fríggjadagur 22. mars 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 34 · 22. mars 2013
8
VIKUSKIFTI
Sangleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan er um imponerandi verk, nú
nýggjur sangleikur er at síggja í
Norðurlandahúsinum.
Leikarar eru næmingarnir í inn
skúlingini hjá Kommunuskúlanum –
t.v.s. næmingarnir, sum ganga í 1. til
4. flokk.
Leikurin sjálvur tekur knappan tíma,
men tímarnir, ið eru nýttir til fyrireiking
eru nógvir í tali. Heilt nógvir.
– Hetta byrjaði sum eitt hugskot,
sigur Ann-Mari av Skarði, sum er ein
av lærarunum í Kongagøtu, og sum
hevur verið eitt av oddafólkunum í
verkætlanini.
– Sjálvandi hevur skúlin nakrar
grundsetningar, sum skulu røkjast.
Men vit ynsktu eisini at gera nakrar
heldur øðrvísi skúladagar, har tað ikki
var lesing, rokning og bøkur, ið vóru
á skránni.
– Ein sangleikur hildu vit vera eitt
gott hugskot, og tað eydnaðist okkum
eisini at fáa leiðsluna á skúlanum at taka
undir við hugskotinum, sum vit sjálvi
hildu vera framúr gott. Vit hava eisini
serstaka tónleikabreyt – Litir í leiki –
og tað var upplagt, at teirra kunnleiki
eisini varð nýttur í hesum. Men fyrst
og fremst, so er hetta ein verkætlan, har
endamálið er at fevna um allar næm
ingarnar í innskúlingini.
Men hetta er neyvan nakar vanligur
skúlasjónleikur. Og tá framførslurnar
eru í Norðurlandahúsinum, fær karm
urin illa verið størri?
– Tað er rætt, men tað var ikki júst
hetta, sum vit høvdu í tonkunum, tá tað
byrjaði. Hinvegin eru hølisviðurskiftini
hjá okkum trupul, nú stórur partur av
Kommunuskúlanum er fongdur við
soppi. Tí máttu vit út at leita eftir
hølum, og við framúr vælvild frá
Norðurlandahúsinum eydnaðist at fáa
hetta í rættlag.
– Og tað sigur seg sjálvt, at hetta
eisini er eitt eyka skump til næmingar
nar. Tey kunnu veruliga kenna seg sum
stjørnur í nakrar dagar, og fyri áhoyr
ararnar og onnur við er talan jú um
framúr umstøður, sigur Ann-Mari.
Og so vísir hon samstundis á, at
nógv er lagt fyri í royndunum at lyfta
leikin á sama støði, sum umstøðurnar
leggja upp til.
– Vit hava fingið Elin á Rógvi at
leikstjórna. Gunn R. Joensen hevur lagt
koreografiina til rættis, og kórið er und
ir leiðslu av Leif Hansen. Við hesum
hava vit eisini fingið serkøna hjálp til
leikin, og tað er avgjørt eisini nakað,
sum gevur næmingunum nógv.
Skapa alt sjálvi
Leikurin sjálvur er nýggjur, men talan
er tó ikki um nýggjar sangir, sum eru
skrivaðir til leikin. Heldur er talan um
eitt breitt úrval innan føroyskan tón
leik. Og tó at allir sangirnir ikki ganga
um sama evni, so er kortini ein reyður
tráður at hóma ígjøgnum allan leikin.
Sjálvt heitið vísir til veruleikan um,
at tað ofta er ein kongur í skúlagarð
inum, men hinvegin snýr leikurin seg
eisini um, at øll eru góð á hvør sín hátt.
Happing, tíðartrotið í stressaða ger
andisdegnum, dreymar og forelskilsi
eru eisini temu, ið nortið verður við, og
soleiðis fevnir leikurin í nógvar mátar
um tilveruna hjá børnunum.
Tað er ikki soleiðis, at leikurin er ein
samanhangandi søgugongd. Sangirnir
eru sjálvandi berandi partur, men mill
um hesar verða replikkir nýttir til at
lýsa ymsu evnini.
