fríggjadagur 22. mars 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 22. mars 2013 · Nr. 34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eg runt í Evropa, sum ongin
veit um í dag. Tað kemur av,
at teir ikki hava havt eitt ella
annað frámerki. So hví ikki
brúka tað, tá tað ber til, sigur
Jens Martin.
Kendir menn á barr
Í Landskrona stóðu teir í
hvør sínum máli. Jens Martin
Knudsen fyri Føroyar og
Michael Konsel fyri Eystur
ríki.
Michael Konsel, sum í dag
er nógv framm í fjølmiðlunum
og hevur millum annað eina
klummu, er ikki so bittur um
dystin í Landskrona. Hann
tók móti Jens Martini við
einum stórum smíli, tá ein
myndamaður hjá blaðnum
vildi hava teir báðar á
mynd.
– Eg gjørdi eina samrøðu
við ein av mest virdu ítróttar
skrivarunum her í Eysturríki,
og teir vildu so hava okkum
at møtast. Tað var bara stutt
ligt, greiður Jens Martin frá.
Klumman hjá Michael
Konsel, sum eitt skifti spældi
við italska AS Roma, er á
somu blaðsíðu sum samrøðan
við Jens Martin. Í greinini
skrivar Michael Konsel, at
hann hevur havt tað verri
eftir at hava tapt onkrar
finalur, enn hann hevði tað
eftir tapið í Landskrona.
– Hann var so mikið at sær
komin, at hann heilsa upp á.
Hann hevur eina klummu á
somu síðu, har hann kann
verja seg.
– Hann kennir seg eitt
sindur illa og hann veit hví
hann er her, men alla æru
vert, at hann kom at heilsa
upp á, sigur Jens Martin.
Blaðið verður prentað í
umleið trimum milliónum
eintøkum.
Ikki allar søgur
sleppa við
Jens Martin gav í fjør út bók
og hann heldur, at tað er
týdningarmikið, at vit festa
slíkar søgur niður á pappír.
– Tað er so lætt við søgum.
Verður tað ikki niðurskrivað,
so blívur tað vekk. Tað var
eisini høvðusorsøkin til at eg
fór í holt við bókina. Søgan er
nógv størri enn persónurin
Jens Martin. Hatta er ein
tjóðarsøga, sum skal víðari.
Hon er positiv. Hon flutti
mørk og hevði hetta David
og Goliath yvir sær. Eg havi
eisini tapt nógv, men tann
søgan selur ikki eins væl,
sigur
Jens
Martin,
sum
gjøgnum samøðuna hevur
fortalt onkran søgu, sum ikki
slapp við í bókina.
– Tað eru vist fleiri søgur,
sum ikki tola at koma í bólk
ina. Eg fór kanska um mark
við onkrum av søgunum,
men tað var sum so við vilja.
Tað er ikki alt, sum fer í eina
bók og tað er ikki alt, ið skal
skrivast niður. Onkrar søgur
eru betri, tá teir ferðast mill
um manna, sigur Jens Martin
at enda og grínur.
Ikki fyrr enn hann fer
út úr matstovuni gerast ar
beiðsfólk greið yvir, at tey
júst hava haft kendasta
mannin í Wien á vitjan.
Tað er seint í Wien og Jens
Martin skal víðari dagin eftir.
Í lummanum hevur hann
frámerkið, ið hevur gjørt
hann til ein altjóða eyðkenda
málverja, sum hevur givið
Føroyum og føroyskum fót
bólti síðu upp og síðu niður
í eysturríksu bløðunum sein
astu dagarnar.
Hetta ber til, tí nakrir
mans valdu at taka kjansin
og traðka inn í altjóða fótbólt
fyri skjótt 23 árum síðani.
Tí ein maður tordi at verða
trúgvur móti sær sjálvum og
móti altjóða rákinum, og lata
seg í eina hvíta topphúgvu,
sum mamma hansara segði
at hann skuldi spæla í, tá
hann var ein smádrongur.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping
ítróttur
ernst happel stadion wien
Skulu brúka Landskrona positivt Tað sigur Jóannes Jakobsen, sum var liðskipari mikukvøldið 12. sep
tembur í Landskrona. Hann leggur dent á, at tað bragdi skal ikki brúkast at leggja trýst á okkara spælarar, tí tað
kann blíva so ringt at liva upp til. Tí hevur hvørki hann ella landsliðsvenjarin gjørt nógv burtur úr fyrsta dystinum
móti Eysturríki annað enn at víst á, at alt ber til í fótbólti. – Vit hava eisini onnur tilfeldi úr føroyskum fótbólti við
millum annað 66 liðnum hjá KÍ. Tað má ikki blíva ein skýggi heldur enn ein avbjóðing, sigur Jóannes Jakobsen.
Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF
Topphúgvan í wien
Jens Martin Knudsen og víðagitna topphúgvan í Wien
Myndir: Tróndur Arge
Eysturríksku bløðini:
Myndir: Tróndur Arge