Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping Fimm vóru ikki føddir Fimm av føroysku landsliðsspælarunum, sum eru í hópinum til dystin móti Eysturríki, vóru ikki føddir, tá Torkil Nielsen skoraði móti Eysturríki í Landskrona 12. septembur 1990. Teir eru Kristian Joensen, Teitur M. Gestsson, Viljormur Davidsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Fyrstu ferð vit spæla í Wien Hóast hetta er triðju ferð, at føroyska landsliðið spælir móti Eysturríki í Eysturríki. Í 1991 taptu vit 3-0 í Salzburg og í 2008 taptu vit 3-1 í Graz. Andreas Lava Olsen skoraði einsamalla føroyska málið. Hesa ferð verður dysturin á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. eysturríki - Føroyar í kvøld kl. 19.30 Maðurin við topphúgvuni: Tað er hvørki Wolfgang Amadeus Mozart ella nakar annar klassiskur tónleikari, ið setur sín dám á eysturríska høvðusstaðin fyri tíðina. Heldur er tað maðurin, sum við topphúgvuni á høvdinum fyri yvir tjúgu árum síðani var við til at skaka Eysturríki, ið er at síggja í øllum bløðum og fjølmiðlum Tróndur Arge Wien, Eysturríki – Tað var týdningarmiklari at hava húgvuna við enn sjálvt høvdið hjá mær. Tað er topp­ húgvan, sum selur. Orðini eigur Jens Martin Kundsen. Føroyska mál­mans­ hetjan úr Landskrona er í dag 45 ára gamal, men søg­ an um bragdið tann 12. sep­ tembur í 1990 stendur frísk í minn­inum í Eysturríki. Jens Martin hevur í døgunum upp til landsdystin móti Eystur­ríki verið partur av einum filmsliðið, sum ger ein dokumentar um gerandis­ dagin í Føroyum. – Tað er films­fram­ leiðslu­felag, sum sær nakr­ ar møguleikar í at fáa nakrar pengar til at gera ein dokumentar um dagliga lív­ ið í Føroyum, greiður Jens Martin frá. Eyðkenda røddin hjá honum er tann sama, sum vit mangan hava hoyrt skrála á sínar spælarar til dyst. Hann er avslappaður og hóast dagurin hevur verið lang­ur, so er hann fúsur at greiða frá. – Tað er stórur áhugi fyri Føroyum í Eysturríki, men myndin tú hevur okkum her er, at vit eru amatørar, sum spældu móti yrkisspælarum og vunnu 1-0. Tað er tað. Ongin hevur hugt nærri at, hvat fólkini gera har og hvat er aftanfyri orðið amatørar. Tað er lætt nokk at gera sær eina niðurstøðu upp á teir 90 minuttirnar á vøllinum, sigur Jens Martin og livur seg inn í samrøðuna. Hetta er ikki ein maður, sum bara hevur sett seg niður at práta eitt sindur. Hann hevur nakað upp á hjartað og greiður víðari frá. – Teir hava funnið fram til, at eg havi givið eina bók út. Tí brúka teir meg fyri at skapa áhuga fyri at fíggja dokumentarin. Tað er ein støða, har báðir partar vinna, sigur fryntligi málverjin. Tað er ongin ivi um, at eystur­ríkar hava eitt serligt tilknýti til Føroyar og hend­ ingina í Landskrona. – Fyri teir er næstan leyst og liðugt. Teir hava fingið eina rúgvu av tilfari og all­ir teir stóru fjølmiðlarnir hava víst áhuga, sigur Jens Martin um dokumentarin hjá eystur­ ríska filmsliðnum. Kendasti maður í Wien Jens Martin hevur verið í teimum flestu stóru bløð­ unum í Eysturríki hesa vik­ una. Fjølmiðlarnir leita eftir eini øðrvísi søgu, meðan bíða verður eftir landsdystinum, sum verður í kvøld. – Tað er lættari at fáa fatur á Zinedine Zidane og øðrum enn okkum frá Landskrona lið­num. Teir eru jú til dystir og annað allatíð. Tí var hetta serligt fjølmiðlarnir, sigur Jens Martin víðari. Jens Martin var aftur í Eysturríki í 2008, tá føroyska landsliðið tapti 3-1. – Tá vóru vit í býnum Graz og tað var nógv fokus á mær. Her í Wien er alt størri og tað er nógv annað at ganga upp í, men alíkavæl hevur áhugin verið stórur, sigur Jens Martin. Hann er í dag eitt við hvítu topphúgvuna og tað hev­ur hann tað fínt við. – Tað er tann søgan, sum selur. Tað eri eg avkláraður við. Tað eru nógvir málmenn, sum hava verið líka góðir sum Ernst Happel Stadium: Áskoðarapláss: 50.000 Tikið í brúk: 11. july 1931 Umbygt: 1986 Heimvøllur hjá: Austria Vienna, Rapid Vienna og Eysturríki maður í Wien kendasti