Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 livnaði upp aftur miðvikan Síðani fór hann við einum til­ tiknum manni hiðani, sum kall­að­ ist Niels Pauli Kjærbæk, vanliga nevndur Nelli Palli. Hann er um­ røddur í Siglingarsøguni hjá Páll Nol­søe. Millum annað var hann skip­ari á teirri kendu Slanguni, sum mang­an brattan fór. Har var hann við í átta ár. Hetta var við Britannia hjá Morten­sen­ monnunum á Tvøroyri. So fór pápi í 1918 við Falkinum, Petur Mortensen var skipari. Sama vár vóru teir úti fyri eini sera dramatiskari hending. Teir fóru út av Tvøroyri. Veðrið var sera gott. Men tað var nógv run í sjónum við aldu. Tað var eisini kolasvart í toku. Men nú síggja teir brim fyri framman og varnast, at teir eru við at fara á flesjarnar, sum eru 4 fjórðingar suður úr Suðuroynni. Skiparin sprakk upp og gav boð um at seta bátin út, og seks mans fóru til árarnar. Hann hugsaði sum so, at teir kundu sleipa slupp­ina so mikið, at teir sluppu frá Flesj­ unum. Men vestanaldan var so tung og streymurin so harður, at har gjørdist einki. Nú hoyra teir dun av brimi, og nú var at bera skjótt at. Tá rópaði skip­arin, at báturin skuldi koma aftur at borði. Allir menn skuldu fara av skipinum í bátin. Teir, sum vóru í koyggjunum, blivu útpurraðir og fingu so dánt latið seg í einar buksur, so tað var ein løta hjá øllum monnunum at koma í bátin, sum illa rúmaði øllum teimum 19 monnunum. Kumpassina høvdu teir tikið við. Men tá ið Petur, skiparin, kemur umborð stígur hann á kumpassina, og hon fór í knús. Hann fekk eisini nálina upp gjøgnum fótin. At missa kumpassina bøtti ikki um støðuna! Teir vistu, at Falkur hevði fing­ ið eina veldiga fylling. Tá var eis­ ini blivið myrkt. Teir flutu so har vest­an fyri flesjarnar. Men tá bleiv frískur vindur. Skiparin var greiður yvir, at við egnari hjálp var eingin vón um at koma til lands. Einasta vón var at lova olmussu. So teir samtykkja at lata kr. 400 til heidningamissiónina, um teir koma aftur í øllum góðum. Tað seinasta teir sóu til Falkin var tann reyða lanternan, sum hvarv í myrkrinum, og teir vistu nú, at hetta skip sóu teir ikki aftur. Skipið fór so undan vindinum inn vestur eftir. Teir visti ikki, hvar teir vóru í myrkrinum. Teir róðu bara sum aldan setti. Teir roknaðu við at vera komnir vestur um flesj­ arnar og róðu inn vestur fyri at fáa fatur í Suðuroynna. Áðrenn tað lýsti um morgunin, síggja teir eina lanternu. Hetta var eitt merkiligt ljós, viðhvørt sóu teir grøna ljósið og viðhvørt tað reyða. Teir royna at fáa samband við skipið millum annað við at bresta svávulpinnar, men eingin lætst um vón. Teir fara so at rógva móti hesum skipinum, og nú síggja teir, at hetta er Falkurin, sum siglir undan teim­ um. Teir royndu so at rógva so nær fram móti skipinum, sum tað var gjørligt. Men hetta var eisini vandamikið. Báturin var fullsettur av fólki, og tað skuldi lítið til, áðrenn tað kundi enda galið. Nú ráddi um at fáa sett ein mann umborð á Falkin. Teir høvdu eina lissu í bátinum og gjørdu enda á Jens á Miðjørð, sum var por­ken­ ingur. Hann fór upp í rongina, klár­ ur at leypa, komu teir so nær. Tá eydnaðist eisini Jensi at leypa inn á dekkið á Falkinum. Hann var kvikur og legði róðrið í borðið, tók mesanskeytið inn og fýrdi klyvaran av. So løgdu teir at borði, og tað vísti seg, at skipið var í sama standi, sum tá ið teir fóru frá tí. Tað var púra tætt og eingin dropi var í lastini. Teir tóku í pumpuna, men hon var lens beinanvegin. Teir roknaðu við, at skipið var farið millum Stórufles og Bøllufles. Tí var tað komið vestur um uttan skaða. Róðrið var ikki bundið, og tískil sigldi skipið ymsar kósir. Tá teir høvdu fingið bátin inn á dekkið, fóru teir norður um vestan­ fyri, eystur um Nípubakkan og suð­ ur á Tvøroyri. Tá var illveður av land­synningi, men teir komu inn á Tvør­oyri í øllum góðum. Tó fór mann­ingin ikki í land. Skiparin bað seta bát út og fór í land við tveim­ um monnum. Fyrst fóru teir inn til reiðaran at greiða frá tilburðinum og bað hann senda 400 kr. til heid­ ningamissiónina sum tøkk til Vár­ harra fyri, at hetta spældi so væl av. Fatur fekst á eina aðra kumpass, og so vórðu seglini sett at fara til Íslands. Árið bleiv av tí allarbesta. Teir fóru á beding, tá ið teir komu heim aftur. Tá sóu teir, at eitt petti var farið av kjølinum, tað var ikki ein fót til longdar. Eitt petti av steini var eisini farið inn í kjølin, so teir kundu staðfesta, at skipið hevði tikið botn. So har var eitt stórt mirakul hent. Komandi partur Vegna páskirnar verður Miðvikan aftur um tvær vikur. Tá verður millum annað greitt frá gerandislívi í Porkeri. Í Hólinum í Porkeri Jógvan, mammubeiggi Torleif, kallaði systrarnar upp. Tær vóru farnar til Suðuroyar, so tað kundi ikki roknast við at síggja tær aftur. Her er Jógvan saman við konuni, Agnas Pápi Torleif var við Falkinum dramatiskan túrin í 1918 Skipari á Falkinum var Petur Mortensen. Jens á Miðjørð gjørdi bragdið at leypa umborð á Falkin