Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað hevur nívt Poul Johan­ nes Reyná í Elduvík, at hann var orðblindur, og í bygd­ ar­skúla­num í Elduvík fekk hann lítið við. Hann dugdi ikki at lesa tað, sum hann skriv­aði sjálvur. - Í skúlunum á bygd var tað fyrr so, at tey, sum dugdu væl, vórðu hálað fram. Teir skift­andi vikararnir tímdu ikki at taka sær av okkum øðr­um, sigur Poul Johannes Reyná. Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, fann hann sjálvur upp­á at fara suður á skúlan á Trøð­ni, har hann gekk í nøk­ ur ár. - Tá fekk eg meira við, men eg lærdi ikki at lesa har. Hann fekk ikki skil á tekst­unum, tí alt leyp saman. Hann sá orðini, men tey komu skeivt inn í høvdið. Ongantíð happaður Poul Johannes Reyná minn­ ist einki til, at hann varð happ­að­ur í skúlanum vegna sítt brek. Men hann minnist, at hann var varin og ofta bang­in. Foreldrini vistu ikki, hvat tey skuldu gera. Hann helt seg aftur at søk­ja um lærupláss, men tað eydn­aðist honum kortini at sleppa á skipasmiðjuna á Skála í læru, og hann stóð roynd­ina og tók sveinaprógv. Tann læran kravdi ikki so nógv­an lesnað. Men hugurin til jarnið var ikki tann besti, og har var kalt, stórt og skitið, so hann gavst. Næsta takið var at taka koyri­kort til treylara. Tað eydn­aðist, sjálvt um evni hans­ara at lesa vóru so av­ mark­að. Roynt nógv - Eg havi fingist við alt møgu­ ligt. Eitt skifti arbeiddi eg hjá Hydro Tech, sum í sínari tíð var á Eiði, havi smíðað nógv, og eg havi arbeitt umborð á skip­um. Ta fyrstu tíðina var tað eitt ítriv hjá honum at smíða, men tær góðu hendurnar gjør­du, at hann fekk meira og meira arbeiði við at smíða. - So fekk eg mær eitt ann­ að ítriv, at leggja flísar - inni sum úti. Tað plagdi eg ta fyrstu tíðina at gera eftir arbeiðstíð, sigur Poul Jo­han­ nes Reyná, sum nú hevur fing­ið eitt ítriv aftrat. Hetta ítrív­ið er at blása ís í hús­um, sum fongd eru við blámu­ soppi. Annars er Poul Johannes Reyná bóndi á seks marka garði við 170 áseyð­um. Hann og konan Frida hava um summarið harumframt heima­kafé. Fýra viðgerðir Hvussu tað bar til, at hann fekk hjálp, er ein serlig søga. - Vit hoyrdu eina samrøðu í útvarpinum við føroysku Annitu Nielsen, sum var komin til Føroya og bjóðaði við­gerðir til orðblind fólk og fólk við lesitrupulleikum, sig­ ur Poul Johannes Reyná. Kona hansara Frida ring­ di beinanvegin til hennara og teknaði hann. Hon var bangin fyri, at Poul Johannes ikki fór at gera tað. Viðgerðarmátin eitur Theta og fer fram við ljóði og ljósi. Áðrenn Poul Johannes fór í við­gerð, skuldi hann svara fleiri spurningum. Í hansara føri var nóg mik­ið við fýra viðgerðum, nakr­ar dagar ímillum hvørja. Løgin viðgerð - Viðgerðin var nokkso løgin. Eg skuldi leggja meg á eina briks, fekk oyrabúffar og stór­ar brillur. Ymisk ljóð vórðu send inn í oyruni, og ljós úr brillunum. Síðan kom ein mjúk mansrødd, sum bað og fekk meg at slappa av. Tað var sum fór nakað upp eftir beinunum. - Tá ið hann var komin ígjøg­num viðgerðirnar, fekk hann boð um at lesa nógv, og hann so gjørdi. Lesur nú nógv - Eg byrjaði við løttum lesn­ aði sum Anders And, men síðan havi eg lisið fleiri tjúkkar bøkur, eitt nú all­ar bøkurnar hjá Jógvani Isak­ sen. Nú eri eg farin at lesa tær umaftur. Tað gongur bet­ur og betur, og eg dugi nú eisi­ni betur at skriva. At kalla hvønn dag tekur hann onkra bók upp í hendurnar. - Poul Johannes Reyná er fegin um, at børnini ikki hava arvað brekið. Tey duga øll væl bæði at lesa og skriva. - Eg trúði ikki, at tað nakr­ an­tíð fór at eydnast mær at læra at lesa. Hetta var ein stór­ur sigur fyri meg, sum næs­tu ferð fyllir 50 ár. Sjálvt um hann ikki dugdi at lesa, hevur ongantíð stað­ ið á hjá honum at fáa ar­beiði, og hann hevur altíð kunn­að lovyt sær at gjørt tey arbeiði, honum hevur dámt best. Lyndi er lætt. - Men síðan eg lærdi at lesa, havi eg verið uppaftur glað­ari fyri lívið. Fantast duga at Fyri fýra árum síðan dugdi Poul Johannes Reyná hvørki at lesa ella skriva. Nú lesur hann tjúkkar bøkur, tí hann