leygardagur 17. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 73 - 17. apríl 2004
Nr. 73 - 17. apríl 2004
7
Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður við
innlendismálum, sig-
ur, at honum dámar
ikki, at ætlanir eru
um møguliga mið-
savning av løgregluni.
Hann fer at boða løg-
málaráðharranum frá
síni misnøgd við tað,
sigur hann
MIÐSAVNAN
Edvard Joensen
Málið um bygnaðarbroyt-
ingarnar í løgregluni, sum
møguliga fara at flyta
partar av løgreglumanning-
ini úr Vágum og Vestmanna
til Havnar, er nú komið upp
á hægsta politiska stig.
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður við innlendis-
málum, fer at venda sær til
danska løgmálaráðharran at
gera vart við, at honum
dámar ikki slíkar ætlanir.
Meira fær hann ikki gjørt, tí
hetta er danskt mál burtur-
av, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður, sigur, at hann
kendi ikki til málið, fyrr
enn hann las um tað í Sosi-
alinum hósdagin.
Hann hevur síðan gjørt
av at venda sær til danska
løgmálaráðharran,
Lene
Espersen, fyri at greiða
henni frá síni støðu í hesum
málinum. Hann fer i fyrstu
syftu at senda løgmálaráð-
harrnaum eitt bræv og
eisini at biða um ein fund
um hetta málið.
– Eg veit ikki, hvat tað
gevur, tí hetta er danskt mál
burturav. Men eg vil gera
vart við, at hetta hóvar mær
nokk so illa, sigur Jógvan
við Keldu.
Han vísir eisini á, at hetta
er ikki í samvar við andan í
nullhugsjónini í ferðslupol-
itikkinum, sum nú er løgd
fyri tingið. Har verður sats-
að upp á gott efirlit. Men
verða løgreglumenn fluttir
úr ymsu økjunum, verður
eftirlitið av sær sjálvum
veikari. Tað er greitt.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað ber ikki til at sam-
meta stór og smá lond, tá
tosað verður um øki. Tí
hóast tað kann tykjast á
einum korti, at tað er skjót-
ari at koma út til ymsu øk-
ini í Føroyum, enn tað er
frá eini sentralari støð í
Danmark, er verri enn so
altíð, at tað í veruleikanum
er so, vísir hann á.
Jógvan við Keldu vísir á,
at tað ofta er so, at tá máls-
øki eru miðsavnað, hava tey
víst seg at virka í miðstað-
arøkinum, har tey eru løgd.
Tað, sum so er eftir, hevur
so ongan áhuga hjá centrala
fólkinum. Og tað má ikki
henda við løgregluni, sigur
landsstýrismaðurin
við
innlendismálum.
Vit eiga altíð at vera var-
in við miðsavnan, sigur
hann.
Ódámligt við miðsavning
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður við innlendis-
málum, fer at venda sær til
danska løgmálaráðharran at
gera vart við, at honum ikki
dámar ætlanirnar um mið-
savnan av løgregluni í Føroy-
um. Men løgreglan er danskt
mál burturav, og tí fær hann
lítið annað gjørt, sigur
landsstýrismaðurin
Tingfólk hjá Tjóð-
veldisflokkinum bæði
á Løgtingi Fólkatingi
seta spurningar um
ætlanirnar um mið-
savnan av løgregluni í
Føroyum
MIÐSAVNAN
Edvard Joensen
Tað hevur vakt ans millum
føroyskar politikarar, at fút-
in arbeiðir við bygnaðar-
broytingum í løgregluni í
Føroyum. Og serliga tað, at
møgulig miðsavnan er við í
uppskotinum, hevur fingið
politikararnar at vakna.
Heidi Petersen, ting-
kvinna Tjóðveldisfloksins í
Norðstreymoy, hevur boðað
frá, at hon fer at seta Jógv-
ani við Keldu, landsstýr-
ismanni
við
innlendis-
málum, skrivligan fyri-
spurning um hetta málið.
Heidi Petersen fer at
spyrja landsstýrismannin,
um hann er vitandi um ætl-
aninar hjá donsku løgregl-
uni um at skerja løgregluna
í Vágum og at niðurleggja
sýslumannsstarvið í Vest-
manna og flyta tað til Tórs-
havnar.
Eisini vil hon vita, um
landsstýrismaðurin kann
greiða frá, hvørja hugsan
hann hevur um hetta mál,
og hvørji tiltøk hann vil
seta í verk í sambandi við
hesa ætlan hjá donsku løg-
regluni.
