mánadagur 25. mars 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping
Fróði 10 dystir frá metinum Fróði Benjaminsen
spældi sín landsdyst nummar 73. Tað er eins nógv og Jákup
Mikkelsen, sum hevur spælt næst flestar. Óli Johannesen
hevur framvegis metið við 83 landsdystum. So nú er Fróði
Benjaminsen tíggju landsdystir frá at seta nýtt met.
Pætur á fyrsta sinni í fimm ár Stríðsmaðurin á
miðvøllinum hjá EB/Streymi, Pætur Dam Jacobsen, kom
á vøllin í seinna hálvleiki í Eysturríki. Hann hevur bara
spælt ein undankappingar landsdyst fyrr og tað var í
2008. Sostatt er hann aftur á landliðnum eftir fimm ár.
eysturríki - Føroyar 6-0 (3-0)
Tróndur Arge
Sjáldan, um nakrantíð, hev
ur eitt føroyskt lið verið so
illa skipað og spælt við so
lítlum geisti, sum føroyska
liðið gjørdi niðri í Eysturríki
fríggjakvøldið. Tað er ilt at
hugsa sær, at hesir fáa peng
ar fyri at sparka, tí teir sóu
als ikki út til at vilja vera á
vøllinum.
Ongin leiðari var at síggja
á vøllinum. Verjan var í jóla
gávuhýri og miðvøllurin rann
undan, heldur enn at renna
eftir bóltunum. Álop – ja tað
høvdu vit einki av. Tað einu
ferðina bólturin datt fyri
føturnar á okkum fóru hvørki
Jóan Símun Edmundsson
ella Christian L. Holst eftir
bóltnum. Helst tí teir ikki
eru beinleiðis áleyparar, men
heldur framrættaðir mið
vallarar.
Skaðin hendi
undan dystinum
Longu undir upphitingini
hendi skaðin. Target maðurin
hjá Eysturríki, Marc Janko,
gjørdist
skaddur.
Hann
passar væl til føroysku verj
una. Í hansara stað kom
toppskjúttin í eysturrískum
fótbólti, tann skjóti Philipp
Hosiner. Er tað nakað, sum
kann skaða Føroyar, so eru
tað skjótir spælarar, sum
spæla skjótan fótbólt.
– Eg skilji ikki hví Philipp
Hosiner ikki byrjar inni í
dag, sigur Martin Lang, sum
arbeiðir fyri Radio Vienna.
Viðmerkjarin hjá honum er
ongin minni enn Michael
Konsel, sum á sinni stóð í
eysturríska málinum í Lands
krona.
Í somu løtu, sum Martin
Lang
hevur
sagt
orðini
kemur Michael Konsel yvir
til hansara og sigur, at Marc
Janko er skaddur og Philipp
Hosiner byrjar inni.
– Ah ha, so fekk eg mín
vilja, men nú vóni eg eisin,
at hann nyttar nakað í dag,
sigur Martin Land við einum
smíli.
Og rætt hevði hann, tí
dysturin var ikki meir enn
byrjaður, so vísti Philipp
Hosiner og restin av eystur
ríka álopinum skjótt og gott
álopsspæl, sum okkara als
ikki megnaðu at verja fyri.
Tvær ferðir mátti Gunnar
Nielsen gera stórbjargingar
fyri at halda føroyska liðnum
inni í dystinum, men aftaná
átta minuttir er gali. Opið er
í høgru síðu og innleggið er
flatt og Philipp Hosiner er
fyrstur á og skorar.
Ein vánalig byrjan, men
tað hava vit roynt fyrr uttan
at tað er enda gali. Føroyska
liðið hevur ringt við at koma
til nakrar møguleikar og
megnar illa at halda upp
á bóltin, men fram til 20.
minutt lá tað ikki í kortinum,
at hetta skuldi blíva ein
av teimum heilt vánaligu
landsdystinum.
Odmar onga umbering
Tá fyrri hálvleikur er 20
miuttir gamal tekur Odmar
Færø eina avgerð, ið fær
avleiðingar fyri restina av
dystinum. Fram til tá hevur
at kalla einki rigga við bólt
inum, men fyri at royna
at minka um trýstið velur
Odmar at royna at stúta bólt
in aftur til málverjan, men
rakar ikki bóltin.
Meðan
Pilipp
Hosiner
ótarnaður fer rennandi móti
føroyska málinum kemur
sterkasta ábendingini um,
at hetta kann enda gali.
Framherjin dregur framvið
Gunnari og skorar.
Teir áleið 20 føroysku
áskoðararnir, sum vóru á
Ernst Happel leikvøllinum
mundu hest byrja at føla
meiri til kuldan eftir tað
málið. Allar vónir um stig
og ein tættan dyst følnaðu.
Tann lítli geisturin, sum var
at fáa eyga á, følnaði eisini.
Restina
av
dystinum
hugnaðu eysturríkar sær á
vøllinum og sigurin kundi
verið størri. Skjóta spælið
á
miðvøllinum
og
nógv
flytingarnar
í
álopinum
gjørdu stóran skaða fyri
okkara, sum fleiri ferðir ikki
megnaðu at sendar einfaldan
boðskap um hvør skuldi
dekka hvønn.
Tá so royndasti maðurin
á vøllinum, liðskparin hjá
okkum, Fróði Benjaminsen,
eisini fór at spæla bóltin í
føturnar á hinum, sum síðani
skoraðu við neyvum, men
ikki hørðum skoti uttanfyri
brotsteigin, so var øllum
greitt, at hetta var tað. Her
verður onki Landskrona ella
nakað heiðurligt tap.
Ongin útskifting
í hálvleikinum
Lars Olsen valdi ongan at
Føroyska liðið hevur mangan verið lýst sum eitt
lið við amatørum, sum hava geist og stríðast við
hjartanum uttan á troyggjuni. Fríggjakvøldið
vóru tað ellivu føroyskir spælarar, sum spældu
sum nakrir amatørar - uttan geist.
Amatørar
uttan
geist í Wien
Amatørar
uttan
Vónbrotin Lars Olsen