Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 34 · 22. mars 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Hon gjørdist eitt kent andlit um nærum allar Føroyar, tá hon saman við trimum øðrum persónum var partur av sjón­ varps­sendingini Fólksins Rødd. Tvey ár eru liðin, síðani vit sein­ast sóu Arnfríð V. Hentze á sjón­varps­ skíggjanum, har hon segði sína hugsan um alt frá politikki, til hvussu tey før­ oysku mannfólkini eru nakrir mammu­ dreingir. – Eg fekk ótrúliga nógvar við­merk­ ingar frá fólki, um sumt av tí, eg tosaði um í sendingunum. Sjálvt um tað fyri tað mesta vóru positivar viðmerkingar, var eisini onkur, sum ikki dámdi tað, eg segði. Men eg eri, sum eg eri, og so mugu fólk taka tað, sum tey vilja, sigur Arnfríð V. Hentze. Fann sjeikin á Kjøtkvøldi Ein og vit kenna hana úr sjónvarpinum, er hon eisini í dag væl skorin fyri tungu­bandið, rokalig og fyrikomandi. Men okkurt er broytt. Arnfríð V. Hentze hevur funnið sær ein unnusta, Líggjas Húsgarð. Tey hittust fyrstu ferð á stóra Kjøt­ kvøldinum á Hotel Føroyum í mars mánaði í fjør og blivu væl. Arnfríð V. Hentze fortelur, at orsøkin, til at tað blivu júst tey bæði, er einføld. – Vit hava tað gott saman. Hava fel­ ags áhugamál, og so haldi eg, at kemiin er bara har, sigur Arnfríð V. Hentze og heldur fram: – Líggjas spurdi meg einaferð í fjør, um eg ikki kom at hjálpa sær við kría­ túrunum í Syðrugøtu, og ja, nú eri eg her, fortelur Arnfríð V. Hentze og flenn­ ir. Hóast lívið í Sumba var gott, dámar henni betur gerandisdagin í Syðrugøtu saman við unnustanum. – Eg tímdi ikki at vera einsamøll longur, og seyðhaldið, sum eg hevði har suðri, lønti seg ikki. Harafturat eru børn­ini flogin úr reiðrinum, so alt pass­ aði bara væl, sigur Arnfríð V. Hentze, sum hevur búleikast í Syðrugøtu síðani august mánað í fjør. Húsini í Sumba hevur hon tó fram­ vegis, og hon plagar eisini av og á at ferðast suður at vitja familju og kenn­ ingar. Men størsta partin av tíðini bónd­ast hon norðanfjørðs. – Her eru seyðir, mjólkineyt, gæs og hundar, og tá eg ikki fáist við kríatúrini, eri eg heima og geri tað húsliga ar­ beiðið, so eg keði meg á ongan hátt, sig­ur Arnfríð V. Hentze, sum henda dagin, tá Sosialurin vitjar, skal seyma rulli­pylsur. Nýggja lívið í Syðrugøtu hóvar henni væl, og hon heldur eisini at hon er ein góð hjálp fyri unnustan. – Sum bóndi í dag skalt tú doku­ mentera alt, sum tú gert, ið sambandi við festið, og tí brúkar tú nógv teldu og inter­net. Júst tí partinum er Líggjas ikki so stinnur í, meðan tað fellur mær lætt at skriva inn á telduna og brúka inter­netið. So á tann hátt kann eg eisini hjálpa honum við garðinum. Áhugin var stórur Arnfríð V. Hentze dylur ikki fyri, at áhugin fyri hennara persóni var rætt­ iliga stórur, ta tíðina hon var at síggja í sjónvarpinum. Serliga vóru tað mann­ fólkini, ið vístu henni áhuga. – Brádliga byrjaðu menn at ringja og skriva til mín á Facebook, og tað vóru ikki smávegis tilboð, teir komu við. Onkur bjóðaði seg fram at venja hund­ar­nar hjá mær, meðan onkur ann­ar segði seg vilja hjálpa við seyða­ hald­inum. Eisini vóru tað nakrir sum fortaldu mær, hvussu nógvar pengar teir áttu, men nei, eg ignoreraði øll hasi tilboðini og tók tað ikki so seriøst, for­telur Arnfríð V. Hentze, sum tó valdi at taka av tí eina tilboðnum, ið kom úr bóndast í Gøtu Arnfríð – Hetta er sum at koma á eina aðra planet. Nakað av tí fyrsta, eg gjørdi, var at keypa mær ullint undirklæði, tí her er so nógvar ferðir kaldari enn í Sumba. Burtursæð frá kuldanum, so trívist eg væl. Tað sigur bóndakonan Arnfríð V. Hentze, sum er flutt úr Sumba til Syðrugøtu, har hon nú bóndast saman við unnustanum Líggjas spurdi meg einaferð í fjør, um eg ikki kom at hjálpa sær við kría­túrunum í Syðrugøtu, og ja, nú eri eg her. Hóast lívið í Sumba var gott, dámar henni betur gerandisdagin í Syðrugøtu