mánadagur 25. mars 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað er alneyðugt at broyta
grindareglugerðina so at hon
verður strangari.
Tað
staðfestir
Ólavur
Sjúrðarberg,
formaður
í
Grindamannafelagnum.
Felagið hevði aðalfund
leygardagin og formaðurin
brúkar hetta høvi til at heita
á politikararnar um at herða
grindareglugerðina.
Tað, sum hann serliga
hugsar um, er, at broyta
reglugerðina, at tey nýggju
amboðini,
blásturkrókurin
og
mønustingarin
verða
tann
kravdi
og
lógligi
grindareiðskapurin hereftir.
Samstundis
skal
tað
bara vera loyvt at brúka
vanliga
grindakrókin,
ella sóknarongulin, í heilt
serligum føri, og tað sama
skal
vera
galdandi
við
vanliga grindaknívinum.
Ólavur
Sjúrðarberg
heldur, at harafturat skal
løgreglan hava heimild til
at leggja halda á ólógligan
grindareiðskap á staðnum.
Hann
vísir
á,
at
mønustingarin verður nógv
brúktur, men í grundini
er hann ikki lógligur, tí
hann er ikki umfataður av
grindaregluni um góðkendan
og kravdan grindareiðskap.
Hann
heldur,
at
tað
er
alneyðugt,
at
hesar
broytingar verða gjørdar, tí
umvhvørvisfelagsskapir, og
útlendingar sum heild, fylgja
ógvuliga neyvt við, hvussu
vit fara fram í sambandi við
grindadráp.
Tí er tað neyðugt, at
alt okkara arbeiðið í grind
verður gjørt samvitskufult
og
lítaleyst,
leggur
formaðurin afturat.
- Traðka vit eitt lítið
sindur skeivt, gera teir vart
seg alt fyri eitt.
Somuleiðis vísir hann á,
at ítøkilig mát eru gjørd fyri,
hvussu mønustingarin skal
síggja út, fyri at lúka krøvini.
Annars
heldur
Grindamannafelagið,
at
allir føroyingar fáa sín lut í
grindabýtinum.
Allar
grindir
kunnu
sjálvandi
ikki
býtast
til
øll,
men
eftir
ávísum
mannagongdum
eigur
at
verða skipað so fyri, øll fáa
grind onkuntíð.
Í Suðuroy og í Sandoy
eru
fastar
skipanir
við
heimapørtum,
men
tað
verður ikki brúkt so nógv
aðrastaðni, hóas tað meiri
enn so kemur fyri.
-
Í
veruleikanum
er
alt meginøkið, úr Bø til
Viðareiðis, eitt grindaøki.
Samstundis eru hvalvágirnar
í grundini ogn Føroya fólks
og ikki ogn hjá einstøku
kommununum.
- Tí eiga vit at gera meiri
burtur úr at býta grindina
javnari ímillum økini, so
hóast ein grind doyr í Vágum,
kann ein partur av henni fara
í Eysturoy ella í Norðoyggjar.
Tað verður brúkt eitt
sindur nú, men tað kundi
verið meiri skipað og miðvíst,
heldur Ólavur Sjúrðarberg.
Men hetta skal ikki við í
sjálva grindareglugerðina, tí
hetta eitt mál, sum liggur hjá
sýslumonnunum.
Mugu tola atfinningar
Ólavur
Sjúrðarberg
heldur, at tað skal eisini
standa
beinleiðis
í
grindareglugerðini, hvussu
farast skal fram, tá ið grindir
verða merktar.
Tað
sigur
hann
í
kjalarvørrinum á hendingini
í Hvalba í heyst, har ein grind,
sum var merkt, ikki vildi
aftur til Havs, men endaði á
turrum uppi á sandinum.
Ein merkt grind er friðað
og tískil kundu grindamenn
ikki taka lívið av hvalunum
og tað gingu fleiri tímar til
Náttúrugripasavnið
gav
loyvi til at drepa grindina.
Men
at
vit
skulu
halda
upp
at
at
drepa
grind,
vil
formaðurin
í
Grindamannafelagnum ikki
hoyra talan um.
Hetta er ein partur av
okkara
mentunararvi,
samleika og sjálvsagda rætti,
sigur hann.
- Tá ið umhvørvisfólk eru
her, taka vit altíð væl ímóti
teimum og greiða teimum
frá, hvat vit gera, og at vit
hava rætt at veiða á sama
hátt sum fólk aðrastaðni
eisini eiga henda rættin
- Vit skulu altíð lurta og
tola at fáa viðmerkingar og
atfinningar.
- Tað kunnu vit brúka
til
støðugt
at
eftirmeta
og gera neyðugar ábøtur í
grindareglugerðini, tó onki
er so full¬fíggjað at tað ikki
tolir tillaðingar, sigur Ólavur
Sjúrðarberg.
Í heimspressuni
Annars hava føroyingar
fleiri
ferðir
verið
í
heimspressuni í sambandi
við grindadráp.
- Har hava vit fingið
møguleikan at bera fram
okkara
boðskap,
sigur
Ólavur Sjúrðarberg.
Hann
fegnast
um
møguleikan
at
koma
á
tal við miðlafólkinim har
hann greiðir frá, hvussu
grindadráp er skipað, hvar
veruliga fer fram í einum
grindadrápi og at grindin
er ein partur av okkara
staðbundna mati.
