leygardagur 17. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 73 - 17. apríl 2004
Nr. 73 - 17. apríl 2004
11
Í næstu viku verður KT-stevna í Norðurlandahús-
inum. Kunningar- og samskiftistøkni er ein sera
týðandi táttur í at kalla øllum pørtum av nútímans-
samfelagnum. Vinnulív á sjógvi og landi, umsiting,
peningastovnar, útbúgvingarskipanin og einstak-
lingurin - alt er meira ella minni tengt at kunn-
ingartøknini. Tann tíðin, tá ein telda var nakað
sermerkt fyri serfrøðingarnar, er langt síðan farin
aftur um. Kunningartøknin er nú ein natúrligur
partur av gerandisdegnum hjá so at siga hvørjum
einstøkum samfelagsborgara.
Ein vælvirkandi og vælútbygd KT vinna er ein
sjálvsøgd fortreyt fyri einum vælvirkandi sam-
felag. Tað er tí av stórum týdningi, at Kunningar-
tøknin stendur sterk innan útbúgvingarskipanina
so væl sum í vinnulívinum. Kunningartøkni er
ikki eitt mál í sjálvum sær men eitt neyðugt am-
boð og ein fortreyt fyri allari menning. Tað er tí
neyðugt støðugt at dagføra og menna nýtsluna av
hesum amboði. Hetta setir stór krøv til fólka-
skúlan og til vinnu- og miðnámsskúlarnar. Hesi
krøv kosta stórar peningaupphæddir, men tað fer
at kosta meira, um vit ikki alla tíðina eru í fremstu
røð á hesum øki serstakliga innan útbúgvingar-
kervið.
Føroysk KT hevur verið í støðugari menning.
Vinnan hevur staðið seg sera væl í kappingini við
útlendskar fyritøkur og henda vinna hevur sýnt
bæði áræði og dirvi til at ganga nýggjar leiðir.
Kappingin frá stórum og sera peningasterkum út-
lendskum KT fyritøkum harðnar í hvørjum. Hetta
skapar sjálvsagt trupulleikar fyri heimligu vinn-
una. Í eini slíkari støðu er tað freistandi at avmarka
kappingina við politiskum tiltøkum. Hetta kann
eisini hjálpa eini trongdari vinnu eina tíð, men sum
frálíðir gagna slík tiltøk ikki eini vinnu í harðari
kapping. Vit kunnu vísa til skipasmiðjuídnaðin í
útlandinum t.d. í Noregi, sum stóran almennan
stuðul ikkii stendur seg ikki í kappingini við út-
landið.
Føroyska KT vinnan er noydd til at brynja seg til
kappingin, og henda vinna er noydd til at sjálv at
taka kappingina upp við útlendsku kappingar-
neytarnar. Tað almenna eigur ikki við politiskum
tiltøkum at leggja seg út í kapping á vinnuøkjum
og sostatt heldur ikki á KT økinum. Hinvegin
eigur tað almenna at ansa væl eftir, at einki verður
gjørt, ið kann skaða føroyska KT vinnu. Hartil er
tað sjálvsagt, at hitt almenna stuðlar við at seta
mennandi karmar um KT vinnuna eitt nú við út-
búgving og mennandi vinnulóggávu á ymsum
økjum. Føroyska KT vinnan er so væl fyri við
atliti at kapitali, førleikum, starvsfólki og útgerð,
at vit ivast ikki í, at vinnan fer at standa seg í
kappingini við útlendsku fyritøkurnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
KT vinnan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Eg fegnis um, at Landsverk-
frøðingurin í bløðunum
mikudagin, boðar frá, at
hann ikki mótarbeiðir tunn-
ilsverkætlanini
millum
Skálafjørðin og Tórshavn.
Hinvegin vóni eg, at LV við
síni stóru vitan, framyvir
kemur at luttaka aktivt í hesi
spennandi og nýskapandi
tunnilsverkætlan.
