leygardagur 17. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 73 - 17. apríl 2004
Nr. 73 - 17. apríl 2004
5
Leygardagin verður
stórt tiltak í Hvalba,
har tónleikurin
verður settur á
breddan. Fyrilestra-
haldarar siga sína
hugsan um tónleik í
oynni fyrr og nú og
framyvir og livandi
tónleikur verður at
hoyra. Millum røð-
ararnar verður løg-
maður
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Suðuroyggin og tónleikur-
in. Fyrr, nú og í framtíðini.
Soleiðis ljóðar yvirskriftin
fyri tiltak, sum verður í
skúlanum í Hvalba leygar-
dagin frá klokkan 13 til 17.
Tónleikalærarar, næm-
ingar og tónleikarar fara at
spæla millum smáu fyri-
lestrarnar,
sum
eru
á
skránni. Fleiri røðarar fara
at siga sína hugsan um tón-
leik og umboða teir ymsar
bólkar í samfelagnum. Sum
njótarar og/ella nýtarar av
tónleiki.
Elin Nielsen bjóðar væl-
komin og Einar Larsen sig-
ur so eitt sindur um tón-
leikasøguna í Suðuroynni.
Vegna kommunurnar sigur
Anna Djurhuus nøkur orð,
vegna
vinnulív
Anna
Kirstin Thomsen, vegna
peningastovnar
Mikkjal
Sørensen, vegna ítrótt Heri
Mortensen, vegna skúla
Nita Næs og síðsti røðarin
er løgmaður Jóannes Eides-
gaard. Høvi verður at seta
fyrilestrahaldarum spurn-
ingar.
Fyrilestrarnir eru smáar
10 minuttir og ímillum
spæla ymsir bólkar tónleik.
Øll eru vælkomin til til-
takið, sum tónleikalærarar í
Suðuroynni hava tikið stig
til.
Sum fyrsti handil í
Føroyum, fer Baby &
Barnaútgerð í Havn,
at gjalda fyri brúktar
barnavognar , ið
verða sendir vælger-
andi endamáli
BARNAVOGNAR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá fólk keypa sær nýggjan
bil, er gamli bilurin ofta ein
partur av handlinum, so-
leiðis at hann tá í ávísan
mun er gjaldið fyri nýggja
bilin.
Hetta er eitt konsept, sum
kanska ikki er so vanligt, tá
eitt nú baranvognar verða
keyptir, men tað verður so
broytt nú.
Baby & Barnaútgerð í
Havn hevur nevnliga tikið
táttin upp eftir bilhandlar-
unum, og framyvir verður
tað so, at um fólk hava
teirra gamla barnavogn við
- og hesin framvegis er
nýtiligur - tá nýggjur verð-
ur keyptur, so verður eitt
ávíst gjald latið fyri gamla
vongin.
Tað verður tó ikki sum
hjá bilhandlarunum, at fólk
so eisini kunnu velja, hvørt
tey vilja nýta nógvan pen-
ing til ein nýggjan bil ella
heldur eitt sindur minni til
ein gamlan.
Handilin hevur nevnliga
gjørt avtalu við føroyskan
hjálparfelagsskap, soleiðis
at gomlu barnavognarnir
framvegis
kunnu
gera
gagn, har materiallu ágóð-
arnir kanska ikki eru heilt
so vanligir, sum teir eru hjá
nógvum foreldrum í okkara
egna vælferðarsamfelag.
Tónleikur á breddan í Suðuroynni
Brúkti barnavognurin
telur við
Baby & Barnaútgerð í Havn fer nú at lata pengar fyri gamla barnavognin, tá ein nýggjur
verður keyptur
Øll eru vælkomin til
tiltakið, sum
tónleikalærarar í
Suðuroynni hava
tikið stig til.
Frá 7. til 15. juli í
summar vitjar í Før-
oyum hospitalsskipið
Anastasis, sum er eitt
av trimum skipum í
globala hjálparfelags-
skapinum Mercy
Ships, hvørs aðal-
endamál er at veita
hjálp og vón í einum
neyðstøddum heimi.
Eftir drúgt arbeiði í
Sierra Leone kemur
skipið í summar til
Europa at fyrireika
næstu ferðina til
triðja heimin, og legg-
ur Anastasis leiðina
framvið Føroyum
HJÁLPARARBEIÐI
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Mercy Ships er ein vaks-
andi kristin hjálparfelags-
skapur, sum við trimum
hospitalsskipum veitir hjálp
í neyðstøddum økjum, fyrst
og fremst í triðja heimin-
um. Felagsskapurin hevur
trý skip mannað við lækn-
um, lærarum, landbúnaðar-
fólki, sjúkrarøktafrøðing-
um, verkfrøðingum og øðr-
um faklærdum fólki, sum
sigla úr havn í havn í neyð-
støddum økjum at veita
alskyns hjálp til tilaftur-
skomin fólk. Felagsskapur-
in Mercy Ships hevur verið
virkin síðani 1978, og nú
kemur eitt av teimum trim-
um skipunum, Anastasis, til
Føroya at vitja í summar
eftir drúgt arbeiði í Sierra
Leone í Vesturafrika. Ana-
stasis er heimsins størsta
hospitalsskip við umleið
400 frívilligum arbeiðs-
fólkum umborð úr 35 yms-
um tjóðum, og talan er tí av
sonnum um eina multinati-
onala manning, sum í
summar vitjar í Norðurat-
lantshavi.
