fríggjadagur 22. mars 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 34 · 22. mars 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Leiðari á Vinnudeildini hjá Vodafone.
Hvat er tað besta við starvinum?
Ongin dagur er eins, nógvar fjølbroyttar
avbjóðingar og hørð kapping. Og so møti
eg sera nógvum ymiskum fólki.
Hvat ger teg í góðum lag?
Familja og vinir, men eg eri sum heild altíð í góðum lag.
A ella B-menniskja?
A-menniskja, Big-Time!
Hvørjar ítróttar
greinar dámar
tær og hví?
Fótbólt – haldi at
tað er ein fantastisk
liðítrótt, sum hevur
givið mær nógvar
fantastiskar løtur.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar væl føroyskan tónleik,
annars er tað sera blandað.
Hvat er besta lag,
sum er gjørt?
»Niels hevur felagið
stovnað«. Nei, eg
havi ikki ide fyri tí.
Hvussu eru tínir matvanar?
Mær dámar alt ov væl at eta, men eti rímuliga sunt. Tó
kann eg ganga amok, tá eg eti gummibomm og lakres!
Hvør er tín fyrimynd?
Har eru so nógvar… Fyri nógvum árum síðani,
tá eg spældi fótbólt, hevði eg sagt Tony
Adams. Tá meini eg á vøllinum – livdi tíbetur
ikki heilt so hart sum hann, uttan fyri vøllin.
Hvat gert tú í frítíðini?
Hugni mær saman við familjuni. Royni at
spæla eitt sindur »handyman« viðhvørt.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Elski tað, men, sum so nógv onnur, geri eg
alt ov lítið av tí – Havi eisini ein kampingvogn
sum verður alt ov lítið brúktur.
Hvør er tín
lívrættur?
Onki slær ræst
kjøt við einari
kaldari afturvið.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Ítrótti, serliga fótbólti og so dámar mær sera væl
ein góðan film, helst við eitt sindur av action í.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Rettidig Omsorg – Jens Moberg
...hevur ligið nakað leingi nú.
Fólk fáa brøv við rúti, sum tey
ikki skilja, siga tey.
Rúturin er ikki tað sama sum
gjøgnumskygni.
Fólk vita ikki, hvat myndug
leikin, valdið, vil teimum.
Vita ikki, um tey eiga pengar.
Ella um tey skylda pengar, ella
hvørki ella bæði. Netto ella brutto
ella hvør fanin stendur her, spyrja
fólk?
Voxpopp landaplágan njórar,
A-síðan »Og fólkaræðið í váða er,
hilladeri, hilladeri.«
Vilja tit hava okkurt frá
okkum, øll tit, sum vilja hava
okkara pengar, so sigið tað bart
út: tú skyldar okkum X krónur.
Kom við teimum!
Tað skuldi annars verða eitt
pappírsleyst samfelag. Tí tað er so
synd í trøunum.
Almennir stovnar og hálv
almennir bankar og onnur, sum
hava lógartryggjaðan rætt at selja
fólki tað, tey kalla tænastur, fyri
nógvar pengar, noyða eisini fólk
at fáa sær teldu og harafturat
skeið fyri at læra at brúka
telduna. Tí annars fáa tey ikki
rokningar og rykkjarar, men bara
bræv frá Fútarættinum, sum er so
gamal, at hann sendir brøv sum
fyrr í tíðini. Við frímerki og øllum
mánadag, mikudag og fríggjadag.
Men, framvegis sama neyðin,
fólk skilja ikki, hvat valdið vil
teimum, hóast tað skrivar á før
oyskum.
Vóru boðini á donskum, var
helst eingin trupulleiki.
Fyrr kallaðu vit tað kansellí
mál, nú eitur tað bókhaldsmál.
Eitt eru orðini. Hjá mær
er kortini verri at skilja tølini.
Serliga, tá eg bara fái eitt nettotal
uttan nakra frágreiðing um, hví
talið endaði júst har, tað gjørdi.
Tað órógvar meg, tá eg ikki
skilji tøl. Lærdi heldur ongantíð
at rokna, ella at rokna við
nøkrum.
Víðari í tekstinum. Fløvandi
at uppliva, hvussu munadygt og
rættvíst fólkaræðið er, tá veruliga
stendur á. Hvussu skjótt, tað
arbeiðir, tá ræður um at bjarga
teimum veruligu virðunum.
Tori als ikki at hugsa hugs
anina, um tað hevði tikið líka
langa tíð, 15 ár minst, við ella
uttan fylgibólki, at bjarga
kapitalismuni í sosialismunnar
háborg, sum tað tekur at gera
eina føroyska grundlóg. Grund
ina oman fyri allar aðrar lógir,
eisini lógina um at fylla dunnu
hylin á Tvøroyri. Ella pen
sjónsnýskipanin, lógir fyri allar
føroyingar og øll, sum búgva í
Føroyum. Men, sjálvandi, har
eru týðandi samfelagslig og
stór búskaparlig virði, tíggjutals
milliónir, ikki beinleiðis í vanda
her og nú.
Í útjaðaranum í Japan plagdu
tey at bera tey gomlu niðan í
fjøllini at doyggja. Ráðini vóru
ikki at hava tey livandi, tá tey
einki gjørdu til nyttu kortini. Vit
hava nógv fjøll í Føroyum. Og
vit fara at fáa nógv gomul fólk í
Føroyum.
Og serlógir verða ikki gjørdar
fyri gomul fólk. Tí øll eru eins
fyri lógini. Og við serlóg skal
frystihús byggja.
Annars skilji eg væl Tvørafólk,
at tey einki leggja í, at nýggju
kapitalistarnir byggja upp fyri
minnisvarðan eftir teir gomlu
kapitalistarnar – í sosialismunnar
háborg.
Tað verður kortini ov drúgvt
at bíða eftir turistinum, sum
kanska alt annað líka kemur
siglandi inn á Tvøroyri bara
fyri at síggja handilshúsini og
pubbina frá sjónum.
Nú fær ein bygd afturat sítt
egna berghol. Men enn eru
okkurt um 100 bygdir og býir,
sum einki hol hava, men noyðast
at lata sær lynda ein veg.
Í staðin fyri at gera øllum
teimum berghol, ella gera hol í
sjógvin í staðin fyri at fylla, er
bíligari at flyta tey hagar, sum
hol longu eru.
Tjaldrið og veturin eru komin,
sum vant í senn, men hvør úr
sínari ætt. Grækarismessa er
fyrsti vetrardagur.
Kemur fuglakrím til Føroya,
kemur tjaldrið við tí. Her krevst
eitt singulert frávik í fuglalógini.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Fróði Clementsen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Spælir handy-
man viðhvørt
Tá hann ikki er til arbeiðis á Vodafone, spælir
fótbólt, ella etur gummibomm og lakres,
dámar honum væl at gera ymiskt heima við
hús. – Eg royni at spæla eitt sindur handyman
viðhvørt, sigur Fróði Clementsen
Singulert