Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Fyri eini viku síðani gjørdu kvinn­ur­nar hjá StÍF lívið súrt fyri tær hjá VÍF/Tjaldri, tá tær spældu javnt á Skála. Og nú Kyndil stóð fyri tør­ni, var ikki sørt, at tey í havn­ar­ felag­num stúrdu eitt sindur fyri, hvørjum hetta kundi enda við, tí StÍF eisini hevur arg­að fyrr í vetur. – Vit hava ein øgiliga týdn­ing­ar­miklan dyst næstu ferð, sum er á útivølli ímóti júst StÍF, ið eisini hevur verið eitt av okkara harðastu mót­ støðu­lið­um í vetur, so vinna vit tann dystin, skuldi sæð gott út hjá okkum, segði venj­ ar­in hjá Kyndli, Geir Ward­ um, fyri viku síðani. Og nú dysturin er spæld­ ur, kann hann vælsaktans ikki annað enn ásanna, at tað sær gott út hjá Kyndil­s­ kvinn­um, tí tær hava tveir dyst­ir eftir og eru fýra stig og 24 mál framman fyri VÍF/ Tjaldur, sum tó hevur tríggj­ ar dystir eftir. Sum stiga­talv­ a­n vísir, skal tað ganga meira enn vanliga illa hjá Kynd­li í endaspurtinum, skal tað ikki eydnast at koma í FM-finalu­ na, har hitt havn­ar­felag­ið, Neistin, hevur bíðað leingi. Gera sjálvar av Nú Kyndil var og vitjaði StÍF á Skála, sá fyrsta korterið út til, at StÍF enn eina ferð fór at spæla Kyndli eitt puss, eins og liðið gjørdi tað í nov­em­ ber, tá Kyndil bara akkur­át vann á Skála, og síða­ni eftir nýggj­ár fyrst tap­ti í Havn og síða­ni bara so dánt á heim­a­ vøl­li fekk ein javn­leik ímóti StÍF. Men góða byrjanin í gjár helt ikki, tí stígur kom í, og so fekk Kyndil í staðin farið fram­um við trimum málum í steðginum, og tær grønu megn­aðu stórt sæð at halda mu­n­in, umframt at tær onkra løtu vóru enn meira á odda, upp í seks mál. So tá av­torn­aði, gjørdist talan um ein greiðan sigur, ið kanska til síðst eisini avspeglaði, at Kynd­il hevði alt at spæla fyri og StÍF mestsum einki. At Kyndil veruliga hevur alt at spæla fyri, sæst eisini á dystarskránni, tí har hev­ ur Kyndil ein útidyst eftir ímóti VÍF/Tjaldur, sum verð­ ur í Vestmanna nú miku­ kvøld­ið klokkan 18.30, og síða­ni skal Kyndil í síðsta lands­kappi­ngarumfarinum spæla ímóti Neistanum. Sum tað sær út nú, kann tann dyst­ur­in saktans verða ein forpremiera til FM-finaluna. Men fyrst og fremst er tað dysturin mikukvøldið, ið kann seta tingini upp á pláss, tí megnar Kyndil at vinna, er finaluplássið tryggjað, men megnast VÍF/Tjaldur hin­ veg­in at vinna, stendur alt enn eitt sindur opið. – Vit sjálv kunnu gera av, um vit skulu koma í finaluna ella ikki, segði Geir Wardum fyri eini viku síðani, og tað er ikki min­ni galdandi nú. Matematiskt… Støðan er tann, at VÍF/ Tjald­ur ikki bara skal vinna á Kyndli, men eisini skal hava hjálp frá Neistanum, sum eisini skal vinna á VÍF/ Tjaldur, skal kabalin hjá vest­ menn­ingum og runa­vík­ing­ um ganga upp. Sum eitt eyka kurios­um kann tað eisini fáa eitt sindur at siga, hvussu stór­ur málmunur verður í teim­um báðum dystunum, tí – sum sagt – er VÍF/Tjaldur fram­vegis heili 24 mál aftan fyri Kyndil, umframt stigini. VÍF/Tjaldur hevur ein dyst meira eftir at spæla enn Kyndil, og mótstøðuliðini eru ávikavist Neistin á heima­ vølli í Vestmanna og Stjørn­ an á útivølli í Klaksvík – og VÍF/Tjaldur skal altso ikki bara vinna, men vinna nógv, tí har eru bæði stig og mál­ úr­tøka hjá Kyndli, ið skal vinn­ast innaftur, um nøkur FM-finala skal spyrjast burt­ ur­úr. Møguleikin er nokk bara matematiskur, men enn møguligur. