Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mars 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 34 · 22. mars 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Heimlig og hugnalig hugskot At gera eina íbúð heimliga og hugnaliga er ikki altíð so lætt. Eg eri sjálv ikki av kreativastu fólkum, tá ið umræður innrættning, so eg havi verið úti og leita eftir góðum ráðum. Her eru nøkur góð ráð, sum eg datt framá, og sum eg haldi rigga væl Vís fram títt lív Mangan hava vit lyndi til, at einans hava myndir og málningar av øðrum frammi, og myndir av okkara lívið, er eftirhondini nakað, sum er á Facebook. Men mær dámar væl, at ein hevur eina ørgrynnu av myndum av sínum lívið frammi í heiminum, og onkursvegna kennist hetta sera heimligt. Ein møguleiki er at framkallað 20 - 30 myndir av tínum lívið, og síðani keypa rammur til myndirnar. Ein annar møguleiki er eisini, at tú hongur myndirnar upp júst sum tær eru. Uttanduraðmøblar við plattum Um tú hevur eitt horn uttanfyri húsini/íbúðina, sum tú ikki nýtir til nakað, so er upplagt at byggja egnar møblar út úr plattum. Set plattarnar saman til ein bonk og legg eventuelt eina tjúkka skúmmadrass omaná. Tú kanst eisini gera eitt borð burturúr plattunum. Tað einasta tú skal hugsa um, er at mála teir. Vís fram tíni áhugamál Um tú hevur áhuga fyri tónleiki, politikki, føroyskum bókum ella okkurt heilt annað, so kanst tú nýta eitt sindur av veggjaplássi til at vísa hesi áhugamál fram. Á netinum ber til at senda myndir til eina fyritøku, sum síðani prentar myndirnar á lørift. Vel myndir av tínum fyrimyndum ella áhugamálum, og skapa soleiðis eitt horn, sum tú sjálv kann njóta gott av at síggja hvønn dag. Koppar og tallerkar í nógvum litum Eg havi altíð verið von við, at koppar og tallerkar skulu vera sama lit. Men seinastu tíðina hevur eitt annað rák vunnið seg fram, og tað inniber, at vit skulu hava litríkar og ymiskar koppar og tallerkar. Green Gate stellið er eitt gott dømi um hetta, men tú kanst eisini sjálv keypa koppar og tallerkar í sterkum litum, og samanseta sum tær dámar best. Pútur á sofuni Fyri at fríska upp eina gamla sofu, kanst tú tveita sofapúturnar burtur, og ístaðin keypa tær stórar pútur í ymsum litum. Tað kann fríska nærum hvørja sofu upp. Tó skalt tú hugsa um hvørjar pútur tú keypir, tí vandi er fyri, at sofan verður óbehagilig at sita í.