Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping Lars Olsen: Klárt vánaligasti dystur frá føroyska landsliðsvenjaranum higartil. Hann megnaði ikki at seta føroyska liðið upp og taktiska uppleggið riggaði als ikki. Vit blivu niðurspældir og spurningar kunnu setast við um føroysku spælararnir hava fyrireikað seg nóg við gjøgnum vetrarmánaðirnir. Lars Olsen valdi ikki at skifta út í hálvleikinum, sjalvt um avrikið var elendigt. Tað kann ikki geva spælarunum á bonkinum sjálvsálit. Tá hann so skifti út so endaði tað við, at Pætur Dam Jacobsen endaði á høgra vongi. Vit hava nú í nøkur ár tapt stórt fleiri ferðir á útivølli. Vónandi hevur Lars Olsen lært av hesum, so vit fáa betri úrslit á útivølli næstu ferð. Gunnar Nielsen Stóð sín vánaligasta dyst fyri Føroyar higartil. Hevði tvær framúr bjargingar tíðliga í dystinum, men sá ikki gott út í triðja málinum og átti málið til 6-0 við húð og hár. Misti eisini vandaleysan bólt á tvørstongina og útspørkini hava verið betri. Rógvi Baldvinsson Spældi eins og hinir í verjuni illa. Var heppin ikki at gera brotsspark og fáa reytt kort í fyrra hálvleiki. Hevði als ikki tamarhald á eysturrísku framherjunum, sum hugnaðu sær við skjótum spæli. Fróði Benjaminsen Miðvøllurin rann sum fluga í fløsku tað mesta av dystinum. Tvey, kanska trý, av málunum hjá teimum eru skot í økinum, sum miðvøllurin átti. Fróði misti sjálvur bóltin til 3-0 málið, og megnaði ikki sum liðskipari at skipað liðið og miðvøllin, sum sjáldan megnaði at sleppa sær rætt av við bóltin. Jónas T. Næs Spældi saman við restina av verjuni ein vánaligan dyst. Hevði stórar trupulleikar á høgra bakki, har eysturríkarnir ferð aftaná ferð vóru í yvirtal. Samarbeiði við Hjalgrím Elttør, sum fyrr hevur eydnast væl, riggaði als ikki. Hjalgrín Elttør Spældi seg ikki inn á liðið, nú Daniel Udsen er skaddur. Hevi stórar trupulleikar í síðari síðu og samanspælið við Jónas T. Næs riggaði stakk illa. Spældi uttan sjálvsálit og tað sást, tá eysturríksi mótstøðumaðurin datt á afturpartin og Hjalgrím bara rann aftur við bóltinum. Odmar Færø Spældi sín vánaligasta dyst fyri landsliðið higartil. Átti málið til 2-0 alt sum tað var, tá hann royndi at stúta bóltin aftur til málverjan. Megnaði ikki at seta seg í gjøgnum og var fleiri ferðir yvirspældur. Hvørki hann ella Rógvi eru leiðarar og tað manglar í verjuni. Hallur Hansson Rann eisini sum fluga í fløsku, serliga í fyrra hálvleiki. Tað riggaði ikki millum hann og Fróða, og tað gjørdi tað heldur ikki fyri ein part í HB í fjør. Fekk nakað av plássi í seinna hálvleiki, men tað var ókeypis, tí tá var dysturin longu vunnin fyri eysturríska viðkomandi. Christian L. Holst Stóð sterkastur í myndini av føroysku spælarunum, men spældi alíkavæl ein vánaligan dyst í mun til onnur avrik á landsliðnum. Er eitt betri enn hinir á føroyska liðnum og tað kom til sjóndar tá okkara endiliga megnaði at fáa bóltin fram til hann. Jóan S. Edmundsson Fekk lítið og einki at arbeiða við. Tá hann so fekk bóltin, so fekk hann heldur einki burtur úr. Fleiri og fleiri seta spurnartekin við um Jóan Símun skal spæla sum fremsti maður. Hann hevði helst fingið meiri burturúr longri afturi á vøllinum. Kom ongantíð í eina líkinda støðu at skjóta mál Pætur Dam Jacobsen: Kom inn eina løtu á miðvøllinum og virkaði nakað feilplaseraður millum kviku eystur­rík­arnar, og endaði dystin á høgra vongi. Arnbjørn Hansen: Var nakað stutt inn til at gera eina meting Atli Gregersen: Kom inn seinastu fimm minuttirnar Pól J. Justinussen Stóð veikastur í myndini av øllum teimum føroysku spælarunum. Kom heldur ikki hesa ferð til sín rætt við kropsstyrkini. Hevði stórar trupulleikar at við gera einføld ting, sum at stúta og sparka vekk. Tað kostaði millum annað mál í seinna hálvleiki. Símun Samuelsen Fekk einki burturúr í framrættaða spælinum og bleiv eisini útskiftur í seinna hálvleiki. Tuskaði runt í verjustøðu, men megnaði at kalla ongantíð at skapa nakað frameftir vøllinum og tóktist ikki trúgva upp á tingini. Leikarametingar: eysturríki - Føroyar 6-0 (3-0) 5 7 6 10 11 1 4 3 8 2 9 ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★ ★★★★★★