Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Nógv hevur bent á, at menninir hjá Kyndli longu høvdu givið upp og ikki trúðu upp á møguleikan at koma í FM-finalurnar. Og leygardagin fingu teir grønu enn eitt skot fyri bógvin, tá teir blivu tiknir á bóli ímóti StÍF á Skála, tí strandingar løgdu seg framum 7-1 beinanvegin og vóru seks mál frammanfyri í steðginum. Tað var ein tung og seig mótbrekka hjá Kyndli, ið tó royndi sítt ítarsta og fekk hálað seg nærri StÍF, uttan tó at vinna avgerandi fram á mótstøðuliðið. Men endaspurturin hjá Kyndli var góður, og tað endaði so við, at spenningur var um at koma í dystin ímóti endanum. Tá avtornaði, vann StÍF við bara tveimum málum. Sigurin hjá strandingum í hesum dystinum, har liðini veruliga skiftust um at eiga sínar løtur, merkti samstundis, at StÍF nú er á fjórða plássi, tí liðið hevur betri málúrtøku enn Kyndil, sum er nummar fimm. hilmarjan@sosialurin.fo Lá sjúkur Ein av teimum meira sjónsku spælarunum á liðnum hjá H71, Rógvi Sørensen, var ikki við, tá hoyvíkingar leygardagin vóru í Kollafirði og spældu oddadyst ímóti KÍF. Orsøkin var, at hann lá heima við spýggisjúku og tí ikki fekk hjálpt liðfeløgunum henda dagin. Sveinur ikki við Sveinur Justinussen, sum eftir hálvtfjórða ár niðri aftur hetta kappingarárið var at síggja á liðnum hjá StÍF, hevur ikki verið við síðstu dystirnar. Hann fekk ein skaða ímóti VÍF 18. februar og hevur ikki spælt síðani. Ikki er greitt, um hann verður við aftur hetta kappingarárið. hondbóltur Team Klaksvík-Neistin 31-35 (15-17) Hilmar Jan Hansen Tað sá leingi út til, at KÍF hevði fult tamarhald á dysti­ num, tá H71 var og vitjaði í Koll­a­firði, men í evstu løtu bleiv spenningurin brádliga øgi­liga stórur, og tað var um repp­ið, at H71 fekk eitt stig burt­ur­úr ella meira. – Um hetta verður tað, vit kun­nu vænta til finalurnar, so boðar tað frá góðum, segði viðmerkjarin hjá Rás 2, Birg­ ir Hansen, ið helt, at koll­firð­ ing­ar tað mesta av dystinum høv­du rímiliga gott stýr á tí mesta, men at stríðsviljin hjá hoy­vík­ing­um var so mikið stór­ur, at spenningur kom í til endans. Eftir eina javna byrjan, fór KÍF framum og var á odda allan vegin. Men í seinna hálv­leiki fekk H71 etið seg inn á KÍF, so munurin bara var eitt mál, tá fimm minuttir vóru eftir. Og hóast KÍF tá slep­ti øllum eksperimentum og koyrdi við tí, ið líktist sterk­astu manning, var um repp­ið, at H71 fekk KÍF aftur. Síðstu tveir minuttirnar høv­ du bæði lið sínar møgu­leik­ar, men tekniskir feilir í hópatali forðaðu fyri, at nakað flutti seg avgerandi. Eisini telur við, at mál­ ver­j­ar­nir – Jaspur Joensen hjá KÍF og Ári Dam hjá H71 – høvdu sínar heilt góðu løtur, ið høvdu avgerandi týdning. Sunnir nervar – Vit fáa ikki brúkt henda dyst­in og hetta úrslitið til nakað sum helst, segði spæl­ skip­ar­in hjá H71, Rúni Høj­ gaard, eftir dystin, sam­stund­is sum hann staðfesti, at álopið haltaði hjá hoy­vík­ing­um. – Verjan var suverent góð, so kollfirðingar fingu einki burt­ur úr sínum vanliga álops­spæli, men vit gjørdu feilir í okkara álopum, og tað revs­aðu teir okkum fyri. Hinvegin helt topp­skjútt­ in hjá KÍF, Hans Eli Sigur­ bjørns­son, at KÍF í sínum lagi gjørdi ov nógvar feilir ímóti enda­num, og at tað gav H71 møgu­leikan at koma inn­aft­ ur í dystin. – Vit fóru annars frá teim­um, men gjørdu so tað, sum vit bara ikki skulu gera, segði Hans Eli, ið ikki leggur so nógv í, um KÍF skal spæla FM-finalu ímóti H71 ella VÍF. – Tað kann gera okkum tað sama, men at vit nú hava møguleikan at vinna greipu­ na, gevur okkum sjálvsálit og eitt lítið