Vega- og tunnilsætlan-
in hjá Landsverk-
frøðinginum
Í blaðgreinini sigur Lands-
verkfrøðingurin, at teir
hvørki hava arbeitt ímóti
tunnilsverkætlanini
ella
gjørt eina vega- og tunn-
ilsætlan í Suðureysturoy.
Men veruleikin er tann, at
Landsverkfr. hevur gjørt
eina vega-, brúgva- og tunn-
ilsætlan fyri Suðureysturoy,
sum teir hava fundast við
Sjóvar-, Skála-Runavíkar-
og Nes kommunur um.
Tunlar og vegir í hesi
ætlan eru:
Tunnil millum Skála-
fjørðin og Selatræð. Undir-
sjóvartunnil millum Saltnes
og Strendur og ein undir-
sjóvartunnil
millum
Morskranes og Signabø.
Vegaætlanirnar
gingu
millum annað út uppá, at
gera veg frá tunlinum á
Selatræð og suður til
Morskranes og frá Rak-
tanga norður til undirsjóv-
ar-tunnilin
millum
Morskranes og Signabø.
Brúgvin
Ætlanin innihelt eisini eina
stabbabrúgv tvørtur um
Skálafjørðin,
sum
eina
møguliga betri loysn enn
undirsjóvartunnilin,
men
fyri at koma til brúnna,
skuldi ein landsvegur við
einum fríøki uppá 30 metrar
til báðar síður, gerast úr
Runavíkini og gjøgnum eitt
tað besta útstykkingarøkið
til sethús v.m. á Skálafjørð-
inum, sum er á eystursíðuni
á Høganesi, út til brúnna
millum Saltnes og Strendur.
Undirsjóvartunnilin
Skálafjørður -
Tórshavn
Men veruleikin var tann, at
verkætlanin um ein undir-
sjóvartunnil millum Skála-
fjørðin og Tórshavn, als
ikki var tikin við í ætlan-
unum hjá LV. sjálvt um
bæði landsverkfrøðingurin
og landsstýrismaðurin vóru
við tá henda verkætlanin
var løgd fram og fingu
eintak av ætlanini.
Men hóast hetta, so gekk
øll verkætlanin hjá lands-
verkfrøðinginum einans út
uppá, at ferðsluna úr Eyst-
uroynni skuldi leggjast yvir
Signabø og har-frá víðari.
Hetta var orsøkin til, at
eg loyvdi mær at siga, at
landsverkfrøðingurin mót-
arbeiddi verkætlanini um
undirsjovartunnil millum
Skálafjørðin og Tórshavn.
Keðiligar avleiðingar
Ætlanin hjá landsverkfrøð-
ingum hevur nógvar óhepn-
ar fylgir við sær. Brúgvin
hevur óhepnar fylgir fyri
umhvørvið umframt fram-
tíðar nýtslu og marknaðar-
føring av Skálafjørðinum,
sum oljuhavn v.m.. Vega-
føringin hevur sera óhepnar
fylgjur fyri útstykkingina
undir Høganesi. Undirsjóv-
artunnilin millum Saltnes
og Strendur er ikki lagdur
rætt. Neyðugt atlit til um-
hvørvið er ikki tikið við.
Nýtsla av grótinum úr und-
irsjóvartunlinum til ídnað-
arøkir v.m. við brúgvapro-
jekti hvørvur, og soleiðis
kundi eg hildi fram.
Men ætlanin hjá Lands-
verkfrøðinginum manglaði
totalt tað fíggjarliga atlitið,
tí bæði í samband við íløgu
og rakstur vildi ætlanin við-
føra eina fíggjarlig út-
reiðsla fyri landskassan.
Mótvegis hesum verður
tann privata undirsjóvar-
verkætlanin millum Skála-
fjørðin og Tórshavn, fíggja
uttan fyri landskassan og
raksturin geva yvirskot, tí
ferðslan verður so nógv og
gjaldið lágt, umframt at tíð-
arsparingin hevði verið
millum 30 og 60 min. hvønn
vegin.