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Enn eina ferð bleiv javnt og spenn­andi í Vági, tá Stjørnan var á vitjan í gjár í einum dys­ti, sum man vera tann mill­um hesi bæði liðini í mong ár, sum hevur havt minst týdning. Tá avtornaði, lógu gestirnir omaná við ein­ um máli, men framvegis eru klaksvíkskvinnur á aftas­ ta plássi í fremstu kvinnu­ deildini. Liðini fylgdust allan veg­in uppaftur, og hóast VB í sein­ na hálvleiki smoygdi sær trý mál framum, rakk tað ikki til nakað, tí eftir tann vørrin stóð fast, so Stjørnan fekk tik­ið VB aftur. Og í staðin bleiv tað tí Stjørnan, sum ímóti endanum slapp tvey mál frá vágskvinnum og megn­aði at vinna til síðst. Dysturin hevði ikki týdn­ ing fyri stórt annað enn heið­ ur og æru – hóast tað ikki er einki – tí hjá trimum teimum nið­as­tu snýr tað seg bara um ikki at enda aftast. Sum nú er, er Stjørnan á aftasta plássi­num, men hevur aftur sam­band við hini bæði liðini oman­fyri. Eingin flytur nið­ ur eftir kappingarlok, men ongantíð er stuttligt at enda aft­ast. Hinvegin kann tað vera undrun­ar­vert, at júst hesi bæði nú eru at finna millum trý tey niðastu liðini, tí VB hev­ur verið steypafinalistur tvey tey síðstu árini, og Stjørn­ an var bæði í fjør og fyrra­ár­ ið FM-finalistur. Í Vági og Klaksvík hevur kvin­nu­hond­ bólt­urin ­verið høgt í met­um, men akkurát í vetur hev­ur tað altso ikki ordiliga lig­ið so væl fyri, sum tað hev­ur gjørt tað okkurt av undanfarnu árum. HSF eykaaðalfund Hondbóltssambandið kallar nú feløgini inn til eykaaðalfund, sum verður í ÍSF-húsinum mikudagin 27. mars klokkan 17, har eittans mál er á skránni. Í fráboðanini verður sagt, at orsøkin til eykaaðalfundin er, at neyðugt er at gera broyting í viðtøkunum. Simona í gongd Kvinnurnar hjá Kyndli hava til endaspurtin styrkt seg við Simonu Petersen, sum kom frá Stjørnuni og plagar at vera góð fyri nøkur mál. Síðstu tveir dystirnar hevur hon skotið 10 mál, og hon kann fáa stóran týdning fyri, hvussu langt tað røkkur hjá Kyndilskvinnum. hondbóltur StÍF-Kyndil 23-26 (11-14) StÍF: Rebekka Justinussen 8, Bára Berthelsen 5, Birna Tummasdóttir 4, Fríðrún Danielsen 2, Guðrið Poulsen 2, Oddrún Danielsen 1, Paula Høgnesen 1 Kyndil: Anja Heinadóttir 5, Birita Mortansdóttir 5, Simona Petersen 5, Randi S. Wardum 3, Marianna Eystberg 2, Jórun Ludvig 2, Anna Sofía Mohr 2, Anja Eliasen 1, Simona Iacob 1 Dómarar: Tummas Juul Thomsen & Arnar Dam VB-Stjørnan 21-22 (12-12) VB: Helga Eyðunsdóttir 6, Gurið Mortensen 5, Bára Krosslá Mortensen 4, Rannvá Johannessen 3, Rúna M. Jacobnsen 2, Marijana Trbojevic 1 Stjørnan: Durita Christophersen 6, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 4, Lovisa Lassen 3, Mina Sirdal 2, Una Olsen 2, Jansy Jakobsen 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Regin M. Petersen StÍF-Kyndil 23-26 (11-14) Fremsta deild kvinnur støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 16 506 375 131 32 2 Kyndil 18 408 400 8 22 3 VÍF/Tjaldur 17 412 428 -16 18 4 VB 18 426 459 -33 11 5 StÍF 16 393 441 -48 10 6 Stjørnan 17 386 428 -42 9 Kyndil væl á veg Alt peikar á, at FM-finalan hjá kvinnunum verður ein rein havnarfinala, tí meðan Neistin longu langt síðani hevur tryggjað sær annað plássið, er Kyndil væl á veg eftir hinum – men tó í kapping við VÍF/Tjaldur, ið enn kann taka tað Stjørnan vann bara akkurát Púrt eingin munur var á liðunum, tá VB í gjár tók ímóti Stjørnuni, men hóast klaksvíkskvinnur vunnu, eru tær framvegis niðastar á stigatalvuni VB-Stjørnan 21-22 (12-12)