Hon spyr framhaldandi,
um
landsstýrismaðurin
heldur tað verða í lagi, at
vit í Føroyum ikki hava av-
gerðarrætt og vald á so týð-
andi funktión í landinum
sum sýslumenn og løgregla
hava.
At enda spyr Heidi Peter-
sen Jógvan við Keldu, um
hann fer at gera nakað fyri
at fáa hetta vald á føroyskar
hendur, soleiðis at vit í
Føroyum gera av, hvussu
vit skipa sýslumenn og løg-
regluna í landinum.
Eisini á Fólkatingi hevur
Tjóðveldisflokkurin tikið
málið upp.
Høgni Hoydal, fólka-
tingsmaður, hevur spurt
danska løgmálaráðharran,
Lene Espersen, hvat hon
kann uplýsa um tær ætlanir
um
bygnaðarbroytingar,
sum arbeitt veðrur við í
løgregluni í Føroyum, og
um løgmálaráðharrin kann
vátta, at arbeitt verður við
øktari miðsavnan og møgu-
liga at leggja niður okkurt
av sýslumansembætunum í
Føroyum.
Bæði Heidi Petersen og
Høgni Hoydal nerta í sínum
fyrispurningum við tær
uppgávur, sýslumenninir
hava umframt at vera
vanligur politimynduleiki.
Nevnt verður millum annað
grindareglugerð, granna-
stevnur og friðingarmál.
Heidi Petersen,
løgtingskvinna, hevur boðað
frá, at hon á Løgtingi fer at
seta Jógvani við Keldu,
landssstýrismanni,
fyrispurning um løgregluna í
Føroyum. Tað sama hevur
Høgni Hoydal á Fólkatingi
spurt Lene Espersen,
løgmálaráðharra, um
Mynd: Jens Kristian Vang
Tjóðveldisfólk spyrja um
løgreglu
Turt gólv á Atlantis
Kryvjivirkið Atlantis í
Vestmanna er nú
afturlatið, og einki
virksemið verður
aftur hjá felagnum,
sigur stjórin. Virkið
verður nú riggað av
ALIVINNAN
Edvard Joensen
Vestmanna:
Í Vestmanna eru nú eini 20
arbeiðspláss færri, enn tey
vóru
á
nýggjárinum.
Kryvjivirkið Atlantis er
endaliga afturlatið. Mask-
inur og onnur rakstrargøgn
standa enn í bygninginum,
men arbeitt verður við at
selja tey.
Kreppan í alivinnuni
hevur nú latið eitt av størru
arbeiðsplássunum í Vest-
manna aftur. Alt arbeiðs-
fólkið er koyrt til hús, sigur
stjórin á Atlantis, Jákup
Oluf Hansen.
Hann sigur, at enn er so
mikið stutt fráliðið, síðan
tey góvust at arbeiða, at tey
flestu enn eru í ALS skipan-
ini. Men onkur hevur tó
fingið annað arbeiði. Onkur
er er farin til skips, onkur
arbeiðir hjá Vestmanna
Kommunu, og onkur annar
hevur fingið eitthvørt hand-
verksarbeiði, sigur hann.
Vestmanna Fiskavirking
eigur bygningin, sum At-
lantis hevur hildið til í, og tí
verður nú riggað av. Pakn-
ingur og annað leysafæ
verður selt, og roynt veðru
so eisini at sleppa av við
rakstrargøgnini, eins og
ruddað verður upp á økin-
um. Alt skal út. Leigusátt-
málin verður so eisini upp-
sagdur.
Tá alt er avriggað, er so
upp til eigararnar, hvat teir
fara at gera við bygningin,
sigur Jákup Oluf Hansen.
Møguleiki er fyri, at annað
virksemi fer í gongd. Men
tað veru so ikki Atlantis,
sum fer at gera nakað
meira. Sum skilst á honum,
eru útlit fyri, at felagið heilt
verður avtikið.
Arbeitt hevur verið til
fram til mánaðarskiftið
seinasta. Men nú verður so
einki aftur av slíkum ar-
beiði fyrstu fleiri árini.
Sjúka í alibrúkunum hevur
gjørt, at økið skal liggja
stilt, og síðan ganga nøkur
ár frá tí, sett verður útaftur,
til takast kann.
Jákup Oluf Hansen held-
ur, at tað man merkjast í
Vestmanna, at hesi umleið
20 arbeiðsplássini ikki eru
meira.
