Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 73 - 17. apríl 2004 Nr. 73 - 17. apríl 2004 9 Høgni Hoydal: Tað, sum verður sagt frá aðalstýrunum má verða sakliga og faktuelt rætt og tað er tað ikki í hesum tíðindaskrivinum.Bárður Nielsen hevur við skattgjaldarans pengum betalt externum freelance fjølmiðlafólki fyri at gera faktuelt skeivt tíðindaskriv og hetta er ein principiell og óheppin gongd. John Johannessen: Alt byrjaði við, at fólk ikki tímdu at arbeiða sum fjølmiðlafólk, tí tey vunnu meir pening við at arbeiða sum ráðgevar fyri almennu Føroyar. Her havi eg ein bókiling, sum eitur frá Heimastýri til Fullveldi, og hann má hava kosta einar 50.000 krónur, so at leggja eftir Bárði Nielsen fyri at føra sambands- propaganda, er eitt sindur við síðurnar av. Kaj Leo Johannesen: Tá mann tosar um eksterna ráðgeving, so kendi mann væl til eksterna ráðgeving í undanfarnu samgongu. Tá brúkti mann 50 mio. krónur til fullveldi og fullveldismarknaðarføring. Bárður Nielsen: Tá hugsað verður um, at 50 mio. krónur vóru nýttar til politiskt propanganda hjá undanfarnu samgongu, skilji eg einki av, at mann skýtir eftir tí, at eitt fjølmiðlafólk hevur eftirhugt eitt tíðindaskriv, sum er gjørt av embætisverkinum og er politiskt litað av landsstyrismanninum, sum sitiur har. Hetta er at yvirreagera kraftiga. Torbjørn Jacobsen: Poengið er, at Fíggjarmálaráðið ikki stendur innifyri tí sum stendur í skrivinum og tí er skrivið partapolitiskt propanganda hjá Bárði Nielsen og Sambandsflokkinum. Heldur Bárður Nielsen, at tað er rætt, at almennu Føroya rinda fyri propanganda hjá Sambandsflokkinum? Sagt í tinginum mikudagin: Kunningarráðgevin hjá fullveldissam- gonguni, Sjúrður Skaale, heldur tað vera ógvuliga torført at gera av, nær ein fyrisiting kunnar borgaran, og nær hon fremur politiska propaganda. - Í poli- tikki eru altíð deildar meiningar og tað ger, at markið millum upplýsing og propa- ganda er ógvuliga flótandi, heldur Sjúrður Skaale KUNNINGAR- RÁÐGEVAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Orðið politisk propanganda feyk um allar geilar í løg- tinginum mikudagin. Ting- menn gjørdust rættiliga heitir undir munnliga fyri- spurninginum hjá Høgna Hoydal til landsstýrismann- in, Bárð Nielsen. Formaður Tjóðveldisfloksins helt fyri, at tíðindaskrivið frá landsstýrismanninum í samband við fíggjarlógaruppskotið var villeiðandi fyri almenning- in. Umboð fyri Tjóðveldis- flokkin róðu framm undir, at Bárður Nielsen misnýtti fyrisitingina til at fremja egin politisk áhugamál. Millum annað førdu um- boðini fyri Tjóðveldis- flokkin fram, at upplýsing- arnar í tíðindaskrivinum einki hald hava í veruleik- anum og geva eina ranga mynd av føroysku fíggjar- støðuni. Niðurstøðan var greið: Bárður Nielsen førdi partapolitiska propaganda fyri almennar pengar. Løgtingsumboð fyri bæði Javnaðarflokkin og Sam- bandsflokkin svaraðu aftur og løgdu Tjóðveldisflokkin og undanfarnu samgongu undir at hava gingið á odda við politiskari propaganda, tá stríðið um fullveldið var í hæddini. Bæði javnaðar- tingmaðurin, John Jo- hannessen, og landsstýris- maðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, søgdu seg ikki skilja skuldsetingarnar frá Tjóðveldisflokkinum. Teir vístu á, at fullveldis- samgongan hevði nýtt nógvan pening til marknað- arføring av fullveldisætlan- inum og tí var tað undrun- arvert, at Tjóðveldisflokk- urin nýtti peikifingurin, tá júst hesin flokkur gekk á odda fyri politiskari propa- ganda. Flótandi Sjúrður Skaale starvaðist sum kunningarráðgevi hjá føroyska landsstýrinum undir samráðingunum við donsku stjórnina í 2000. Hansara uppgáva var at svara spurningum frá