mánadagur 25. mars 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Nú skal ferð setast á arbeiðið
at gera Reinsaríið í Tórsgøtu
til eitt spælistað. Við 7,1 millión
krónum, sum eru settar av
í hesum fíggjarárinum, er
ætlanin at umvæla húsið,
soleiðis at tað kann gerast eitt
livandi stað í miðbýnum.
- Ætlanin er, at tað skal
vera eitt hús við lívið í bæði
um dagin og um kvøldið,
sigur Helena Dam á Neysta
bø, forkvinna í mentanar
nevndini í Tórshavnar Bý
ráðið. Komandi tíðina verður
tað ítøkiliga innihaldið í
spælistaðnum orðað.
Fyri einum góðum árum
síðani varð avgerð tikin um,
at Reinsaríið skuldi verða
spælistað
hjá
føroyskum
tónleikarum, men ikki fyrr
enn nú kemur ferð á arbeiðið
at umvæla húsið.
Arbeiðið
at
umvæla
Reinsaríið er so smátt farið
í gongd, og longu nú er farið
undir at lækka og grava gólv
ið upp. Í næstum fer kommu
nan at fáa tilboð inn um tær
ymsu uppgávurnar, og so
verður byrja tær stóru um
vælingarnar av álvara.
Fleiri funktiónir
Reinsaríið verður eitt rútm
iskt spælistað, men júst
hvussu tað skal brúkast og
rekast, er ikki endaliga av
gjørt enn.
- Vit hava havt eitt neyvt
samstarv við tónleika- og
áhugafelagið Mentón. Tey
hava í fleiri ár gjørt vart við
tørvin á einum spælistaði,
og vit ætla framhaldandi at
hava samband við tey, nú
Reinsaríið skal gerast til tón
leikahús, greiðir Helena Dam
á Neystabø frá.
Ikki
bert
tónleikarar
skulu brúka spælistaðið.
- Hetta skal vera eitt hús,
sum hevur fleiri funktionali
tetir í sær. Eg ímyndi mær, at
skúlaungdómar kunnu koma
í húsið um dagin, har tey
kunnu fáa innlit í tónleikalív,
ungdómar kunnu húsast á
loftinum, har til ber at hava
teldukafé og annars smáar
verkstaðir, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Ætlanin er, at húsið skal
vera bundið við Perluna, og
á tann hátt ber til at hava
ymiskt virksemi í spælistað
num.
- Húsið skal kunna tæna
nógvum, bæði tónleikarum,
teimum vaksnu, børnunum
og eisini ferðavinnuni.
Varðveita tað gamla
Fyri at Reinsaríið skal kunna
liva upp til tey krøvini, ið
verða sett til eitt nýmótans
tónleikahús, er neyðugt við
umfatandi
umvælingum
av tí gamla húsinum. Men
sambært Helenu Dam á
Neystabø
verður
dentur
lagdur á, at partar av tí gamla
í
húsinum
skulu
kunna
síggjast aftur, tá spælistaðið
stendur klárt at brúka fyrst í
komandi ári.
- Hetta er ein gamal bygn
ingur, og stórar broytingar
mugu gerast, um bygning
urin skal tæna sínum enda
málið til fulnar. Tí vera verð
ur í løtuni kannað, hvat skal
gerast fyri at varðveita tað
serliga við húsinum sam
stundis sum tað verður gjørt
til eitt nútímans og fjølbroytt
spælistað, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Leingi hevur verið tosað
um at gera umhvørvið í
Tórsgøtu til ein miðdepil
í Havnini, og forkvinnan í
mentanarnevndini í býráð
num, ivast ikki í, at nýggja
spælistaðið kann vera við til
at savna fólk í Tórsgøtu.
- Eg rokni við, at hetta
kann vera við til at fáa lív
aftur í býin. Spælistaðið skal
fáa fólk at fjølgast í gøtuni og
geva teimum innlit í ment
an, heldur Helena Dam á
Neystabø og leggur afturat:
- Mentanarvinna og tað at
skapa mentanarframleiðslu
er tann framleiðslan, sum
vaksur skjótast, og tað skulu
vit sjálvandi vera partur av.
Hetta kann kasta nógv ann
að av sær vinnuliga og eisini
ferðavinnuliga.
Nú verður
Reinsaríið
tónleikahús
Farið verður nú av álvara undir at gera gamla
Reinsaríið í Tórsgøtu til eitt nýmótans spælistað.
Býráðið hevur játtað pening til endamálið, og
gongur arbeiðið sum ætlað, kann tónleikahúsið
takast í nýtslu fyrst í komandi ári
Mentón fegnast um nýtt spælistað
- Vit hava víst á tørvin í
meir enn tíggju ár, og tí er
gleðiligt, at Havnin loksins
fær eitt spælistað, sum
Reinsaríið verður umvælt
til at vera. Tað sigur Rógvi
á Rógvu, sum sjálvur er tón
leikari og hevur sitið sum
formaður í tónleika- og
áhugafelagnum Mentón.
Hann vísir á, at stórur
tørvur er á einum spælistaði,
tí tónleikamentanin er nógv
broytt seinastu árini.
- Fyrr høvdu vit eina
dansimentan við nógvum
dansihølum, har fólk koma
inn og dansa til tónleiki,
ið verður spældur. Í dag er
annarleiðis. Vit eru farin frá
dansimentanini til nakað
sum er meira, har fólk skapa
sín egna tónleik og ynskja
meir við tónleikinum. Og til
júst tað endamálið manglar
ein pallur, sigur Rógvi á Róg
vu.
Hóast tónleikarar kunnu
spæla tónleik í støðum sum
eitt nú Norðurlandahúsið
og Sjónleikarhúsið, vísir
Rógvi á Rógvu á, at tørvurin
er so mikið stórur, at brúk er
fyri fleiri spælistøðum.
- Tey hølini kunnu av
gjørt brúkast, men tað
er ikki nokk. Tónleikarar
kunnu spæla á barrum,
kaféum, í kirkjum og sam
komuhúsum og so fram
vegis, men tað hevur øll
hesi árini mangla ein pallur,
har tónleikurin er í hásæti.
Tú kanst samanbera tað við
at fara til sjónleik. Tá fert tú
fyri at hyggja eftir leikinum
og ikki fyri at práta við fólk
ella drekka øl, sigur Rógvi á
Rógvu.
- Við nýggja spælistað
num verður nógv lættari
at skipa fyri konsertum og
gera konsertskráir, tí nú
veit mann, at eitt høli er
tøkt. Eisini verður lættari at
gera longri konsertferðir, og
eisini at fáa útlendskar tón
leikarar hendavegin.