Nýhugsan
Tí gleðir tað meg, at lands-
verkfrøðingurin nú alment
boðar frá, at hann ikki mót-
arbeiðir tunnilsverkætlanin
og eg vóni, at stovnurin
framyvir kemur at luttaka
positivt í hesi nýhugsandi
verkætlan, sum vísur á
nýggjar fíggingar- og rakstr-
armøguleikar, ið eru uttan
fyri landskassan, og sum
avgjørt eiga at vera royndir.
Tunnilsverkætlan Skálafjørður-Tórshavn
Øssur av Steinum
Síðan Kollafjørður gjørdist
partur
av
Tórshavnar
kommunu eru fleiri nøvn
sett á gøtur, vegir og býl-
ingar í bygdini. Alt gott um
hettar, men í alt ov nógvum
førum eru hesi nøvn sett
við ongum skili og eru tí
beinleiðis missvísandi.
Vit hava t.d. hugtøkini
inni í Firði og úti í Firði.
Her meinast ikki við nakað
ávíst stað, men partar av
bygdini.
Tá menn í byrjanini av
fimti árunum tosaðu um at
fáa bygdini eitt bygdarhús,
varð dúgliga tosað um, hvar
hetta húsið skuldi standa.
Semja fekst um, at tað
hvørki skuldi vera inni í
Firði ella úti í Firði.
Hulduvíkin varð vald og
Wenzel Djurhuus, Wenzel á
Heyggi, biðin um at lata
grundstykkið.
Nú er inni í Firði gjørt til
eitt staðarnavn av Ósabakka
og heilt fram at Barðgili
(Rólvi Djurhuus), hóast
mong staðarnøvn eru her.
Býlingasavnið á Heyggi er
burtur. Langasandur er nú
víðkaður, so hann tekur við
á Ósabakka og røkkur heilt
út at Kópasteini, og soleiðis
kundi ein hildið fram at
nevnt mistøk/skeivleikar við
navnaásetingum í Kollafirði.
Til síðsta løgtingsval lýsti
Tórshavnar býráð við, at fólk
í Kollafirði, Signabø og
Oyrareingum valdu har og
har. Hvat er hetta fyri nakað?
Annaðhvørt verða allir
býlingar í bygdini nevndir
ella eingir. Vit sum búgva
her eru jú øll kollfirðingar,
líka mikið hvar í bygdini vit
so búgva. Ein kann loyva
sær at spyrja, um eitt býráð
uttan orð ella eið hevur loyvi
at broyta adressu hjá fólki?
Eg havi t.d. í mong ár
búð á Ósabakka, men nú
skal hetta ikki longur vera
so, men inni í Firði.
Síggi, at fólk eru farin at
fáa sær navnabrettir á
húsini, tí tey eru tikin av
ræði. Hetta er væl skiljandi,
tí við hetta lag eru um
nøkur fá ár mong av okkara
vøkru staðarnøvnum burt-
Kollafjørður: Inni í Firði og úti í Firði
Framhald á síðu 11
VIÐMERKINGAR
Hevur Gundadalur enn ein møguleika?
Kávalæti førdi eina
góða ætlan út í óføri
Ólavur Hátún
Málið um Gundadal og
Tórsvøll hevur tvinnanda
aspektir:
1) Ein prýðilig ítrótta- og
frítíðarverkætlan, sum pro-
fessionellir byggilistarmenn
eftir áheitan høvdu fingið í
lag eftir drúgvar samráðing-
ar við allar hugsandi áhuga-
bólkar, bleiv rend um koll.
Fylgjan av hesum:
a) Møguleikarnir til eitt
sunt og gott frítíðarlív í
Gundadali vórðu skerdir.
b) Frælsi ítrótturin fekk
ikki sínar ætlaðu umstøður
til at menna seg í Føroyum.
c) Føroya eru settar utt-
anfyri
at
kunna
hýsa
Oyggjaleikunum og fult og
heilt vera við í hesum kapp-
ingum millum oyggjalond,
har vit natúrliga hoyra
heima, og har vit eftir øll-
um sólarmerkjum høvdu
staðið okkum væl.
