leygardagur 17. apríl 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 73 - 17. apríl 2004
Nr. 73 - 17. apríl 2004
3
Einasti máti at
tryggja vindorkuni
ein møguleika at
koma ístaðin fyri
oljuna, tað er at
smíða landsins lógir
soleiðis, at privatar
fyritøkur verða eggj-
aðar at gera íløgur
innan vindorkuna.
Tað sigur Preben
Maegaard, forseti í
Heimsins Vindorku
Felagsskapinum
ORKUPOLITIKKUR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Norðurlandahúsið
varð
hósdagin karmur um tiltak,
ið setti fokus á orkupolitikk
við atliti til umhvørvið. Trý
høvuðsupplegg
vóru
á
fundinum, nevniliga upp-
leggini hjá landsstýris-
manninum í orkumálum,
Bjarna Djurholm; Klæ-
minti Weihe, stjóra í SEV;
og Preben Maegaard, for-
seta í Heimsins Vindorku
Felagsskapin.
Preben Maegaard helt
fyrilestur um møguleikar-
nar fyri og fyrimunirnar við
vindorku. Preben er ikki í
iva um, at vindorka hevur
stóra týdning fyri samfe-
lagið, umhvørvið, og bú-
skapin sum heild. Hann
sigur, at tær ikki-varandi
orkukeldurnar, so sum olja,
fara at verða ein mangul-
vøra, og innanfyri eitt ávíst
áramál fer ongin olja at
verða eftir.
- Eg skal ikki standa her
og ljóða sum ein dóma-
dagsprofetur, men avleið-
ingarnar kunnu gerast sera
álvarsligar, um vit ikki
royna at menna tær varandi
orkukeldurnar, sigur Preb-
en Maegaard.
Preben Maegaard sipar
til, at tá framførslan av olju
minkar og fer at minka
meir, so fer prísurin av olju
rúkandi uppeftir, um ikki
eftirspurningurin eftir olju
er farin niður til ta tíð.
Samfelagsbúskaparligu av-
leiðingarnar av einum sera
høgum oljuprísi eru altíð
sera umfatandi og álvars-
ligar, soleiðis sum verðin
eisini hevur sæð tað fyrr.
Preben Maegaard sigur,
at til tess at sleppa undan
hesum búskaparliga trupul-
leika, er tað neyðugt út-
byggja tær varandi orku-
keldurnar, soleiðis at tær so
við og við kunnu koma
ístaðin fyri steinolju-ork-
una. Her sigur Preben Mae-
gaard aftur, at vindorka er
ein gongd leið.
Hann vísur á, at einasti
máti at tryggja vindorkuni
ein møguleika at koma
ístaðin fyri oljuna, tað er at
smíða landsins lógir so-
leiðis, at privatar fyritøkur
verða eggjaðar at gera
íløgur innan vindorkuna.
- Tað eru nøkur ting, sum
skulu uppfyllast til tess at
tryggja vindorkuni livandi
umstøður. Tað fyrsta er, at
øll skulu hava atgongd til
el-netið. Harumframt skulu
íleggjarar í vindorkuvinn-
una fáa ein fastan og rími-
ligan prís fyri teirra orku-
framleiðslu. Og aftrat tí
skulu teir fáa stuðul til at
gjalda byrjunarkostnaðin,
sigur Preben Maegaard.
Í Føroyum er tað SEV,
sum eigur rættin til at brúka
el-netið. SEV hevur givið
smápartafelagnum Røkt í
Vestmanna loyvi at nýta
netið til ta orkuna, sum teir
framleiða við teimum trim-
um vindmyllunum, sum teir
hava. SEV keypir eisini
orkuna frá Røkt fyri ein
ávísan fastan prís.
Men hetta merkir ikki, at
umstøðurnar í Føroyum at
framleiða vindorku eru
góðar hjá smápartafeløg-
um. Vit hoyra í Degi og
Viku hóskvøldið, at nú
SEV fer at seta fleiri vind-
myllur upp, so er ikki pláss
fyri fleiri vindmyllum á
netinum hjá SEV. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
smápartafelagið Røkt ikki
hevur møguleika fyri at
vaksa um sítt virksemi.
Preben Maegaad sigur, at
tað er politiski mynduleik-
in, sum eigur at tryggja
hesar umstøðurnar.
Men tað verður ikki gjørt
í Føroyum í løtuni, tí vit
hava ongan yvirordnaðan
umhvørvispolitkk. Og Jó-
hann í Niðristovu, ein av
monnunum aftanfyri smá-
partafelagið Røkt, sigur við
Dag og Viku hóskvøldið, at
um tað er hetta, man vil frá
politiskari síðu, so kunnu
teir í Røkt bara gevast, tí
verkætlanin er ikki meira
enn hálvliðin.
Bjarni
Djurholm
er
landsstýrismaður í vinnu-
málum, og hann situr eisini
við
orkumálum.
Hann
segði á fundinum í Norður-
landahúsinum hóskvøldið,
at arbeitt verður við at
stinga út í kortið ein før-
oyskan
orkupolitikk.
Landsstýrismaðurin vænt-
ar, at miðskeiðis í mai
mánaði er ein nevnd sett at
arbeiða við hesum.
Klæmint Weihe, stjóri í
SEV, sigur í sambandi við
vindorkuna og grundgev-
ingarnar hjá Preben Mae-
gaard, at vindorka er ein
óstøðug orkukelda, og tískil
mugu vit í Føroyum ansa
eftir, at vit ikki enda við
eini vánaligari el-góðsku.
- Eg eri stjóri í SEV og
havi ábyrgdina av, at før-
oyingar fáa eitt gott produkt
fyri teir pengarnar, sum teir
gjalda fyri orku frá SEV.
