mánadagur 25. mars 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Sum sæst á yvirlitinum yvir
tey kosnu, vóru tað meist
araliðini hjá kvinnum og
monnum, ið fóru við flestu
heiðrunum, og einki er at
siga til tað, tí tað er ein mest
sum náttúrlig avleiðing av
avrikinum. Og tá vit tosa
um tey allarbestu, ið vunnu
heiðurin sum ársins spælari,
blivu tað eisini tveir føroya
meistarar: Birgit Guttesen úr
Mjølni og Bárður Jacobsen úr
ÍF.
– Sjálvt um tað er triðu
ferð, at eg fái henda heiður,
er tað líka stuttligt hvørja
ferð. Eg haldi eisini, at tað
var eitt sindur óvæntað hesa
ferð, tí eg kappaðist við tvær
á mínum liði, Sofíu Purkhús
og Einu Stefaniu Kalsø, og
tað kundi líka so væl verið
onnur av teimum. Eg má bara
staðfesta, at eg kann takka
mínum góðu liðfeløgum fyri,
at eg skuldi fáa henda heiður,
tí tær eru allar góðar og gera
meg til ein betri spælara,
sigur 22 ára gamla Birgit
Guttesen.
Næsta ár verður hon ikki
partur av liðnum hjá Mjølni,
tí hon fer til Danmarkar at
spæla flogbólt. Enn vil hon
einki siga um, hvørjum hon
skal spæla við, men hon vátt
ar, at hon nú bara bíðar eftir
at fáa eitt sáttmálauppskot
sendandi, sum hon so skal
taka støðu til.
Heiður sum gávu
Diagonalspælarin
hjá
ÍF,
Bárður Jacobsen, kundi í gjár
halda sín 21 ára føðingardag,
so hjá honum bleiv talan um
nógv tillukku, hvørja ferð
gestir komu á gátt, tí leygar
kvøldið var hann kosin ársins
spælari hjá monnum. Ein
heiður, hann vann fyri fyrstu
ferð, men sum hann er sera
glaður fyri:
– Hetta er ótrúliga stutt
ligt. Eg veit ikki, um eg hevði
væntað tað, men eg eri glaður
fyri tað, sigur ungi norða
gøtumaðurin, ið trúliga er
farin til venjingar á Kambs
dali í allan vetur, og sum við
sera sannførandi spæli eisini
var við til at vinna føroya
meistaraheitið við ÍF.
– Tað hevur gingið hampu
liga væl hjá mær í allan vetur,
og eg havi so roynt at gjørt
mítt besta. Flogbólturin hev
ur mín stóra áhuga, so tað er
heilt fantastiskt at kunna
enda kappingarári við at
verða kosin ársins besti
spælari.
Birgit triðu ferð Tá kantspælarin hjá Mjølnir-
kvinnunum, Birgit Guttesen, var kosin ársins spælari
á gallaveitsluni í Fuglafirði, var tað fyri triðju ferð, at
hon fekk henda heiður. Umframt hesa ferð, hevur hon
áður verið kosin ársins spælari í bæði 2011 og 2009.
Lutakast mátti til Tá teljast skuldi upp og finnast
útav, hvør skuldi verða kosin ársins hevari hjá monnum,
stóð á jøvnum millum tríggjar. Við lutakasti vann Ólavur
Jensen úr Fleyr, og tí eru bæði Patrik Johannesen úr SÍ
og Bartal Eliasen úr ÍF skrásettir sum nummar tvey.