hevur fingið hjálp fyri orðblindni Randi Jacobsen Tað var Lions Club, sum tók stig til at fáa gongd á orð­blind og lesiveik ung og vaksin. Ikki av tilvild var tað Ras­mus Magnussen, sum kom við hugskotinum, tí hann hevur sjálvur verið orð­blind­ur, og tvey børn hansara hava arvað brekið. Nú er verkætlanin hjá Lions liðug, og saman við før­oy­inginum Hans-Paula Christian­sen, sum er skúla­ leiðari í Danmark, er tik­ið samanum, og frá­greið­ing­ ina hevur Ment­a­mála­ráð­ið. Rasmus Magnussen sig­ur, at Bjørn Kalsø var sera jaligur, tá ið teir góvu hon­um frágreiðingina ella tilmælið, tí hann var væl vitandi um teir stórur trupul­leikarnar, sum nógv bæði børn og vaksin hava av orðblindni. Nakað er við at henda, tí Mentamálaráðið hevur sett ein fulltrúa at hava mál­s­øki børn við serligum tørvi. Í frágreiðingini verður sagt, at ferð skjótt kom á ar­beið­ið, og tað komu fleiri undir­vís­ing­ar­tilboð. Mentamálaráðið tryggj­ aði, at 18 orð­blinda­lær­ar­ar vórðu útbúnir í 2010/2011, og teir hava allir aftur ver­ ið á skeiði. Hesir lærararnir eru út­ bún­ir til at undirvísa ung­ um og vaksnum. Á fleiri skúl­um er nú undirvísing fyri orðblind. Á Heilsuskúlanum, Tek­n­iska skúla í Havn, Handils­skúla­num, Fiski­ vin­nu­skúla­num og á Før­ oya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum eru til­boð um orð­blinda­undir­ vísing. Fleiri sólskinssøgur Fleiri sólsskinssøgur eru um ung og vaksin, sum hava fingið undirvísing. Fólk hava lært at lesa, starvs­fólk á fleiri arbeiðs­ pláss­um hava lært at lesa til dømis vegleiðingar at brúka í arbeiði sínum. Ung á vinnuskúlunum hava fingið orð­blinda­und­ ir­vís­ing, og hetta hevur gjørt, at tey ikki eru givin veg­na orðblindni og hava tik­ið prógv. - Tað hevur stóran týdn­ing, at orðblindni nú er ein viðurkendur lesi- og skrivitrupulleiki, sum bøtast kann um við undir­ vísing eisini við kt-tilfari. Tað eru gjørd teldu­forr­it, sum kunnu hjálpa fólki til at lesa og skriva. Menta­ mála­ráðið hevur keypt for­ ri­tið, sum øll orðblind kun­ nu fara eftir á netinum. Tað er blivið sjónligt, at orðblindni finst, og at undirvísing hjálpir. Miðl­ ar­nir hava seinastu árini tosað við fleiri fólk, sum hava havt gleði av undir­ vís­ing­ini. Als hevur eisini havt undir­vísing fyri orð­blind­ um. Skeiðið var 10 vikur, og luttakaratalið 10, sum fingu nógv burtur úr undir­vís­ing­ini. Stórur tørvur Í frágreiðingini stend­ur, at tørvurin á orð­blinda­undir­ vís­ing er stórur. Tilboðini, sum nú eru komin, eru til ung og vaksin, men tørv­ urin á tilboðum til børn er ovurstórur. - Eg havi mælt Menta­ mála­ráðnum til, at orð­ blinda­lærararnir, sum nú eru útbúnir, og sum eisini eru fólkaskúlalærarar, kun­ nu brúka útbúgvingina til at undirvísa og kanna børn í fólkaskúlanum, skrivar Hans-Pauli Christiansen. Hann sigur, at nú er ikki at sleppa enda­num. Pen­ing­ur til orð­blinda­ undir­vís­ing av ungum og vaks­num má setast sum ein føst upphædd á fígg­j­ar­ lógini. Á tann hátt tryggja orðblind sær neyðugu út­ búgv­ingina, og land­ið vís­ir, at tað er fastur natúr­lig­ur politikkur at hava hetta tilboð. Tað er týdn­ing­arm­ ik­ið, at pen­ing­ur er tøk­ ur, tá ið skúlaárið byrjar í august. Tað hevði eisini verið gott at fingið útbúgvið fleiri orðblindalærarar til teir vinnuskúlar og teir studenta­skúlarnar, sum ikki fingu tilboðið í fyrsta um­fari. Eisini er týdn­ing­ar­mik­ ið, ­at orðblindalærararnir javn­an hittast fyri at tosa um royndir og menna til­ boð­ið fyri alt landið. Tað hevði verið gangligt at hitst tvær ferðir um árið ein heilan dag hvørja ferð. Tað er eisini neyðugt, at orðblindalærararnir verða stuðl­að­ir. Orð­blinda­lær­ ar­ar­nir eru eldsálir, sum hava lagt nógva orki í at fáa undirvísingina í gongd. Fleiri ung og vaksin hava fingið hjálp Nú fáa fleiri orðblind ella lesiveik fólk hjálp á miðnámsskúlunum Eitt tað størsta, sum hent er fyri Poul Johannes Sandá var at læra at lesa og skriva sum 46 ára gamal Fimta hvørt fólk hevur lesi- og skrivitrupulleikar, vísa norðurlendsk hagtøl