sum at pabba var í lugarinum, og hann hoyrdi eisini óvitarnar uppi á dekkinum. Sjálvandi hevði hann væntað, at onkur av hansara vóru við. Pabba kemur so upp á dekkið, og hann sær meg. Hann kemur til mín, og tað fyrsta hann spyr er: “Hvar er Maria?” Hana væntaði hann eisini at síggja. Oy, Jesus, eg hugsaði ikki so mikið, enn at eg sigi, at Maria er druknað í summar! Hon var trý ár eldri enn eg, f. 1927, og hon druknaði í einum svimji­hyli her í Porkeri. Pápi visti av ong­um. Eg síggi hann fyri mær enn. Hann stóð miðskips og fall inn móti stórbátin. Har varð hann hang­andi, inntil farið varð í land. Teir máttu taka hann og fáa hann í bátin, so hetta var eitt ræðuligt slag fyri hann. Maria var 10 ára gomul. Tað vóru tvær gentur saman við henni. Onn­ ur var 11 og hin var 12 ár. Tær dugdu ikki væl at svimja. Maria hevði ein krans at halda sær uppi við, men hon var dottin úr honum, og hon hevur ikki klárað at sleppa sær upp á turt. So hetta var ein ræðu­ lig­ur stoytur fyri øll. Tað hevði ver­ið áar­førið, og hetta gjørdi tað ikki lætt­ari at bjarga sær. Mamma hevði biðið hana ikki fara, og hon visti av ongum fyrr enn hon fekk deyðs­boðini. Tískil vóru vit sjey systkin sum komu til. Tríggjar systrar búðu í Vági og ein í Porkeri. Nú kenni eg nógvar vág­bingar, og teir geva hesum systrum tað skoðsmál, at tað var fram­úr gott samband millum tær. Tær vóru altíð saman, tá ið høvið var til tess. Mamman var søgd at vera deyð, men... Eg var bara 19 ár, tá ið mamma doyði, 57 ára gomul. Hon hevði tað við at støkka upp at bløða. Eina ferð var tað serliga dramat­ iskt. Vit vóru i torvi, og veðrið var stak gott. Vit standa í øllum góðum og laga torvlutir, tá kemur eitt systkinabarn okkara og rópar “Jákup!” Pabba ánaði, hvat mundi vera áfatt, og hann fór beinanvegin heim til húsa. Simona og eg hildu á at laða, til liðugt var, og vit fóru so heim. Tá ið vit koma á Bakkan heimanfyri húsini har vesturi í Hólinum, tá hitta vit ein gamlan mann, Jóan Petur Villumsen. Hann hevði verið inni hjá okkum, og hann sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra. Læknin hevði verið hjá mammu, og hann hevði sagt um mammu, at nú var hon farin. Pabba var ein róligur maður, og hann fór so oman í stovuna. Hann tekur undir ryggin á mammu og lyftir hana upp. Tá kemur ein blóðfloymur fram úr henni. Tá hendir tað óvæntaða, at hon raknaði við aftur. Tá var lækn­ in farin frá henni sum deyða. So merkiligt kundi tað vera. Tá var eg 14-15 ár. Mamma livdi  fýra fimm ár aftaná hetta. Hon var annars so sterk og røsk, ikki minst til útiarbeiði. Minniligi túrurin við Falkinum Pápi mín fór til skips 14 ára gamal við Ben Stark hjá Petur H. Dahl í Vági. So fór hann til skips við Elini, har Dánjal Jákup Müller í Porkeri var skipari. miðvikan Torleif Bech: Mamma Læknin hevði sagt mammuna at vera deyða, men pápin fekk hana aftur til lívs, so hon fekk nøkur ár afturat. Torleif heldur fram við síni frásøgn Torleif Bech Jákup saman við børnunum, sum komu til. Sitandi frá vinstru teir tríggir: Torleif, Jákup, pápin, Hilmar Standandi frá vinstru eru systrarnar: Jona, Sanna, Simona, Hjørdis og Anna Elisabeth