2) Á ódemokratiskan hátt
og við lítið heiðurligari
framferð fekk privatpersón-
ur høvdið fyri seg hjá ráð-
andi
myndugleikum
at
fremja áhugamál hjá sær
sjálvum og einum rættiliga
avmarkaðum áhugabólki
fram um eina samfelagsrel-
evantari heildarætlan.
Fyri at kunna fremja
hetta verk hevur fremsti
framherji hjá hesum bólki,
ein fyrrverandi virdur borg-
arstjóri, yvir fyri almenn-
inginum borið fram ósann-
ar grundgevingar. Dømir:
a) Í sínari grein m.a. í
Dimmalætting 1. apríl (!)
leggur
Poul
Michelsen
plásstrot í Gundadali til
grund fyri, at hann hevur
útihýst frælsa ítróttinum av
økinum, sum var ætlað hes-
ari ítróttagrein. Eftir altjóða
krøvum
mátti
vøllurin
breiðkast frá 65 m og upp í
68 m, sigur hann, og renni-
breytin
mátti
tí
verið
smalkað niður í 6 breytir.
Fakta: Eftir uppruna Tórs-
vallarætlanini var fótbólts-
vøllurin 68 m, og tú finnur
valla stadion við 8 breytum
í londum sum t.d. Dan-
mark, Noreg ella Skotlandi.
b) Tá málið fyri 5 árum
síðan bleiv tikið fram til
almenna viðgerð, brúkti
Poul Michelsen, sum sæst á
eftirfylgjandi blaðsamrøð-
um, fíggjarligar orsakir
og tíðartrot sum skoðsmál
fyri at kunna útihýsa renni-
breytini.
Viðmerkingar til
greinastubba
Í sínari svarheilsan til mín
mikudagin 7. apríl unnir
Poul Michelsen mær "rætt
til at hava eina aðra rað-
festing av, hvat føroyskur
fótbóltur eigur at fáa í før-
oyskum ítróttahøpi". Øllum
man vera greitt, at hjá mær
hevur tað frá byrjan einans
verið umráðandi, at tað ikki
í fótbóltsovurhuga skuldi
verða beint fyri teim møgu-
leikum, sum enn vóru til
eitt fjølbroyttari frítíðar- og
ítróttalív í Gundadali enn
bara til fótbólt.
"Argument røkka ikki
longur...". Trupulleikin er
tann, at onnur argument
enn tey hjá Poul Michelsen
ongantíð eru sloppin framat
hjá myndugleikunum. Sum
ein býráðslimur tók til :
"Málið Tórsvøllur hevur
ongantíð fingið nakra veru-
liga politiska og fakliga
viðgerð, har ymisk argu-
ment hava verið frammi".
Poul endurgevur mína
útsøgn um, at hann eins og
annar geykaungi tveitti
allar
byggilistamenninar
burtur úr verkætlanini; men
hann afturvísir hana ikki.
Her kemur tí mín fyrsti
spurningur til Poul Michel-
sen: Hví tókst tú ikki upp
samarbeiði við arkitekt-
arnar í staðin fyri at nýta
títt ódemokratiskt íkomna
vald til at geva teimum
durafjórðingin?
Poul hevur "..
fingið
nógvar positivar reaktió-
nir ..." upp á sína skriving,
sigur hann. Tað havi eg
eisini fingið upp á mína, og
eg havi neyvan møtt nøkr-
um havnarfólki, sum ikki
harmast um, hvussu Gunda-
dalur er viðfarin. Tað skuldi
snúð seg um mentan og list;
men úrslitið, sum nú stendur
har, ber boð um alt annað.
"...Raðfestingin at byggja
ein alheims fótbóltsvøll í
Gundadali er tað rætta
mótvegis
heildarnýtsl-
uni...." Eitt stadion við
ongum atletikkumhvørvi,
men við trimum fótbólts-
vøllum, har tann eini og
størsti liggur oyðin og
tómur 360 dagar um árið,
er tað nøkur heildarloysn?