- Miðlafólkini spyrja eisini
nógv um dálking. Heldur enn
at heita á føroyingar um at
lata vera við at drepa og at
eta grind, bera vit boðskapin
til altjóða samfelagið um at
lata vera við at dálka.
- Hjá okkum ræður um
at duga at brúka henda
einastandandi møguleika og
at siga frá á rætta stað, sigur
Ólavur Sjúrðarberg.
Hann fegnast um, at
ætlanin at koma higar at gera
eina ræðusøgu um okkara
grindadráp,
miseydnaðist
fullkomiliga.
Hann sipar til ætlanin
at gera eina nýggja røð
til
sjónvarpssendirøðina,
“Whale Wars”, sum skuldi
sendast á sjónvarpsrásini
Animal Planet.
Áki Bertholdsen
- Vit eru øll eru líka kedd og
skelkað av, hvussu tað gekst,
tá ið ein grind varð merkt í
Hvalba í heyst.
Tað
staðfesti
Ólavur
Sjúrðarberg,
formaður
í
Grindamannafelagnum,
á
aðalfundinum hjá felagnum
leygardagin.
Hetta var ein tann mest
umrødda hendingin í fjør
og tað slapst ikki undan, at
tilburðurin varð nevndur á
aðalfundinum.
Talan var um eina grind í
Hvalba, sum var merkt.
Men grindin vildi ikki
til havs aftur, tvørtur ímóti
svam hon upp á sandin.
Men ein merkt grind er
friðað og tískil var tað ólóg
ligt av grindamonnum at
taka lívið av henni, hóast
teir stóðu til reiðar.
Men tað gingu fleiri tím
ar, áðrenn loyvi fekst frá
Náttúrugripasavninum
at
drepa grindina.
Kedd og skelkað
- Vit eru øll líka kedd og
skelkað av, at tað skuldi
ganga soleiðis, ikki minst
tey, sum høvdu glett seg til
enn fleiri vísindalig úrslit
við tað, at nú kundu tveir
merktir bólkar svimja sínar
leiðir her í Norðurhøvum,
sigur Ólavur Sjúrðarberg.
Hann sipar til, at stutt
frammanundan varð eisini
ein grind merkt í Vági.
Men formaðurin í Grin
damannafelagnum á-sann
ar, tað gongst ikki altíð, sum
vit ætla og vóna, og ytru
umstøðum eru vit ikki harr
ar á.
- Tað, sum hendir aðra
staðni, at hvalir svimja seg
upp á turt aftur, hendi eisini
her hjá okkum henda dagin
í Hvalba.
Men
formaðurin
í
Grindamannafelagnum
staðfestir, at vit mugu ikki
halda upp at at merkja
grind, tí tað gevur okkum
virðismikla vitan, sum kem
ur okkum til góðar seinni.
Skulu hava ábyrgdina
Eisini
Bjarni
Mikkelsen,
granskari á Náttúrugripa
savninum, sum stóð fyri
miseydnaðu merkingini í
Hvalba, harmaðist um tað,
sum var hent.
Og hann staðfesti, at
framyvir verður tað so, at
verður ein grind merkt,
verður tað eisini Náttúru
gripasavnið, sum skal taka
ábyrgdin av at fáa grindina
til havs aftur og miseydnast
tað, skal hon avlívast skjót
ari.
Hinvegin heldur Ólavur
Sjúrðarberg, at vit eiga at
endurskoða
grindareglu
gerðina fyri at fyribyrgja
slíkum sum hendi í Hvalba.
Tí heldur hann, at tað
eigur beinleiðis at standa
í grindareglugerðini, at tá
ið grind verður merkt, skal
Náttúrugripasavnið tryggja,
at grindin fer aftur til havs,
ella at hon verður avlívað,
áðrenn vit eru komin í eina
støðu, har grindin pínist.
Nýggjur
limur í
nevndina
Grindamannafelagið
fekk ein nýggjan
nevndarlim á
aðalfundinum
leygardagin. Á fundinum
gjørdi Andras Joensen
í Klaksvík, greitt,
at hann tók ikki við
afturvali og fyri hann
varð Elmar Simonsen
í Hvannasundi valdur
í nevndina. Annars
eru nevdarlimirnir í
Grindamannafelagnum
hesir: Ólavur
Sjúrðarberg, Leirvík,
form. Regin Jespersen,
Sørvágur, skrivari, Hans
J. Hermansen, Tórshavn.,
kassameistari, Hanus
Højgaard, Tórshavn,
Gutte Guttesen, Bøur,
og Elmar Simonsen í
Hvannasundi. Annars
skal nevndin skipa
seg av nýggjum eftir
aðalfundin, men tað er
ikki hent enn.
grindadráp
Skulu tryggja at
grindin fer aftur til havs
GRINDAMERKING Fyri at sleppa undan, at ein hending, sum tann í Hvalba í heyst,
endurtakur seg, skal mannagongdin nú broytast, tá ið grind verður merkt
Politiið skal taka ólógligan
grindareiðskap í staðnum
GRINDADRÁP Grindareglugerðin skal verða strangari, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum