mánadagur 25. mars 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
iskt at
lesa
Theta-
viðgerðin
Viðgerðin byggir á vitanina um
heilans elektronisku sveigg, sum
kunnu mátast.
Skiftivís verða skjót ljóð og
ljós send til vinstra oyra/høgra
eyga og umvent. Hetta bøtir um
vantandi javnvágina millum tær
báðar hálvurnar av heilanum.
Ofta er høgra hálva meira ment,
og tað sæst aftur í, at fleiri børn
og ung, sum hava lesitrupulleikar
eru kreativ á ymsan hátt, og fleiri
minnast eisini sera væl.
Fólkini liggja væl, meðan
viðgerðin fer fram, við einum
teppi yvir seg í einum skýmligum
rúmi. Við oyrabúffum og brillum.
Fólkini sovna ofta, men tað
hevur ongan týdning fyri úrslitið.
Gjøgnum hoyritelefonirnar
koma ymisk eletronisk ljóð og
róligur tónleikur inn í høvdið, og í
brillunum blinkar eitt reytt ljós.
Fyri at viðgerðin skal eydnast
er neyðugt at vilja tað sjálv/ur.
Tað tænir ongum endamálið, um
foreldrini noyða børnini at fara í
viðgerð.
Sagt verður um viðgerðina, at
umframt at læra at lesa ella
lesa betur, gevur tð persóninum
størri sjálvsálit, størri
sjálvsvirðing og hug at lesa og
skriva.