Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Fýra gentur og tríggir dreing­ ir eru higartil avhoyrd í mál­ inum móti suspenderaða politistinum. Málið verður framvegis kannað, og politisturin fekk fráboðan um endaliga suspendering 5. mars. Tað váttar Karen Marie Olesen, virkandi fúti. Ein av teimum, sum var kynsliga misnýtt fyri smáum 30 árum síðani, sigur, at hon var misnýtt frá tí hon var níggju fram til 13 ára aldur. – Eg trúgvi einki upp á, at ein pedofilur kann sløkkja kontaktina og siga við seg sjálvan, at nú gevist eg. Tað eiga at vera fleiri, ið hava verið uti fyri tí sama, sum vit sjey hava verið úti fyri, sigur kvinnan. Karen Marie Olesen vátt­ar, at talan er um eina suspendering av einum poli­ tisti, men hon sigur, at hetta kemur undir »personale­mál«, og tí vil hon ikki gera nakra viðmerking til málið. – Vit arbeiða eft­ir regl­ un­um hjá tænastu­monn­ um, og halda okkum til tær mannagongdir við hoyrings­ skrivi og tí, sum hartil hoyrir, sigur Karen Marie Olesen. Í mun til mannin, sum í síðstu viku játtaði seg sekan í at hava framt kynsligan ágang móti í minsta lagi seks gentum, noktar suspenderaði politisturin seg sekan. Hann sigur seg bert hava klappað teimum vinarliga á lærið. Kvinnan, ið vil vera dul­ nevnd, sigur, at talan var um annað og meira enn eitt vinarligt klapp á lærið. Hon heldur, at tað mugu finnast aðrar og nýggjari hendingar, ið kunnu verða við til at fella politistin. Hesi málini hjá teimum eru fyrn­ að, og tí gerst einki í hesum viðurskiftum. Eins og í førinum við hinum pedofila, eru hend­ ingarnar farnar fram uttan fyri Havnina, har sum mað­ urin býr. Ein politistur fyrst í 50-unum er suspenderaður, meðan fleiri mál um pedofili verða kannað. Higartil eru fýra gentur og tríggir dreingir avhoyrdir í málinum Politistur skuldsettur fyri pedofili Higartil eru sjey fólk, fýra gentur og tríggir dreingir, avhoyrd í málinum móti politistinum Karen Marie Olesen, virkandi fúti, váttar, at talan er um eina suspenderingssak móti einum politisti