"...Tað er ikki rætt at
samantvinna eitt fótbólts-
stadion og eitt stadion til
frælsa ítróttin ..." Vøllir
burturav til fótbólt finnur tú
næstan bara hjá bóltfeløg-
um, sum hava fíggjarætlan
sum okkara landsfíggjarlóg
ella størri. - Flestu altjóða
dystir, tú sært í sjónvarp-
inum, vísa kombinerað
bólt- og atletikkstadion
Poul M.: "Eg var sjálvur
býráðsformaður, tá íløgur-
nar
til
byggibúgving,
spreinging og laðing vórðu
gjørdar, kendi væl grunda-
lagið undir ætlanini og var
tí á ongan hátt í fremmand-
um umhvørvi". Ein og hvør
kann spáka sær niðan í
Gundadal og síggja, hvussu
orka og samsvarandi íløga
eru løgd í at runda byggi-
lendið niðan móti svimji-
hylinum av til eina kom-
andi rennibreyt. Tilvarandi
steinseting varð løgd á í
suðurendanum, eins og eis-
ini aðrar fyrireikingar vóru
gjørdar. Tí mín næsti spurn-
ingur til Poul Michelsen:
Hvussu sampakka hesar
eyðsýniligu fyrireikingar
til eitt veruligt ítrótta-
stadion við tína útsøgn, at
tað hevur ligið í kortinum
bara at byggja ein fótbólts-
vøll aftrat í Gundadali?
Poul vísir til sínar glæsi-
ligu ætlanir á heimasíðu
www.torsvollur.fo .
"Hattin av fyri Poul, fær
hann hattar í lag!" kunnu vit
siga í fyrsta viðbragdi, tá vit
síggja hesar visiónir; men
spurningar, sum beinavegin
troka á, eru slíkir sum
1. Hvat skal okkara lítla
samfelag, her tað ikki kann
blíva talan um meira enn
heilt fáar altjóða landsdystir
um árið, við einum so am-
bitiøsum
fótbóltsstadion,
sum tú bert finnur makan til
í størri býum, har slíkir
vøllir eru í dagligari nýtslu?
2. Hví kroysta slíka ein-
táttaða fótbóltsætlan aftrat
inn í Gundadal, sum líka
væl kundi ligið so manga
aðrastaðni í Suðurstreymi?
3. Hvussu kunnu menn nú
fíggja slíkt ógvisligt projekt,
sum áhaldandi høvdu tað
sum grundgeving fyri ikki
at fremja upprunaætlanina,
at peningur kundi ikki
skaffast til vega til so mikið
sum at rudda burturfrá til
eina rennibreyt?
Á heimasíðuni er eisini
listi yvir sponsorarnar, sum
stuðla Tórsvølli. Í uppriti til
samtyktir
fyri
Grunnin
Tórsvøll frá 24.06.98 stend-
ur, at grannskoðaður rokn-
skapur fyri árið verður at
liggja alment frammi í tíð-
arskeiðinum 1. apríl - 1. mai
á hvørjum ári. Tí hesir mínir
spurningar til Poul Mich-
elsen:
a) Er tað so, sum ljóðar,
at Tórsvøllur higartil hev-
ur kostað 35 milliónir
krónur?
b) Hvussu stórur part-
ur av hesum gjaldi er al-
mennur
peningur,
og
hvussu nógv er fingið til
vega aðrastaðni, eitt nú
frá sponsorum?
c) Hvussu nógv fer lið-
ugtgerð av Tórsvølli, sum
tað verður nevnt á heima-
síðuni, at kosta?
d) Hvussu sær tann
fíggjarætlanin út?
Hvat segði Poul Mich-
elsen, og hvat meinti
hann?
Í sínum seinna greina-
stubba, sigur Poul Michel-
sen meg "...leggja sær nak-
að í munnin, sum hann als
ikki hevur sagt ella meinar
...". Lat okkum hyggja at,
hvussu bløðini hava end-
urgivið Poul:
Sosialurin 3. november
1998: "Talan verður ikki um
í fullum líki at útinna
Tórsvallarætlanina .... Men
tann ætlanin er ikki slept.