– Akkurát tað við replikkunum varð
ein avbjóðing. Upprunaliga ætlaðu vit,
at næmingarnir eisini skuldu framføra
hetta sum sjónleik. Men nú pallurin er í
Norðurlandahúsinum er hetta vónleyst.
Børnini hava ongan møguleika at fáa
røddina at røkka um allan salin, og
tráðleysu headsett-mikrofonirnar eru
ein rættiliga kostnaðarmikil tøkni, sum
vit ikki settu okkum før fyri at brúka.
Tí er júst tann parturin playback, har
næmingarnir mima á pallinum, men í
aðrar mátar er alt live-framførsla, sigur
Ann-Mari.
Til partar av tónleikinum hava næm
ingarnir fingið hjálp frá 6. flokki, sum
sjálvandi hevur sítt orkestur, men í aðrar
mátar eru tað børnini í Kongagøtu, sum
hava staðið fyri øllum. Sjálvandi hava
lærararnir verið við, men næmingarnir
eiga bæði pallsmíð, búnar og annað,
sum skal til, tá ein slíkur leikur skal
framførast. So talan hevur verið um
eina velduga verkætlan, har øll hava
átt sín stóra part.
– Ætlanin var, at allir næmingarnir
skuldu við á pall eisini. Men vit hava
altso við einar 160 næmingar at gera, og
tá vilja tað altíð verða nøkur, sum slettis
ikki hava hug. Og tað eru eisini tey, sum
í størri mun tørva ein fastan struktur á
skúladegnum. Okkara avbjóðing hevur
so verið at taka hond um hesi eisini, og
eg haldi tað hevur eydnast soleiðis, at
øll eiga sín týðandi lut í leikinum, sigur
Ann-Mari.
Tindurin rokkin leygardagin
Tað hevur sjálvandi kravt nógv av bæði
lærarum og næmingum, nú tey seinastu
vikurnar hava hugsað um sangleikin
burturav. Skúlabøkurnar hava verið
á hillini seinastu tvær vikurnar, og
seinastu vikuna hevur bygningurin í
Kongagøtu verið manntómur, meðan
Norðurhandahúsið hevur verið karmur
um skúladagin.
– Hetta hevur riggað heilt væl. Mest
sum hvør tann einasti av næmingunum
hevur tikið serstakliga væl ímóti hug
skotinum, og endaliga úrslitið ber boð
um nakrar bæði dugnaligar og nær
lagdar næmingar, sigur Ann-Mari.
Tit hava í vikuni havt sýningar fyri
barnagørðum, og leygardagin hava tit
tvær sýningar fyri almenninginum. Tá
tær eru av – er so alt liðugt á hesum
sinni?
– Tað er tað á sín hátt. Og í øllum
førum byrjar vanliga skúlagongdin tá
aftur.
Og hvussu fara næmingarnir so at
taka ímóti tí veruleikanum?
– Tað veit eg sjálvandi ikki. Men eg
eri púrasta vís í, at tey tá øll eru sera
troytt, tí tað liggur eitt veldugt arbeiði
í tí, sum nú verður framført á pallinum,
sigur Ann-Mari av Skarði.
Eitt gott hugskot gjørdist til eina risa verkætlan, sum nú er veruleiki.
160 av yngstu næmingunum í Kommunuskúlanum hava pallsett
sangleikin »Hvør er kongur í Kongagøtu« í Norðurlandahúsinum
Øll eru kongar
í Kongagøtu
mynd: álvur haraldsen
Sangirnir
Tíggju sangir eru í leikinum. Teir eru hesir
– í klombrum er nevnt, hvør eigur upprunaútgávuna.
Elinborg og Elisabeth Maria (Eivør Pálsdóttir)
Blómubilurin (Jensina Olsen)
Nógv at siga (Guðrið Hansdóttir)
Stjørnuskot (Plúmm)
Spilt tíð (Glóð)
Grønir menn frá Pluto (Kular røtur)
Sig tað nú (PopCorn)
Viðurkenning (Páll Finnur Páll)
EM’arin (Terji Rasmussen)
Her er løtan (4)
Almennu sýningarnar eru leygardagin klokkan 13.00
og 15.00. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni
hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo