Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi S o hendi tað aftur, at fótbóltslandsliðið fekk ein kjaftfisk, sum eingin av okkum brýggjar seg um ella er glaður fyri. Eystur­ríki var í tennishýri og smurdi Føroyar av 6-0, og vit vita øll somul, at tað sær ikki pent út í hagtølunum fyri eftirtíðina, eins væl og tað svíður her og nú. Men tað, sum argar allarmest, er at síggja øll hesi, ið nú koma krúpandi upp úr sínum holum, meðan tey gera seg nakað so øgiliga klók. Summi av teimum siga, at tað er stór skomm at tapa so nógv, meðan onnur siga, at Føroyar eiga at fara aftur til at spæla ímóti Hetlandi og Orknoyggjum, tí »har hoyra vit heima«. Og uppaftur onnur grenja um pengar, sum forrestin ongantíð høvdu komið til Føroya, var tað ikki fyri fótbóltinum sjálvum og ongum øðrum! Hartil kemur so, at eingin onnur ítróttargrein megnar sum fótbólturin ferð eftir ferð og upp í fleiri ferðir um árið at fáa heimsstjørnur til Føroya at spæla dystir, sum telja við. Ella fyri at siga tað við øðrum orðum, so skulu fólk altso bara vita, at teirra ítróttargrein verður ikki frægari av, at tey spilla fótbóltin út og lata koma til sjóndar eina øvund og eitt misunnilsi, ið veruliga er pínligt. Annars vita vit av royndum, at tað ofta eru júst hesi somu, sum nú blaka við runu og válka sær í, at Føroyar taptu ein landsdyst stórt, sum eisini eru tey skjótastu at rópa hart, tá væl gongst landsliðnum. Tá síggja tey út, sum tey »alla tíðina trúðu upp á tað«, sjálvt um tey í veruleikanum bæði reka við streyminum og boyggja seg fyri vind­inum – óansæð, hvør ættin er. Hetta eru opportunistar av ringasta slag, og vit vita innast inni øll, at tað verða so ongantíð slík, ið koma at vinna nakað sum helst fyri Føroyar – hvørki í ítrótti ella nøkrum øðrum! Orðatakið um, at »eingin fer væl av at annar fer illa«, mátti nú verið nóg gamalt til, at vit høvdu lært týdningin av tí… Haldið so skarpan! Ítróttar klumman Dryppaði á hini Hóast meistaraliðini hjá Mjølni og ÍF fingu flestar heiðrar á gallaveitsluni leygarkvøldið, dryppaði eisini okkurt á hini. Fleyr átti besta hevara hjá monnum og besta blokkspælara hjá kvinnum, og ársins stjørnuskot fóru hjá kvinnum til Drátt og hjá monnum til SÍ. Hilmar Jan Hansen Ársins bestu í flogbólti Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Ársins spælarar: Bárður Jacobsen (ÍF) og Birgit Guttesen (Mjølnir) Ársins verjuspælarar: Margit Joensen (Mjølnir) og Boban Ilic (ÍF) Ársins blokkspælari: Trygvi Hansen (ÍF) og Sóley M. Poulsen (Fleyr) Ársins venjari: Boban Ilic (ÍF) og Marjun Kalsø (Mjølnir) Ársins hevari: Ólavur Jensen (Fleyr) og Eina Stefania Kalsø (Mjølnir) Ársins stjørnuskot: Teitur Anderson (SÍ) og Anna Sunadóttir Hansen (Dráttur) Myndir: Jóannes Poulsen