Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Føroya Lærarafelag harm­ast um, at lesiveik og orð­blind børn verða slept upp á fjall í fólka­skúla­num. Lærarar hava útbúgvið seg til at undirvísa hesum næm­ingum, og felagið fór til Mentamálaráðið við upp­ skoti, at teir lærararnir kun­ du havt samansett starv, so teir undirvíst ein part av vikuni í skúlanum og hin partin hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik . Grund-gev­ing­ in var, at hetta fór at ávirka eftirløn og annað. - Men frá Fíggj­ar­mál­a­ ráð­num fingu vit at vita, at tað hevði borið væl til, sigur Her­álvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Felagið fyri lesi- og skrivi­ veik ger eitt stórt arbeiði við at undirvísa lesi- og skrivi­ veik­um fólki, vaksnum og børn­um, men tørvurin á at fáa hjálp er so stórur, at bara ein partur sleppur inn. - Orðblindnalærararnir vilja heldur enn fegnir slep­ pa at undirvísa lesi- og skriviveikum. Teir vilja sleppa at brúka sína út­bugv­ ing, og haraftat er tað eitt huga­ligt arbeiði, tí børnini ger­ast ovurfegin, tá ið tey læra at lesa, og tey møta so hugagóð. Undirvísingin gev­ur úrslit, sigur Herálvur Jacob­sen. Undirvísingartilfarið er til. Tá ið orðblind og lesiveik børn ikki fáa neyðugu undir­ vís­ing­ina, er tað næstan tað sama sum at nokta blindum at brúka brillur, sigur for­ mað­urin. - Vit skriva undir altjóða av­tal­ur um, at øll hava rætt til undirvísing eftir førleika, men so hendir ikki meira. Herálvur Jacobsen sigur, at uppskot teirra um at geva orðblindalærarunum saman­ sett starv bara kann vera ein fyri­bilsloysn. - Sjálvandi átti undir­vís­ ing­in av lesi- og skrivi­veik­ um børnum at verið ein natúr­ligur partur av fólka­ skúla­num, sigur Herálvur Jacob­sen. Trekt at koma í gjøgnum Nakrir lærarar eru útbúnir at undirvísa børnum við lesi- og skrivitrupuleikum og vildu gjarna fingið samansett starv við at arbeiða ein part av vikuni í skúlanum og ein part hjá Felagnum fyri lesi- og skriviveik, men Mentamálaráðið hevur sagt nei. Tað líkist ongum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag Randi Jacobsen Fleiri børn hava ilt við at lesa og skriva, men tey eru ikki øll orðblind. Teimum tørvar eitt eyka skump í lesi- og skrivi­menn­ ing­ini, og har er Summar- fugla legan eitt tilboð. Legan plagar at vera í Skúlanum við Løg­manna­ breyt beint eftir, at skúla­ árið er liðugt. - Tað byrjaði við, at eg og ein annar lærari, sum eins og eg eisini er lesivegleiðari, tos­aðu um alt, sum er hjá børn­um at fara til um summar­ið. Hví ikki eisini bjóða lesiveikum børnum at vera saman upp á ein ann­an máta og samstundis hava tað stuttligt, sigur Joan Knudsen. Legan er ein dag, og hon hevur fingið navnið Summ­ ar-Fugla legan. - Endamálið er, at eftir summar­leguna skulu hesir skerdu fuglar klára at flúgva, soleiðis at teir kun­ nu gerast frælsir at ogna sær vitan og førleika at sam­s­kifta gjøgnum hetta henta amboðið, sum lesi- og skrivi­før­leikin er, sigur Joan Knud­sen. Á leguni læra børnini ym­iskt um land, fólk og sam­stundis, og stundir eru eisini til spæl og at hava tað stuttligt. Men áðrenn legan byrj- ar, hava fyriskipararnir ein fund við foreldrini og tosa um, hvat foreldrini kunnu gera fyri at hjálpa børn­un­ um. Foreldrini hava eisini ein leiklut. Aldursbólkurin er av­ markaður til teir tríggjar árgang­irnar, tí í fjórðu flok­ ki økjast krøvini. Áhugin fyri at koma á Summar-fuglaleguna er sera stórur. Í fjør var full­ tekn­að sama dag, sum lýst varð við leguni. 80 børn skulu við. Í næsta mánaði verður lýst við, nær legan í summar verð­ur. Fakta Norðurlendsk hagtøl vísa, at 20 prosent av fólkinum hevur lesi- og skrivitrupulleikar. Tað vil siga fimti hvør næmingur í einum flokki hevur trupult við at lesa og skriva. Summi halda, at tølini fyri Føroyar eru størri, tí trupulleikin er arvaligur, og í Føroyum er so nógv inngifta. Summarlega fyri leisveik børn Fyri fjórðu ferð verður Summar- fugla legan fyri børn, sum fara í 3., 4. og 5. flokk næsta ár Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag skilir ikki, hví tað skal ganga so seint við at menna undirvísingina fyri lesi- og skriviveik Tað eydnast ikki til dag­ sins blað at fáa sambad við undir­vísingarleiðaran Jenny Lydersen í Menta­ mála­ráð­num.