flogbóltur gallaveitslan
Birgit og Bárður eru ársins bestu
Kvinnur
Menn
Ársins spælari
1 Birgit Guttesen . . . . . . . . . . . Mjølnir
1 Bárður Jacobsen . . . . . . . . . . . . ÍF
2 Eina Stefania Kalsø . . . . . . . . Mjølnir
2 Boban Ilic . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
3 Sofía Purkhús . . . . . . . . . . . . Mjølnir
3 Niels Erik Anderson . . . . . . . . . SÍ
Ársins verjuspælari
1 Margit Joensen . . . . . . . . . . . Mjølnir
1 Boban Ilic . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
2 Femja Mortensen . . . . . . . . . . . . . TB
2 Rói Hentze . . . . . . . . . . . . . . . Fleyr
3 Tórfríð Tavsen . . . . . . . . . . . . . . . . . SÍ
3 Rúni Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
Ársins hevari
1 Eina Stefania Kalsø . . . . . . . . Mjølnir
1 Ólavur Jensen . . . . . . . . . . . . Fleyr
2 Annika á Stongum . . . . . . . . . . . . . SÍ
2 Patrik Johannesen . . . . . . . . . . . SÍ
3 Rakul D. Jacobsen . . . . . . . . . . . Fleyr
2 Bartal Eliasen . . . . . . . . . . . . . . ÍF
Ársins stjørnuskot
1 Anna Sunadóttir Hansen . . . Dráttur
1 Teitur Anderson . . . . . . . . . . . . SÍ
2 Bára Hansen . . . . . . . . . . . . . . . Ternan
2 Steffan Olsen . . . . . . . . . . Mjølnir
3 Marin Dimon . . . . . . . . . . . . . . . . . TB
3 Patrik Johannesen . . . . . . . . . . . SÍ
Ársins blokkspælari
1 Sóley M. Poulsen . . . . . . . . . . . . Fleyr
1 Trygvi Hansen . . . . . . . . . . . . . . ÍF
2 Lena í Buð . . . . . . . . . . . . . . . Mjølnir
2 Suni Juul Pedersen . . . . . . . . Fleyr
3 Heidi Christiansen . . . . . . . . . . . . . . SÍ
3 Boban Ilic . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
Ársins venjari
1 Marjun Kalsø . . . . . . . . . . . . . Mjølnir
1 Boban Ilic . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
2 Rajko Petrovic . . . . . . . . . . . . . . . . . SÍ
2 Rajko Petrovic . . . . . . . . . . . . . . SÍ
3 Kristian Mikkelsen . . . . . . . . . . . . TB
3 Jóannes Poulsen . . . . . . . . Mjølnir
Ársins álopsspælari
1 Sofía Purkhús . . . . . . . . . . . . Mjølnir
1 Bárður Jacobsen . . . . . . . . . . . . ÍF
2 Birgit Guttesen . . . . . . . . . . . Mjølnir
2 Boban Ilic . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF
3 Anna Maria Kruse . . . . . . . . . . Ternan
3 Jón Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . SÍ
Ársins dómari
1 Jan Hentze
2 Tummas Óli Mortensen
3 Rúna Hentze
Ársins spælarar í flogbólti
Leygarkvøldið var stóra gallaveitslan hjá flogbóltinum í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, har tað ikki minst var
stórur spenningur um, hvørji høvdu vunnið teir ymsu heiðrarnar, flogbóltsárið altíð endar við. At gerast onkur av
teimum, ið verða kosin »ársins bestu«, er ein stórur heiður í hesum høpi, og tað telur nógv at sleppa upp í part
Ársins álopsspælarar: Bárður Jacobsen (ÍF) og Sofía Purkhús (Mjølnir)
Mynd: Jóannes Poulsen
Ársins bestu, frá vinstru: Sofía Purkhús (Mjølnir), Eina Stefania Kalsø (Mjølnir), Bárður
Jacobsen (ÍF), Birgit Guttesen (Mjølnir), Trygvi Hansen (ÍF), Marjun Kalsø (Mjølnir), Boban Ilic
(ÍF), Margit Joensen (Mjølnir), Sóley M. Poulsen (Fleyr), Ólavur Jensen (Fleyr), Anna Sunadóttir
Hansen (Dráttur) og Teitur Anderson (SÍ). Ársins dómari, Jan Hentze, vantar á myndini
Mynd: Jóannes Poulsen