Kryvjivirkið Atlantis í Vestmanna er latið aftur, og umleið 20
arbeiðspláss eru nú færri í bygdini
Mynd: Álvur Haraldsen
Landsstýrismaðurin
við almanna- og
heilsumálum ynskir,
at sjúkrafútningurin í
Vágum eisini í fam-
tíðini verður røktur
úr Vágum. Hann fer
at biða løgtingið um
játtan til hetta
SJÚKRAFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Vágar:
Útlit eru nú fyri, at málið
um sjúkraflutningin í Vág-
um verður loyst við, at ein
avtala verður gjørd millum
Almanna- og Heilsmála-
ráðið og Vága Bjargingar-
felag um hesa tænastuna.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður við almanna-
og heilsumálum, sigur, at
hann fer at biða løgtingið
játta
350.000,-
krónur
seinna halvár í ár til at røkja
sjúkraflutningin úr Vágum
fyri.
Ætlan landsstýrismansins
er at gera eina skipan, har
eitt ávíst tal av portørum
verða settir í starv í Vágum
til at røkja sjúkraflutningin
burturav, sigur Hans Pauli
Strøm. Vága Bjargingarfel-
ag skal so umsita hesa skip-
anina, sigur hann. Skipanin
fer væntandi at kosta einar
700.000,- krónur árliga.-
Hans Pauli Størm sigur,
at hann nú fer at heita á
Landssjúkrahúsið um at
taka upp samráðingar við
Vága Bjargingarfelag um
endaligu avtaluna. Tá verða
smálutir avtalaðir. Har í
millum eisini, hvussu nógv
fólk talan verður um.
Málið hevur í samband
við fíggjarlógarviðgerðina
verið hjá Trivnaðarnevndini
vil viðgerðar, og hon hevur
viðmælt at seta helvtina av
kostnaðinum av í ár. Út frá
tí skilst so, at skipanin fer
at halda fram, og at kostn-
aðurn verður mettur til tær
700.000,- krónurnar, lands-
stýrismaðurin hevur nevnt.
Vága
Bjargingarfelag
hevur
á
sjálvbodnum
grundarlagi í áravís røkt
sjúkraflutningin úr Vágum.
men nú ynsktu teir, sum
hava røkt hesa tænastuna,
at fáa eina fasta skipan, har
teir millum annað eisini
fingu løn fyri ta tíðina, teir
vóru bundnir av sínum
vaktum. Eftir gomlu skip-
anini fingu teir bert løn,
meðan teir fysiskt vóru í
bilinum. Ikki meðan teir
annars vóru bundnir við
telefonina.
Marjus Dam, løg-
tingsmaður, sigur, at
hann undir ongum
umstøðum fer at góð-
taka, at tikið verður
burtur av løgreglu-
liðnum í Vágum.
Hann fer at kæra til
løgmálaráðið og rík-
ispolitiovastan um
tað verður neyðugt,
sigur hann
BYGNAÐARBROYTING
Edvard Joensen
Vágar:
Sambandstingmaðurin
í
Vágum, Marjus Dam, er
ikki fegin um ætlanirnar
um bygnaðarbroytingar í
løgregluni, sum kunnu hava
við sær, at løgregluliðið í
Vágum verður skorið niður.
Tað fer hann ongantíð at
góðtaka, sigur hann.
Marjus Dam er so av-
gjørdur í síni søk, at hann
fer, um tað kemur so vítt, at
kæra til fútan í fyrsta um-
fari, og um fútin ikki steðg-
ar ætlanini, ætlar hann sær
víðari til bæði løgmálaráð-
ið og ríkispolitiovastan, sig-
ur sambandstingmaðuriní
Vágum.
– Hatta stríðir í móti tí
politikkinum, sum sigur, at
vit skulu hava so nógv al-
menn arbeiðspláss sum
gjørligt úti kring landið,
sigur hann. Flyta vit umsit-
ingina inn í miðstaðarøkið,
fylgir fólkið við. So missa
vit bæði inntøkur og ikki
minst tey fólkini, sum ann-
ars høvdu búleikast úti í
økinum, vísir hann á.
Hann heldur tað vera
heilt við síðuna av, at tað
almenna skal ganga undan
at miðsavna tænastur sínar.
– Eg síggi sama tendens
her sum eitt nú við bankum
og slíkum fíggingarsovn-
um. Teir lata deildirnar
kring landið aftur, og sam-
stundis vaksa stór »palass«
upp í Havnini.
Marjus Dam undrast á,
um hetta kann vera byrjan-
in til, at ein risastór politi-
støð kanksa skal byggjast í
Havn, og at tað tí verður
neyðugt at minka um ella
kanska leggja niður støðir-
nar úti á bygd.
