mánadagur 25. mars 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skifta út í hálvleikinum og
tað kann tykjast løgið. Um
landsliðsvenjarin metir, at
teir spælararnir, ið vóru á
bonkinum ikki kundu gera
tað betri enn teir, sum vóru á
vøllinum, so kann landsliðs
venjarin ikki hava stórt álit á
teimum.
Hann segði eftir dystin, at
hann vildi geva teimum, sum
byrjaðu inni, ein møguleika
at reisa seg, umframt at
hann vildi bíða fyri at vita
hvørjir ikki orkaðu at spæla
ein heilan dyst. – Tað er til at
skilja.
Vit vóri ongantíð nær
við at fáa mál og Eysturríki
kundi gott fingið fleiri enn
tey trý, sum teir fingu í seinna
hálvleiki. Til endans var tað
bara ein spurningur um at
avmarka tapið. Nakað, sum
Lars Olsen leggur ov stóran
dent á undan dystinum.
Hvar er geisturin?
Tað er í ordan at Føroyar
av og á fær ein lúsing. Tað
er ikki meiri enn hvat vit
kunnu rokna við sum ein
pinkutjóð í fótbólti. Men tað
er ikki í ordan, at vit spæla
uttan geist og vilja. Tað má
verða fyrsta treytin fyri at
vit kunnu verða við – tað er
at vit tíma at verða við og
kempa fyri tíð.
Nógv av teimum fyrstu
árunum vóru vit við fyri
at læra og tað var í ordan
at siga tað alment. Men vit
eru komin víðari frá at bara
fortelja hvussu góðir hinir
eru í mun til okkum. Tað er
ein óvani, sum Lars Olsen
hevur. Hann tosar okkara
niður og norð áðrenn dyst
urin er byrjaður. Tað er í ord
an at verða realistiskur og
ikki leggja óneyðugt trýst
okkara spælarar, men tað má
bara ikki enda við, at okkara
ikki trúgva upp á seg sjálvar.
Tað er tað einasta vit hava.
Eingin annar trýr uppá
okkum, tí mugu vit trúgva
uppá okkum sjálvar.
Innandura fótboltshøll
Hevði
FSF
havt
nakran
møguleika fyri at lagt dystin
eitt annað tíðspunkt, so er
einki at ivast í, at teir høvdu
tað. Tíverri hava vit ikki so
nógv at siga, tá Týskland og
aðrar stórtjóðir skulu leggja
sínar dystir til rættis.
Tí er tað umráðandi, at
okkara spælarar hava betri
umstøður at venja í alt árið.
FIFA og UEFA ynskja sjálv
andi ikki, at tey smærru
londini skulu detta niður í
millum, fyri at fáa fleiri góðar
dystir. Kunnu vit ikki sleppa
undan at spæla uttanfyri
landskappingartíð hjá okk
um, so mugu vit krevja meiri
av okkara monnum og um
støðunum.
Tvey ting vit hava lært
Lars Olsen segði eftir dystin,
at vit máttu bara brúka hetta
sum læripengi. Tað eru tvey
ting vit hava lært við Lars
Olsen sum venjara.
Okkara megna ikki at
spæla tveir dystir, fríggja
kvøld og so týskvøld, við
teimum somu ellivu frá
byrjan. Tað lærdu vit av
seinna
hálvleiki
móti
Írlandi. Hesa ferð lærdu vit,
at tað er ikki so smart at
spæla í mars mánaði um vit
ikki kunnu krevja meiri av
okkara fótbóltsspælarum, tá
kappingini liggur still.
fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping
ítróttur
24.000 áskoðarar Ernst Happel leikvøllurin hevur
50.000 áskoðararpláss, men bara á leið annaðhvørt
pláss var upptikið, tá Føroyar kom á vitjan. Hóast søguna
millum londini, so hevði dysturin ikki størri áhuga millum
eysturríkar enn at góð 24.000 áskoðarar komu til dystin.
Fáir føroyski áskoðarar Hóast tað er lætt
og bíligt at flúgva úr Danmark til Eysturríki, so vóru
tað sera fáir føroyskir áskoðarar, sum høvdu sett
kós móti Wien. Vónandi verða fleiri føroysk andlit
at síggja til dystirnar í Írlandi og Svøríki í juni.
EYSTURRÍKI - FØROYAR 6-0 (3-0)
1-0: Philipp Hosiner, 8.
2-0: Philipp Hosiner, 20.
3-0: Andreas Ivanschitz, 28.
4-0: Zlatko Junuzovic, 77.
5-0: David Alaba, 78.
6-0: Gyorgy Garics, 82.
Eysturríki: Heinz Lidner – Gyorgy Garics, Aleksandar Dragovic,
Emanuel Pogatetz, Christian Fuchs(Markus Suttner, 72.min), Andreas
Ivanschitz(Andreas Weimann, 63.min) Marko Arnautovic, David Alaba, Zlatko
Junuzovic, Veli Kavlak(Christoph Leitgeb, 56.min), Philipp Hosiner
Á beinkinum: Ramazam Ozcan, Lukas Konigshofer, Martin Harnik, Julian
Baumgartlinger, Sebastian Prodl, Jakob Jantscher, Florian Klein, Manuel
Ortlechner, Marc Janko
Gul kort: Philipp Hosiner
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø,
Pól Jóhannus Justinussen – Hjalgrím Elttør(Atli Gregersen, 87.min), Hallur
Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen(Pætur Dam Jacobsen, 72.min)
– Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson(Arnbjørn Hansen,
78.min)
Á beinkinum: Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Hans Pauli Samuelsen,
Viljormur Davidsen, og Daniel Udsen.
Gul kort: Hallur Hansson, Jónas Tór Næs, Fróði Benjaminsen
Fram til 20. minutt
lá tað ikki í kortinum, at
hetta skuldi blíva ein av
teimum heilt vánaligu
landsdystinum
Eysturríki - Føroyar
27(15)
Skot (á mál)
3(2)
8
Gjørd fríspørk
12
8
Hornaspørk
0
5
Rangstøður
0
70%
Spælbýti
30%
1
Gul kort
3
0
Reyð kort
0
2
Bjargingar
9
(www.espn.com)
Dysturin í tølum:
Fróði og hinir á føroyska landsliðnum fingu
ongantíð fatur á kviku eysturríkarunum
Christian Lamhauge
Holst royndi sum
frægast við bóltinum