Trupulleikin við vindork-
uni er, at hon varierar ógvu-
liga nógv, og hvørja ferð
vindorku-framleiðslan fer
niður um eitt ávíst mark, so
skal onkur onnur orkukelda
verða klár at taka yvir
beinanvegin. Og tú skalt
ikki merkja tað heima hjá
tær sjálvum, at ein onnur
orkukelda júst hevur tikið
yvir. Men hetta er sera
trupult í praksis, og tað er
okkara stóri trupulleiki at
dragast við í sambandi við
vindorku, sigur Klæming
Weihe, stjóri í SEV.
Tað eru fýra vindmyllur í
Føroyum í løtuni, og tær
framleiða knapt átta milli-
ónir kilowatt-tímar.
Serfrøðingur í vindorku:
– Politiskur vilji
skal til
Preben Maegaard, forseti í
Heimsins Vindorku Felags-
skapinum, er greiður á máli
um týdningin, sum vindork-
an hevur og fer at hava í
framtíðini.
– Varandi orka er fram-
tíðin, og harímillum er
vindorkan ein tann mest
lovandi. Og tað er uttan iva,
sigur Preben Maegaard
Orkufundur í Norðurlandahúsinum: Klæmint Weihe til vinstru, sum er stjóri í SEV, sigur at
vindorka er ein óstøðug orkukelda, og at vit í Føroyum tískil mugu ansa eftir, at vit ikki enda
við eini vánaligari el-góðsku. Men Preben Maegaard í miðjuni, forseti í Heimsins Vindorku
Felagsskapinum, sigur harafturímóti, at vindorkan helst er tann best gongda leiðin í dag og í
framtíðini. Í Føroyum er ongin yvirordnaður orkupolitikkur, men Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í orkumálum, sigur at hann arbeiðir við at orða ein slíkan politikk fyri allar
Føroyar
Borgarin slapp ikki upp í part
Mikudagin vundu
hjúnini Heini og
Ragna Glerfoss í
Mikladali Merkið í
hálva stong. Hetta
fyri at vísa teirra
ónøgd við framferð-
arháttin hjá Mikla-
dals kommunu í sam-
bandi við kommunu-
samanleggingina.
Borgarin slapp ikki
upp í part, siga tey
KOMMUNUSAMANLE
GGING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mikladalur:
Ragna og Heini Glerfoss í
Mikladali eru als ikki nøgd
við háttin sum kommunu-
samanleggingin
millum
Klaksvík og Mikladal er
farin fram. Og hetta gjørdu
tey sjónliga vart við við at
vinda Merkið í hálva stong
mikudagin, sum var dagur-
in, tá sáttmálin skuldi
undirskrivast.
Sáttmálin er nú undir-
skrivaður, og greitt er, at frá
1. januar verður Mikladals
kommuna løgd saman við
Klaksvíkar kommunu.
– Tað eru vit sum so ikki
so øgiliga kedd av, men vit
vundu Merkið í hálva
stong, tí hetta var einasti
máti hjá okkum at vísa okk-
ara ónøgd við framferðar-
háttin hjá okkara komm-
unu, sigur Ragna Glerfoss.
Hon heldur, at tað er ov
galið, at borgararnir í
Mikladali og á Trøllanesi
ikki sluppu at hava eitt orð
at siga í hesum málinum.
– Vit vórðu boðin til
borgarafund, men tá lat til,
at alt mest sum var leyst og
liðugt uttan, at vit borgarar
vóru spurd um nakað, sigur
hon hørm á málinum.
Hjúnini duga heldur ikki at
síggja nakran sum helst
fyrimun við, at kommunan
verður løgd saman við
Klaksvíkar kommunu.
– Tað verður ikki verri í
bygdini enn tað sama, tað
vita vit væl. Men eg spyrji
bara, hvussu klaksvíkingar
skulu kunna fáa viðurskifti
í lag her í bygdunum, sum
ikki hava verið í lagi longi,
tá okkara egna fólk ikki
megnar tað, sigur hon.
Men samstundis fegnast
hon vegna bygdarfólkið á
Trøllanesi, at kommunur-
nar verða lagdar saman.
– Tað verður uttan iva
gott fyri fólkið á Trøllanesi.
So kanska tey verða hoyrd,
tí tað vóru tey ikki her,
sigur Ragna Glerfoss í
Mikladali.
Borgarstjórin í Mikladals
kommunu,
Markus
í
Norðnástovu, er ikki samd-
ur við hjúnunum Glerfoss.
Við Degi og Viku hós-
kvøldið segði hann, at tað
var betur fyri bygdirnar
báðar, at ongin fólkaat-
kvøða var, tí annars hevði
vandi verið fyri, at bygdir-
nar aftur fóru í tvíningar,
sum við skúlamálinum fyri
nøkrum árum síðani, tá
skúlin á Trøllanesi lat aftur.
Eisini
helt
Markus
í
Norðnástovu, at tað tykist
sum, at meginparturin av
bygdarfólkunum eru fyri
samanlegging, og tískil
heldur hann, at kommunan
hevur gjørt bygdarfólkun-
um eina tænastu við at taka
hesa avgerðina fyri tey
heldur enn at koyra tað út
til fólkaatkvøðu.
Mikudagin vundu hjúnini Ragna og Heini Glerfoss Merkið í hálva stong fyri at gera vart við teirra ónøgd við framferðarháttin hjá Mikladals kommunu í
kommunusamanleggingini. – Tað bleiv lagt saman, uttan at borgarin slapp at siga sína meining, siga tey
C
M
Y
K
3
2