út- lendskum og føroyskum journalistum og geva teimum tað tilfar, teir bóðu um. Harumframt skrivaði hann tíðindaskriv fyri landsstýri, og dagførdi heimasíðuna "fullveldi.fo". Afturat hesum skrivaði Sjúrður Skaale eisini fram- løgur og røður fyri lands- stýri. Sjúrður Skaale skrivaði eisini bóklingin "Frá heimastýrið til fullveldið", sum varð sendur í hvørt hús í 2000. Í løgtinginum mikudagin var hesin bóklingur fleiri ferðir havdur á lofti. Hann var nevndur politisk propa- ganda frá fullveldissam- gonguni, og ógvuliga deild- ar meiningar vóru um bók- lingin. Fleiri løgdu fullveldis- samgonguna undir at føra politiskt propaganda fyri skattgjaldarans pening. Boðini frá fullveldislands- stýrinum vóru, at talan var um kunning í samband við ætlanina um at skipa Før- oyar sum fullveldisríki. Sjúrður Skaale, sum ritaði bólkingin, heldur ikki, at talan var um propa- ganda. - Bóklingurin var skriv- aður við støði í Hvítubók, sum óheftir serfrøðingar høvdu gjørt. Og eg haldi ikki, at nakað stóð í bók- linginum, sum ikki sam- svarar við tað, sum stóð í Hvítubók. Tí haldi eg, at bóklingurin var kunning, og ikki propaganda, sigur hann. Hinvegin ásannar Sjúrð- ur, at markið millum polit- iska kunning og propa- ganda er ómetaliga ringt at seta, tá ein fyrisiting vendir sær til almenningin. - Eg havi eitt nú skrivað tvær nýggjársrøður fyri fyrrverandi løgmann. Slík- ar røður, eru tær góðar, geva tí persóninum, sum ber tær fram, nógva positiva umrøðu. Men eru tær propaganda? Eg veit ikki. Tær eru ið hvussu er stór politisk reklama, sigur Sjúrður Skaale. - Vit mugu ásanna, at tað í politikki altíð eru ymiskar meiningar um, hvussu veruleikin sær út, og tað ger, at tað altíð eru ymiskar meiningar um, hvat er upp- lýsing, og hvat er propa- ganda. Markið er ógvuliga flótandi, sigur Sjúrður Skaale. Hann vísir á, at serliga í fullveldisspurninginum eru sera ymiskar meiningar, og tí er ógjørligt at upplýsa um tað málið uttan so, at onkur heldur talan vera um polit- iska propganda. - Orsøkin til, at so nógv orðaskifti er um hetta er, at vit royna at halda uppi eini illusión um, at tað ber til at skilja sundur politikk og umsiting. Tvs. at tá ein politisk umsiting sigur okk- urt, so skal tað vera púra óheft. Men tað ber ikki til. Politikkur er politikkur og landsstýrismenn og em- bætismenn arbeiða við politiskum ætlanunum, sum nógv ikki taka undir við. Í USA hava tey eina politiska umsiting, so tá er einki raffla um, greiðir Sjúrður Skaale frá. Ikki misnýtast Sjúrður Skaale var formelt settur í starv í løgmans- skrivstovuni undir fullveld- islandsstýrinum. Hann greiðir frá, at allar frágreið- ingar og tíðindaskriv vóru gjørd í samráð við politik- arar og embætisfólk á løg- mansskrivsstovuni. - Tað er hetta, sum eg haldi vera tað avgerandi: Einki má berast fram, sum er faktuelt skeivt. Tilfarið, sum verður latið borgaran- um má altíð hava dekning í stovninum. Og politikarar mugu ikki misnýta fyrisit- ingina og teir almennu pengar, teir hava atgongd til, til persónligan fyrimun, sigur Sjúrður. Sjúrður heldur, at dømi eru um, at slík misnýtsla er farin fram. - Eg haldi, at eitt nú Anfinn Kallsberg misnýtti løgmansskrivstovuna til egnan persónligan fyrimun, tá hann persónliga fór í mótálop ímóti rithøvund- unum av bókini Skjót Jour- nalistin. Kallsberg legði sítt álop á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni, men talan var ikki um tíðindi frá tí almenna til borgaran. Talan var um at Anfinn Kallsberg misnýtti løg- mansskrivstovuna og løg- mansembæti til eitt persón- ligt álop á tveir journalistar. Tað líktist svarta ongum. - Málið um Bárð Nielsen kenni eg ikki so væl, men um Bárður