sindur av nervum. Men tað eru altso sunnir nervar. Sum nú er, kunnu koll­firð­ ing­ar ikki gera annað, enn at bíða eftir, hvørjum final­ ur­nar skulu spælast ímóti, með­an hoyvíkingar skulu syrg­ja fyri at vinna sítt, skal alt ikki avgerast í síðsta um­ fari, tá VÍF kemur á vitjan í Hoy­vík. – Nei, eg vóni ikki, at tann dyst­urin verður avgerandi, men vit kenna treytirnar, sum eru, at vit mugu vinna rest­ina av okkara dystum, so tann dysturin tá kann gera tað sama, sigur Rúni Høj­ gaard. Hilmar Jan Hansen Liðini eru tey bæði nið­ as­tu á stigatalvuni, men hó­ast Neistin nú er 16 stig framman fyri Team Klaks­ vík, var munurin ikki so ógvus­liga stórur á vølli­ num. Tó var einki at siga til sigur­in hjá teimum bláu, ið høv­du leiðsluna mestsum alla tíðina, og bara tvær ferð­ir vóru heintaðir inn­ aft­ur. Beint fyri hálv­leiks­ steðg­in fekk heimaliðið bart seg upp á javnleik, 13-13, men misti mestsum bein­an­vegin takið aftur, og fram til miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin bara eitt og tvey mál, til Neistin tá gjørdi ein vørr og fór fýra mál framum, og stórt sæð megnaði at halda tað rest­ ina av dystinum. Verjurnar vóru ikki tær mest eyðsýndu í dysti­num, tí málini vóru ikki fær­ ri enn 66 í tali, so har kom meira enn eitt um minutt­in. Serliga haltaði verju­part­ urin hjá Team Klaks­vík, sum mátti skráseta enn eitt tap, hóast liðið alt­so megnaði at skora 31 mál, sum undir vanligum um­ støð­um skuldi rokkið ríki­ liga væl til ein sigur. hilmarjan@sosialurin.fo KÍF-H71 21-20 (11-9) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 7, Ási Dam 2, Rúni Joensen 1, Andrias Nielsen 1, Regin Petersen 1, Jákup Trygvason 1 H71: Bogdan Florea 7, Hans Kári Hansen 5, Rúni Højgaard 2, Tróndur Arge 1, Sigmundur Dahl 1, Bogi G. Davidsen 1, Niels Viggo Niclasen 1, Sigmundur Nolsøe 1, Ári J. Olsen 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen StÍF-Kyndil 23-21 (11-5) StÍF: Borgar Danielsen 4, Allan Norðberg 4, Jógvan G. Joensen 3, Pætur Joensen 3 (2), Steinar Prestá 3, Fríði R. Djurhuus 2, Marius Joensen 2, Jón Rasmussen 2 Kyndil: Julian Johansen 6 (5), Birgir Poulsen 6, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3, Ludvík Súnason 2 Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Arnar Dam Team Klaksvík-Neistin 31-35 (15-17) Team Klaksvík: Zarko Pejovic 9, Beinur Heiðinsson 6, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Mathias Samuelsen 5, Dánjal Kjærbo 3, Vilhelm Vilhelmsen 2 Neistin: Sjúrður Thomassen 10, Torstein Balle 5, Andras Joensen 5, Terji Mørk 5, Beinur Davidsen 3, Rógvi Nolsøe 2, Jugoslav Djumic 2, Rói B. Hansen 1 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen Nógv mál í botndysti Verjurnar vóru ikki tær, ið gjørdu mest um seg í Klaksvík fríggjakvøldið, tá Team Klaksvík tók ímóti Neistanum, men heldur ikki hesa ferð fekk stig Fyri kappingina var sigurin hjá KÍF á H71 leygardagin tað besta, sum kundi henda, tí nú hevur VÍF enn ein møguleika at bjóða hoyvíkingum av til tað síðsta. Hevði H71 fingið javnleik ella vunnið, var finalan hinvegin longu klár KÍF-H71 21-20 (11-9) Alt púra opið enn Strandingar yvirhálaðu Kyndil skuldi jagstra seinasta matematiska møguleikan fyri einum FM-finaluplássi, men fekk ongantíð hótt StÍF, ið byrjaði væl og megnaði at halda fast StÍF-Kyndil 23-21(11-5) Atlantic Airways Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 21 617 470 147 35 2 H71 21 555 501 54 27 3 VÍF 20 566 504 62 24 4 StÍF 21 510 496 14 21 5 Kyndil 21 534 535 -1 21 6 Neistin 20 482 511 -29 16 7 Team Klaksvík 20 404 651 -247 0