fríggjadagur 22. mars 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 34 · 22. mars 2013
5
VIKUSKIFTI
myndir: eydbii myndir
eg hugsaði ikki um, at eg var
eitt kent andlit. Eg eri ein
opin persónur og havi ikki
trupulleikar við at skula
tosa við fólk, eg ikki kenni
Syðrugøtu. Men umframt at fortelja, at
hesin bóndin bað hana koma at hjálpa
sær við garðinum, er Arnfríð V. Hentze
heldur gátufør um nýggja parlagið.
– Eg veit ikki, hvat eg skal fortelja,
vit eru ikki so nógvir bóndir í Føroyum,
og vit, sum eru, vita av hvørjum øðrum,
og ja, soleiðis er tann søgan, fortelur
Arnfríð V. Hentze loyndarfull.
Spurd, hvussu tað var brádliga at
vera ein almennur persónur í Føroyum,
svarar Arnfríð V. Hentze, at hon ikki
gav sær stórvegis far um tað. Men hon
merkti væl, at fólk kendu hana.
– Tá fólk sóu meg ella hoyrdu málið
í mær, vistu tey, hvør eg var, og komu
yvir til mín at práta um tað, tey høvdu
sæð í sjónvarpinum. Tað var bara stutt
ligt, fortelur Arnfríð V. Hentze og legg
ur afturat:
– Men eg hugsaði ikki um, at eg var
eitt kent andlit. Eg eri ein opin persónur
og havi ikki trupulleikar við at skula
tosa við fólk, eg ikki kenni.
Saknar Sumba
Skiftið frá Sumba til Syðrugøtu hevur
verið lætt fyri Arnfríð V. Hentze.
– Eg kann fyri so vítt búgva alla
staðni, bara eg havi fjøll og brim, har
eg, og tað havi eg her, sigur Arnfríð V.
Hentze og hyggur út gjøgnum vind
eygað, haðani hon sær út yvir Gøtu
vík.
– Einki er sum at leggja seg at
sova til ljóðið av brimi. Tað kundi eg
í Sumba, men tað kann eg eisini her
norðuri, sigur Arnfríð V. Hentze.
Hon dugir væl at síggja, at tað eru
ymsir fyrimunir við at búgva í Syðru
gøtu.
– Alt er so sentralt, og tú skalt ikki
brúka langa tíð fyri at fara í onkran
stóran handil. Og so kanst tú eisini
fara ein túr til Havnar mitt um dagin. Í
Sumba ert tú meira avskorin frá øllum,
heldur Arnfríð V. Hentze, sum tó eisini
saknar heimbygdina.
– Eg sakni umhvørvið í Sumba og
sjálvandi eisini fólkini har suðuri, men
eg geri mær onkrar túrar suður við
hvørt, so at saknurin ikki gerst alt ov
stórur, sigur Arnfríð V. Hentze.
Stórar ætlanir við ferðavinnu
Í Sumba fekst Arnfríð V. Hentze nakað
við ferðavinnu, sum henni dámdi ógvu
liga væl. Hon hevur kortini ikki slept
ferðavinnuni heilt, tí longu nú hevur
hon stórar ætlanir, um hvussu hon kann
vera við til at menna ferðavinnuna í
Syðrugøtu og har um leiðir.
Til garðin hoyrir eitt 120 ára gamalt
hús til, sum Arnfríð V. Hentze heldur
avgjørt kann draga ferðafólk til bygd
ina.
– Húsið hevur eina áhugaverda
søgu, og eg ivist ikki í, at tað hevði ver
ið stuttligt hjá ferðafólki at komið inn
í húsið og sæð og hoyrt, hvussu føroy
ingar búleikaðust í gomlum døgum,
greiðir Arnfríð V. Hentze frá og heldur
fram.
– Fyrr bleiv eisini dansað inni í hús
inum, so hví ikki fingið fólk at dansa
føroyskan dans inni her fyri útlend
ingum, sigur Arnfríð V. Hentze hug
fangað.
Hinumegin vegin, har aldagamla
húsið liggur, er eitt fjós, sum er nakað
yvir 100 ár, og sum somuleiðis hoyrir til
festið. Arnfríð V. Hentze sær eisini stórar
møguleikar við gamla fjósinum.
– Fjósið kundi saktans verið brúkt
til konserthøli, framsýningar av ymsum
slagi, og tað hevði eisini borið til at havt
okkurt, sum minti um eina kafé inni í
fjósinum, sigur Arnfríð V. Hentze, sum
ikki ivast í, at Syðrugøta hevur stórar
menningarmøguleikar, hvat ferðavinnu
viðvíkur.
– Hvør veit, kanska eg longu í
summar kann bjóða føroyingum og út
lendskum gestum til ein drekkamunn
inni í fjósinum, sigur bóndakonan úr
Sumba, sum nú bóndast í Syðrugøtu.
Húsið hevur eina áhugaverda søgu, og eg ivist
ikki í, at tað hevði verið stuttligt hjá ferðafólki
at komið inn í húsið og sæð og hoyrt, hvussu
føroyingar búleikaðust í gomlum døgum