– Tað átti heldur at verið
soleiðis, at tær smáu bygd-
arstøðirnar vórðu víðkaðar.
Bæði við plássi og fólki,
sigur Marjus Dam.
Yvirgangur
Allur vesturheimurin ristir í
brókunum fyri tí yvirgangi,
sum nær sum helst kann
raka
londini.
Trygdin
verður herd allastaðni, vísir
Marjus Dam á. Men ikki
her hjá okkum. Her ætla vit
tað øvugta, sigur hann.
Hann vísir á, at tað ferðast
heilt nógv fólk um flog-
vøllin í Vágum, og at talið
bara veksrur. Tað setir eisini
krøv til trygdina. Og tað
metir hann ikki, at ein flyt-
ing av løgreglufólki úr Vág-
um til Havnar hjálpir uppá.
Gamaní er tað rímiliga
skjótt at koma úr Havn
vestur í Vágar, tá okkurt er
áfatt. Men tað er altso
skjótari at koma úr Miðvági
á flogvøllin, enn úr Havn.
Og eisini her, eins og við
eitt nú sjúkraflutningi, er
tað umráðandi við skjótari
hjálp, tá eitthvørt er áfatt.
– Vit frætta bara um út-
bygt rutunet úr Vágum, sig-
ur Marjus Dam. Bæði Bret-
land, Noreg og nú eisini
Italia eru komin afturat
seinastu árini. Hvat kann
ikki koma hendanveg av
bæði rúsevnum og øðrum
slíkum? spyr hann. Gamaní
hava vit tolleftirlitið - enn -
á flogvøllinum. Men vit
eiga avgjørt ikki at svekka
løgregluna, sigur hann. Tí
hesir báðir, tollarin og pol-
itisturin, eiga at arbeiða
saman og soleiðis gerast
tað sterkari.
Luktar illa
– Hetta luktar illa av mið-
savnan og hevur eftir mín-
um tykki einki sum helst
við rationaliseringar at
gera, sigur Marjus Dam. Eg
nokti
at
góðtaka
tað
argumentið, at talan er um
at fáa meira fyri pengarnar,
sum tøkir eru, sigur hann.
Hann heldur tað vera
løgið, at bara tað, sum ligg-
ur í Havn, skal vera ration-
elt. Tað er at niðurgera tað,
sum liggur uttan fyri Havn-
ina, sigur hann.
Tað er líka skjótt at koyra
úr Vágum til Havnar, sum
tað er at koma hinvegin. Og
í Vágum er brúk fyri løg-
reglu á flogvøllinum fleiri
ferðir um dagin, við teirri
nógvu flogferðsluni, sum
er. Ikki minst í hesum
Schengen tíðum, vit nú liva
í, sigur hann.
Tað mátti tískil verið
meira rationelt at latið fólk
farið nakrar fáar ferðir úr
Vágum til Havnar, tá tørvur
var á tí har suðuri, heldur
enn at koyra hvønn dag
vestur í Vágar.
Tað stendur í samgongu-
skjalinum, at flogvøllurin í
Vágum skal byggjast út. Og
róð varð fram undir hetta á
fundinum, sum løgmaður
her fyri hevði við danska
forsætisráðharran. Vónandi
fæst ein skjót loysn á tí mál-
inum, sigur Marjus Dam.
Og tá verður upp aftur meira
brúk
fyri
løgreglu
á
flogvøllinum, vísir hann á.
– Eg góðtaki ikki, at pol-
itistøðin í Vágum tódnar.
Eg vil forða fyri, at góð og
vælvirkandi arbeiðspláss
verða smoygd út gjøgnum
bakdyrnar,
proklamerar
Marjus Dam, sambands-
tingmaður í Vágum. Vit
skulu heldur byggja smáu
politistøðirnar út tekniskt,
sigur hann.
Ætlar at kæra fútan til løgmálaráðið
Tað hevur vakt mótstøðu, at
lagt er upp til bygnaðar-
broytingar í løgregluni, sum
møguliga fara at minka
manningartalið á politi-
støðini í Vágum niður í helvt.
Marjus Dam, løgtingsmaður,
lovar at kæra bæði til løg-
málaráðið og ríkispolitiov-
astan, um fútin ikki steðgar
slíkum ætlanum
Mynd: Edvard Joensen
Sjúkraflutningurin verandi í Vágum
Sjúkrabilar úr Havn koyra
javnan sjúklingar til og frá
flogvøllinum. Hesa tænastu
halda teir, sum koyra í
Vágum, at teir eisini kunnu
røkja, um flutningurin
verður lagdur í fasta legu við
føstum portørum í Vágum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6