Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Okkum vantar leikarar við »íslendskum hugburði«. Meðan vit ongan – eg endur­ taki ongan – leikara eiga, sum kann gera seg galdandi í bestu deildunum í Norðurlondum, hava íslendingar ein hóp av leik­arum í eitt nú norsku, donsku, svensku, týsku, hollendsku, belgisku og ensku úrvalsdeildunum. Teir kunnu sum onki manna sítt landslið við leik­ arum uttan­lands. Tvær ferð­ ir um neyðugt. Vit hava í roynd og veru ongan leikara, sum kemur teimum upp til kníggja. Hvussu ber tað til? Ísland er eisini ein lítil tjóð, tá um fólkatal ræður, men í ítrótti teljast teir kortini á mongum økjum millum teir størstu og heysta mikla virðing fyri tað um allan heim. Í mínum hugaheimi er ongin ivi um, at hetta hev­ ur nakað við hugburð og ikki minst stoltleika at gera. Eftir míni fatan mangla okk­ ara leikarar rætt og slætt »íslendskan hugburð«. Hann fáa vit tó neyvan, fyrr­enn vit ásanna, at so er, og taka við læru av teimum. Vilja vit tað ella ætla vit fram­haldandi at lata okkum blinda av øllum tí, ið kemur úr landsuðri? Leivur Hansen – Tá íslendska kappingin end­ar, fara fleiri íslendskir leik­arar út at royndarvenja við ikki einum, men ofta fleiri liðum í Evropa. Alt ov nógvir føroyskir leikarar taka smørtu turrikløðini fram og hanga út á Hvonn, tá okkara kapping endar í Føroyum. Íslendski hugburðurin er eins og tað er eingin dagur í morgin. Tað verður satsað 100%. Nakað av hasum kundi gott verið innflutt til Føroya. Annars tími eg ikki at siga so nógv um dystin í kvøld, men uppleggið virkaði nokkso naivt... Sigurjón Einarsson – Venjarin er ikki tann rætti. Hann er ov akademiskur. 2. Tíverri er leikaratilfarið ov vánaligt og langt frá tí lið­num, sum var um alda­ skiftið. 3. FSF skuldi havt ikki játtað ein útivallardyst í mars, tað er púra greitt. 4. Hvat skulu vit krevja meira av leikarum, sum umboða eina tjóð við 48 túsund íbúgv­ um? Onkuntíð kunnu teir megna at yvirprestera men fólkagrundalagið er lítið. Men – Ísland, sum bara er 6 ferðri størri enn Før­oyar, fer kanska at koma í HM- endaspælið. Við røttum hug­ burði ber nógv til. Ivan Eginsson Eysturland – Nei! Lars Olsen skal IKKI frá. Men tað skuldi Kerr heldur ikki. Bjartur Vest – Eg síggi bara eina loysn, tað er at koyra allar smátjóðirnar í eina undankapping fyri seg, tað hevði verið munandi stutt­ligari at spælt. Jørgin Ewald Solmunde – Má geva Joachim Løw rætt. Hetta gevur als onga meining. Spill av pengum, bæði fyri teir stóru og teimum smáu. Ger eina undan-undan kapping fyri teimum smáu. (og tá fara Føroyar eisini at fáa nógv tap) Vit eru ikki meira enn 5. división – fata tað nú! Sigurin í Landskrona hevur gjørt meira skaða enn gagn. Finn Bjørn Guttesen spil dog mere offensivt... Olé Andersen – Er Lars Olsen er ein vánligur venjari? Eg var øgiliga skeptiskur tá hann var settur, men haldi hann sum heild hevur gjørt tað fínt. Minnist eisini til, at Føroyar við eitt sindur av hepni móti Svøríki á Tórsvølli kundi fingið minst eitt stig. Og tað eru stórt sæð somu leikarar við í dag. Ásbjørn Nielsson Nattestad – Vit eru júst byrjaðir uppá landskappingina. Menn eru als ikki í dystarformi. Størsta mistakið er, at vit gingu við til at spæla nú hesa árstíð. Óli Arge – Gunnar Nielsen hevur onga dystarvenjing, hevur ikki spælt á klub-plan í fleiri ár. Christian Lamhauge Holst er eykamaður, kanska hann fær 5 minuttir annan hvønn dyst í Superligaini. Hallur Hansson hevur ongan min. spælt í Superligaini, síðani hann fór av landinum. Jóan Símun Edmundsson hevur kanska spælt 10 minuttir í Tippiligaini, síðani hann fór av landinum. Pól Jóhannus Justinussen var í Superligaini men spældi ongan dyst við besta liðinum, kom aftur til NSÍ í fjør, – botn­ lið, og eru tað aftur í ár. Bara fyri tað, um spælarar skifta til útlendsk feløg sum "bænkvarmer", so eru teir ikki sjálvskrivaðir at umboða tað føroyska landsliðið. Tað skal vera eitt krav, at teir spæla við besta liðinum og ikki eyka­liðinum uttanlands. Terje Lervig fótbóltur a-landsliðið HM 2014 undankapping ítróttur Lesarin skrivar Eftir tapið í Wien fríggjakvøldið fóru føroyingar í stórum talið á netið at siga sína meining. Eisini á portalinum varð kjakast og her eru nakrar av viðmerkinginum, sum lesarnir eru komnir við um hvat gekk gali á Ernst Happel leikvøllinum. Onkrar smávegis rættingar eru gjørdi í onkum av viðmerkinginum Hetta spurdu vit: So hvør er orsøkin til stóra tapið í kvøld?... 1) Er tað landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sum ikki megnar at seta spælararnar upp og seta liðið? 2) Eru okkara spælarar bara ov vánaligir og vit mugu liva við ósigrinum? 3) Er tað FSF, fyri at játta at spæla í mars mánaði uttan at vit hava ein innandura fótbóltshøll? 4) Skulu vit krevja meiri av okkara fótbóltsspælarum? ....Ella er orsøkin onkur heilt onnur? Okkum vantar leikarar við íslendskum hugburði Hallur Hansson í dysti við eysturríkara