.... triðja stigið verður
frælsi ítrótturin. ... møgu-
leiki verður fyri, at renni-
breytirnar kunnu koma
seinni. ... Tá peningur verð-
ur tøkur til at víðka økið,
verða áskoðaraplássini flutt
út á økið, sum tá kemur
aftrat, meðan økið, har
áskoðaraplássini í fyrstu
atløgu verða, tá verður
brúkt til rennibreytir.
... tað verður ikki mett
ráðiligt, at raksturin kann
bera meira enn tvær milli-
ónir í lántøku (!).
.... Býráðið hevur játtað
at stuðla við fimtan pro-
centum - umframt tær sjey
milliónirnar tað kostaði at
gera økið soleiðis, sum tað
liggur nú -, og landið hevur
játtað 30 procent." (Hvussu
kundi tað tá grundgevast
fyri, at býráðsins umboð
Poul Michelsen skuldi hava
dupult mandat og sostatt
avgerðarrætt
í
4-
mannanevndini fram um
t.d. landsins umboð?)
Dimmalætting 12. mars
1999: Poul endurgivin:
Hildið verður fast við upp-
skotið, ið kommunan kom
fram við at byggja Tórsvøll
stigvíst. ... Tá so avgerð
verður tikin um, at nú eru
ráðini til eina rennibreyt, so
verður farið aftur um
áskoðaraplássini og sprongt
burtur úr berginum. Tá
kunnu
áskoðaraplássini
verða flutt einar átta metrar
eystureftir, og tá verður
pláss fyri rennibreytini ...
Sambært teknikarunum er
tað onki problem...
Núverandi
Tórsvallar-
projekt kostar umleið 10
milliónir (!)
Dimmalætting 8. mars
1999:
Poul
Michelsen:
"Einasta orsøkin til, at
rennibreytin ikki verður
bygd nú, er at fíggjarliga
orkan ikki er nóg stór."
Sosialurin 21. mars 1999:
Poul Michelsen: "Í løtuni
hava vit ikki pengar til
spreingiarbeiðið... (At hetta
ikki var annað enn skálka-
skjól kunnu vit allir, sum
vóru á fundi um málið í
Kommunuskúlanum
14.
apríl 1999, vátta. Tann
beistagerð, sum Poul Mich-
elsen í tá eftirfylgjandi døg-
um framdi á Tórsvallar-
økinum til tess at fyribyrgja,
at rennibreytin fekk ein
møguleika, tænir honum og
hansara fylgisneyta Leivi
Hansen til lítlan sóma).
...men um tað ber til at fáa
hesar pengarnar til vega í
ár, so ber til at taka ele-
mentini niður í heyst og
seta tey upp aftur, tá ar-
beiðið er liðugt, og tað nýt-
ist ikki at taka langa tíð.
Kostnaðurin av tí arbeið-
inum verður millum trý og
fýra
hundrað
túsund
krónur, sigur formaðurin í
vinnurekandi
grunnin-
um." (Vert at hava í huga,
um vitið kundi runnið við til
at skipað eitt sindur um
uppá Tórsvøll fram móti
hansara upprunaliga enda-
máli í staðin fyri at fyri-
gykla við einari utopiskari
loysn)
Sosialurin 14. apríl 1999:
Poul Michelsen: ..." Tað er
ov seint at broyta ætl-
anina nú ..."
(Talan var ikki um nakra
broyting, heldur at halda
fast við eina politiska sam-
tykt. Stadionætlan í Gunda-
dali hevði tá bíðað í meira
enn hálvthundrað ár, so at
einar tvær vikur aftrat
gjørdu ikki tann sóra mun-
in, so mikið meira sum at
tað ikki var talan um nakr-
an týðandi dyst fyrr enn út
á heystið)
Við støði í hesum sitatum
nú mín seinasti spurningur
til Poul Michelsen: Leggi
eg teg við órættum undir
at hava ført óerliga talu
yvir fyri almenninginum
um tínar ætlanir á Tórs-
vølli?