í hasum nógv umrødda tíðindaskrivinum hevur borið fram ósann- indi, so er yvirhøvur eingin ivi um, at hann hevur mis- nýtt sítt embæti. Og so eigur tað sjálvsagt at fáa avleiðingar, heldur Sjúrður Skaale at enda. Flótandi mark millum kunning og propaganda 200 pensjonistar hittast í Suðuroy Skipini hjá Strandferðsluni aftur hótt við at verða løgd Í dag verður eldra- dagur í Suðuroy, har pensjonistar úr øllum landinum hittast til gaman og álvara ELDRADAGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag hittast 200 pensjón- istar úr øllum landinum til gaman og álvara á Tvør- oyri. Tað er árligi eldradagur- in, sum í ár verður í skúla- høllini í Trongisvági við nógvum áhugaverdum á skránni. Tað er Landsfelagið Pen- sjónista, sum skipar fyri degnum, men av tí at dag- urin er í Suðuroy í ár, eru tað pensjónistafeløgini í Suðuroy, sum stíla fyri tiltøkunum á degnum. Og har er nógv áhugavert á skránni, eitt nú fleiri áhugaverdir fyrilestrar. Stevnan byrjar klokkan hálvgum eitt og tann fyrsti tímin fer til fáa súpan og langabreyð. Klokkan hálvgum tvey fer Thorbjørn Lisberg, for- maður í pensónistafelagn- um HØFT í Suðuroyar Norðaru helvt at seta eldra- dagin. Síðani er allur seinna- parturin er pakkaður við fyrilestrum. Talan er um heilar 10 fyrilestrar, men teir eru stuttir fyri at tað ikki skal verða ov langligt at lurta eftir. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, fer at tosa um tey eldru í landspolitikki og Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum, fer at tosa um Almanna- og eldrapolitikk. Borgarstjórin í Vági og borgarstjórin á Tvøroyri fara at tosa um eldrapo- litikk í teirra kommunum og leiðarin í heimarøktini í Suðuroy, Jeanna í Lágabø, fer at tosa um heimarøkt og tey eldru. Josvein Bech, prestur, fer at halda fyri- lestur um átrúnað, trygg- leika og eldru og Beinta Leo, kostráðgevari, fer at tosa um hvat tey eldru eiga at leggja dent á viðvíkjandi mati. Jórun Petersen, fysio- terapeutur, fer at tosa um motiónsfimleik og sum rosinan í pylsuendanum, fer Sverri Midjord at tosa um at vera virkin, hóast ein er komin upp í árini. Og hann veit, hvat hann tosar um, tí fá eru so virkin sum nett- upp hann. Um kvøldið verður so veitsla fyri luttakarunum við døgverða, skemti, sangi og aftaná verður farið upp á gólv. Finna Fíggjarmála- ráðið og Skipara- og navigatørfelagið, ikki semju á fundi, sum verður týsdagin, verða skipini hjá Strandferðsluni løgd SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen aki@sosialurin Tað eru ikki meiri enn góð- ar tvær vikur síðani, at verkfall ella verkbann hótti við at leggja skipini hjá Strandferðsluni. Hetta var beint fyri páskir. Men longu nú er aftur galið. Í næstu viku er aftur vandi fyri, at bæði Smyril og øll hini skipini hjá Strandferðsluni verða løgd av verkfalli ella verkbanni. Somuleiðis er eisini vandi fyri at havrannsóknarskip- ið, Magnus Heinasen, verð- ur lagdur. Beint fyri páskir var tað ósemja um lønina hjá maskinmeistarunum, sum sigla við Strandferðsluni, sum hótti við at leggja flot- an hjá Strandferðsluni. Nú er tað ósemja um við- urskiftini hjá skiparunum og stýrimonnunum hjá strandferðsluni, sum hóttir siglingina. Sáttmálin ímillum Fíggjarálaráðið og Skip- ara- og Navigatørfelagið gekk út 1. desember og síðani hevur verið samráðst um nýggjan sáttmála. Higartil hava samráðing- arnar verið til fánýtis og tær eru fyribils endaðar við, at semingsmenninir komu uppí. Semingsmenninir eru Christian Andreasen, løg- frøðingur og Árni Ellefsen, grannskoðari. Teir báðir hava útsett eitt møguligt verkfall og teir hava kallað partarnar sam- an til semingsfundar týs- dagin. Tá verður samráðst