Felagsskapurin
hevur
fingið nógvar virðislønir
fyri arbeiðið sítt kring allan
heim, og hevur hetta eisini
vakt uppmerksemi á polit-
iska leikpallinum. Eitt nú
hava fyrrverandi og núver-
andi forsetarnir í Onglandi
og USA, Tony Blair, John
Major og Jimmy Carter, all-
ir alment veitt stuðul sín til
Mercy Ships felagsskapin.
Til Europa eftir útgerð
Hospitalsskipini hava ný-
mótans og framkomin lab-
oratoriið og skurðdeildir
umborð at grøða neyð-
staddar sjúklingar í triðja
heiminum, og gera skipini
einaferð um árið neyðugar
túrar til vesturheimin, hað-
ani størsti peningaligi stuð-
ulin kemur. Alt arbeiðið í
felagsskapinum er frívill-
igt, og tí verður alt virk-
semið fíggjað gjøgnum
gávur og stuðul. Um slíkt
professionelt hjálpararbeiði
skal fremjast í triðja heim-
inum, er neyðugt hvørt ár at
útvega sær nýggja útgerð,
proviant og ikki minst
manning í Europa, sum als
ikki eru at fáa í tilaftur-
skomnum økjum, umframt
at skipið fer á skipasmiðju í
Týsklandi. Hetta er orsøkin
til, at Anastasis kemur til
Europa og leggur leiðina
framvið Havnini frá 7. til
15. juli.
Suðurafrikanin
Andre
Cronje er samskipari um-
borð á Anastasis í sambandi
við havnavitjanir, og er
hann longu komin til Før-
oya at gera fyrstu fyrireik-
ingarnar til vitjanina í
summar.
– Vit vilja kunna vestur-
lendingar og føroyingar um
skipið og arbeiðið okkara í
triðja heiminum, og fáa øll
høvi at koma umborð hesar
dagarnar,
sigur
Andre
Cronje, sum býr í Cape
Town. Hann vísir á, felags-
skapur teirra hevur umboð í
øllum Norðurlondum, og í
Føroyum er Annika við
Skipá umboð fyri Mercy
Ships.
– Tískil eru vit fegin um
høvi at vitja her um leiðir,
og vónandi verður vitjanin
væleydnað, sigur Andre
Cronje. Annika við Skipá
greiðir frá, at fleiri føroy-
ingar hava verið umborð á
skipinum, og sjálv hevur
hon við familju verið um-
borð í tilsamans seks mán-
aðir í Sierra Leone og Togo,
har hon sum lærari undir-
vísti umborð.
Viðvíkjandi fígging sigur
Andre Cronje, at skipið í
størstan mun fær peninga-
gávur úr Onglandi og USA,
og eru útreiðslurnar til
virksemið umborð á Anast-
asis nakrar milliónir dollar-
ar um árið, har størsti part-
urin fer til útgerð.
Gleðiboðskapurin
ígjøgnum hjálp
Andre Cronje greiðir frá, at
talan er um ein kristnan fel-
agsskap, sum tó ikki er
tengdur at ávísari trúar-
grein ella samkomu, meðan
aðalendamálið fyrst og
fremst er at hjálpa samfel-
øgum at koma á føtur, har
praktiska hjálpin er ovast á
raðfestingarlistanum.
– Ígjøgnum praktisku
hjálpina boða vit gleðiboð-
skapin um vón, og úrslitini
hava verið fantastisk, sigur
Andre Cronje. Hann vísir
t.d. á, at eftir trý ár í Sierra
Leone hevur manningin á
Anastasis fingið landbún-
aðarvinnu í gongd, sjúkra-
hús, barnaheim, og hús eru
bygd, undirvísing er komin
í økini o.s.fr.
– Munurin í dag saman-
borið við, tá Anastasis á
fyrsta sinni kom til Sierra
Leone fyri trimum árum
síðani, er heilt ótrúligur,
sigur Andre Cronje úr Cape
Town.
Í summar fáa føroyingar
so høvi at vitja og stuðla
virkseminum umborð á
Anastasis, tá skipið liggur á
Havnarvág í átta dagar, og
eisini er høvi at fáa nærri
kunning á heimasíðuni
www.mercyships.org.
Heimsins størsta hospitalsskip vitjar í Føroyum
Suðurafrikanin Andre Cronje
vinstrumegin er samskipari
umborð á heimsins størsta
hospitalskipi Anastasis, og
Annika við Skipá, sum hevur
verið umborð í Afrika í seks
mánaðir, er umboðskvinna
fyri felagsskapin í Føroyum
Umborð á Anastasis eru nýmótans laboratoriið og
skurðdeildir, og her verður afrikansk genta løgd undir skurð
umborð á hospitalskipinum
Hospitalskipið Anastasis varð
fingið til vega av
hjálparfelagsskapinum Mercy
Ships í 1978, og síðani tá
hevur skipið siglt úr havn í
havn í tilafturskomnum
økjum at veita hjálp
C
M
Y
K
5
4