Utopiskar visiónir
heldur enn skilagóða
loysn í Gundadali?
Í endanum í sínum seinna
greinastubba ber Poul Mich-
elsen m.a. fram, "at tað er
rætt, at frælsi ítrótturin fær
sítt egna øki." Spurningurin
hvar slíkt øki er at finna í
býnum hevur ofta verið
frammi, og nú herfyri
hoyrdist í útvarpinum, at teir
sakkønu í býráðnum mæltu
til at gera atletikkstadion
hinumegin ringvegin við
Svimjihøllina.
Fagur tónleikur í oyrun-
um á øllum ítróttahugað-
um! - men uttan at vilja sáa
iva um sakkunnleikan, so
vita øll, at tað er sera vind-
hart upp á Hálsi, og at heilt
serligar atgerðir skulu til,
skal slíkur ítróttavøllur ger-
ast nýtiligur. Tí mugu vit
spyrja: Er tað realistiskt og
skilagott hjá Havnar býi at
fullføra eitt marglætis fót-
bóltsstadion, sum als ikki
gagnar føroyskum fótbólti
samsvarandi, og byggja eitt
mestsum innandura atlet-
ikkstadion fyri fleirfaldað
tað, sum tað higartil ikki
hava verið ráð til, í staðin
fyri við munandi minni
íløgu at laga viðurskiftini í
Gundadali aftur til felags
gagn?
Her at enda skal her
dentur verða lagdur á, at eg
seti meg ikki soleiðis at
skriva bert fyri at tríva aftur
í fortíðina ella fyri at kasta
skarn á nakað. Nei, heldur
er tað mítt ynniliga ynski at
kunna gera mítt til at vekja
til umhugsni, áðrenn enda-
liga ov seint er.
Góðar og fjølbroyttar
ítróttaumstøður eru av stór-
um samfelagsligum týdn-
ingi bæði fyri fólkaheilsuna
og fyri tjóðskaparliga med-
vitið og samleikan. Á
Oyggjaleikum hava vit fleiri
upplivað gleðina og stolt-
leikan ikki minst hjá verts-
fólkunum, tá tað gekk væl
hjá teirra ungfólkum og sig-
ursflaggið varð vundið á
stong. Innímillum hevur
tann føroyska røddin eisini
verið at hoyra úti á leikvøll-
um; men serliga eftir dystir,
har vit við venjingarum-
støðum eru á hædd við hini
sum á fimleikagólvi, í
svimjihylum og í bólthøll-
um, situr tann føroyski fagn-
aðarrómurin enn í oyrum.
Á vitjan í Noregi seinasta
summar hevði eg aftur sum
í ungum árum høvi at upp-
liva stevnuhald, har eisini
tíggjutals børn og ung-
dómar fródliga kappaðust í
lopum, køstum og renning,
meðan avvarðandi og onnur
áhugað
við
spenningi
fylgdu við. Mær datt í
huga, at slíkt hevði okkara
evnagóði ungdómur eisini
havt uppiborið.
Tí er tað mín vón, at
steðgað verður á, og at
kommunu- og landspolitik-
arar saman við breiðum
umboð fyri føroyskt frítíð-
ar- og ítróttalív í felag seta
út í kortið, hvat ið veruliga
tænir høvuðsstaðnum og
tjóðini best í hesum máli.
Eg vænti mær svar frá
Poul Michelsen upp á
mínar spurningar.
ur. Tann skaðin bøtist ikki
aftur.
Vit hava bæði 1. valda
býráðslimin og Kollafjarð-
arnevndina, men tað tykist,
sum tey einki hava at siga í
hesum máli.
Eg veit, at fólk frá hond
hava klagað til býráðið um
hesi viðurskifti, men tað er
sum at sletta vatn á gás.
Heitt verður tí enn einaferð
á býráðið, um at fáa hesi
mistøkini í Kollafirði rætt-
aði og biðið verður eisini
um at farið verður skyn-
samari fram.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10