til tað røkkur ella støkkur. Tað merkir sostatt, at fæst ikki semja á fundinum týsdagin, er ongin sáttmáli og sostatt verða skipini hjá Strand- ferðsluni og Magnus Heinason, løgd. Verða skipini hjá Strand- ferðsluni løgd, fer tað at raka alla siglingina hjá Strandferðsluni. Og tað skerst ikki burtur, at serliga Suðuroyggin verður hart rakt, tí har er nógv longst at sigla og møguleikarnir at sigla við øðrum bátum, so- statt avmarkaðir. Men tað fer eisini at raka Norðoyggjar og Sandoynna hart, tí eisini har er vinnu- lív, sum hevur hart brúk fyri ferðasambandi hvønn dag. Vilja hava rættindi staðfest Tá ið stígur kom í samráð- ingarnar ímillum Maskin- meistarafelagið og fíggjar- málaráðið beint fyri páskir, var høvuðsknúturin tað nýggja suðuroyarskipið. Fíggjamrálaráðið kravdi at fáa nýggja suðuroyar- skipið við í samráðingar- nar, men tað vildi Maskin- meistarafelagið ikki. Úrslitið gjørdist tann salomonska loysnin, at samráðingarnar um nýggja suðuroyarskipið vórðu út- settar til tíðliga í summar. Men hesuferð er hetta ikki trupulleikin. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sigur, at nýggja suðuroyarskipið er við í samráðingunum. Men kortini er tað júst nýggja suðuroyarskipið, sum størsta ósemjan er um. – Yvirmenninir, sum sigla við Smyrli, sigla eftir einar 1:1 skipan. Tað merk- ir, at teir eru eina viku um- borð og eina viku í landi. – Hetta er ikki staðfest í sáttmálanum. Nú vilja vit hava tað tryggjað í sjálvum sáttmálanum, at teir skulu sigla 1:1. Men tað vil Fìggjarmálaráðið ikki, sig- ur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at hetta verður tann ringasti knútur- in at loysa, nú nú partarnir fara til semingsfundfar týs- dagin. – Vit vilja ikki koma í ta støðu, at Fíggjarmálaráðið av sínum eintingum kann seta yvirmenninir at sigla eftir eini 2:1 skipan, ella enntá eini 3:1 skipan, har teir eru tvær ella tríggjar vikur umborð og eina viku í landi. Men annars er eisini ósemja um eftirlønina hjá yvirmonnunum. Ongar viðmerkingar Tummas Magnussen á Fíggjarmálaráðnum hevur ongar viðmerkingar til samráðingarnar. – At gera føra samráðing- ar í fjølmiðlunum, er at draga tær út úr samráðing- arhølunum og tað haldi eg ikki er rætt, sigur hann. Vit ætlaðu annars at spyrja hann, hví Fíggjar- málaráðið ikki vil staðfesta tað í sáttmálanum, at yvir- menninir við nýggja Smyrli, skulu sigla eftir einari 1:1 skipan. Nýggi Smyril er væl størri enn Smyril, sum nú er, og vilja politikarar spara, verður tað ein møgu- leiki at fækka túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina, uttan at farmur, bilar ella ferðafólk koma at standa eftir. Verður siglingin minni, minkar eisini arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum og tað kann hugsast, at Fíggjar- málaráðið tí vil standa frítt fyri at koyra yvirmenninar yvir í eina 2:1 skipan, ella kanska eina 3:1 skipan, har yvirmenninir eru tvær ella tríggjar vikur umborð og eina viku í landi Vit ætlaðu tískil eisini at spyrja Tummas Magnussen, um mótviljin hjá Fíggjar- málaráðinum ímóti at stað- festa eina 1:1 skipan í sátt- málanum, er tí at teir vilja standa fríari til at koyra yvirmenninir yvir í eina 2:1 skipan ella 3:1 skipan, so at effketiva arbeiðstíðin kann fylgja við, um so er at siglingin verður minkað. Men hann hevur ongar viðmerkingar til samráð- ingarnar yvirhøvur. Tað plagar at verða stuttligt og hugnaligt, tá ið pensjónistar hittast í Suðuroy. Hendan myndin er frá jólaveitsluni Tað eru ikki meiri enn góðar tvær vikur síðani, at bæði Smyril og hini skipini hjá Strandferðsluni vóru um reppið at verða løgd av ósemju á arbeiðssmarknað- inum. Nú er longu aftur galið C M Y K 9 8