mánadagur 25. mars 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tvøroyri – ein samanvavstur
av konfliktlinjum
Tvøroyri – ein samanvavstur
avkonfliktlinjum - KLADDA
Hóskvøldið 21. mars var sending
undir heitinum “Tá fornminni og
framburður stoyta saman” um
tvístøðuna millum varðveiðslu av
gamla býlinginum og menning av
íðnaðinum í miðbýnum á Tvøroyri.
Sendingin kom sum heilt vítt um,
og sjálvur fekk eg væl av plássi,
men hóast hetta eru nakrar út
sagnir, ið møguliga tørva ein neyv
ari samanhang. Tí havi eg valt at
skriva hesa kronikk um verandi
støðu á Tvøroyri.
Frá íðnaðarsamfelagi
til vitanarsamfelag
Eitt tað mest týðandi rákið í Før
oyska samfelagnum er sonevnda
av-industrialiseringin, tvs. at sam
felagið fer frá einari fasu, har íðn
aðurin hevur ein sera centralan
leiklut í samfelagnum, til at alsamt
færri fáa sínar lønir úr hesum
vinnugreinum. Hyggja vit longur
aftur kunnu Føroyar sigast at
hava verið í fleiri ymiskum sam
felagsfasum fram til ta núverandi
tænastuvinnufasuna. Tó er sera
ymiskt hvussu ymisku fasurnar
verða defineraðar. Verður hugt
eftir gongdini innan ymisku “fiski
vinnurnar”, so sæst, at arbeiðsmeg
in innan hesar vinnur minkar sera
skjótt, tó at alivinnan hinvegin
mótvigar hesum rákinum í ávísan
mun. Sum heild verða tær rávøru-
og framleiðsluvinnurnar alsamt
meiri tøknitungar, soleiðis at tørv
ur hinvegin verður á minni arbeiðs
megi.
Sí talvu 1
Tað samfelagsliga og eisini dis
kursiva rákið gongur í løtuni móti
einari av-industrialisering, men á
Tvøroyri hevur man í staðin blást lív
í eina nýggja industriella forteljing,
ið gongur beint ímóti teimum
virðum, ið eru upp í tíðini. Tað sigur
seg sjálvt, at fyri t.d. 30 árum síðani
vildi hetta verið fullkomiliga í tráð
við samfelagsdiskursina, men í dag
verður íðnaður settur í eitt heldur
negativt ljós, og so fáa vit nakrar
áhugaverdar konfliktlinkjur, sum
t.d.:
– Eitt industrielt lokalsamfelag ↔
Eitt post-industrielt stórsamfe
lag.
Flestu størri kommunur í land
inum hava so líðandi lagað seg
til generella rákið, soleiðis at tað
verður lagdur alsamt størri dentur
á post-materiell virði, m.a. væl
ferðarvirðini, ið gera alsamt meiri
um seg og skapa ein nógv meiri fjøl
broyttan arbeiðsmarknað. Suður
streymoy er av góðum grundum
tað longst menta økið hvat viðvíkur
av-industrialisering, men nærum
øll tey týðandi økini í landinum
eru eftirhondini umbroytt til tæn
astuvinnuøki, tó at íðnaður og fiski
vinna framhaldandi standa sera
sterk í ávísum økjum.
So hetta er ikki bara ein konflikt
millum mentan og íðnað sum so,
men ein demonstratión av, at sam
felagið koyrir í ymiskum tempi – at
samfelagið so at siga er í nógvum
fasum samstundis. At samfelagið
koyrir í so nógvum ymiskum fas
um er helst ein høvuðsorsøk til at
føroyingar sum fólk eru so ómeta
liga ósamdir politiskt. Vit liva ikki í
einum felags veruleika, snøgt sagt.
Hetta kemur eisini í ávísan mun
til sjóndar í teimum vinklum, ið
Kringvarpið velur at lýsa Tvøroyri
við. Hóast hetta helst er ótilvitað,
so síggja fólk frá miðstaðinum jú
útjaðaran við heilt øðrum brillum
enn útjaðarin sær seg sjálvan. Við
hesum brillum hevur tað víst seg,
at summi leikfólk av Tvøroyri eru
sett í eitt sera óvirðiligt ljós seinastu
tíðina.
Bústaðar- ella íðnaðarøki?
Til post-íðnaðar samfelagið knýt
ast nógv onnur lívsvirði enn tey, ið
gjørdu seg galdandi í íðnaðarsam
felagnum. Generelt kann tosast
um, at virðini førkast frá materi
ellum virðum til post-materiell
virði, tvs. at hugtøk sum mentan
og vælferð koma at fylla alsamt
meiri í tilvitskuni, soleiðis at eftir
spurningurin eftir slíkum fyri
brigdum vindur á seg. Tískil er tað
eisini umráðandi, at ein kommuna
støðugt umhugsar hvørji øki hava
potentiali sum social og mentanar
lig savningarstøð.
Víðari er trupulleikin, at Tvøroyri
víðariførir ein íðnaðarlogikk við tað
at økið ikki hevur megnað at lyft
seg upp úr tí íðnaðarspori býurin
er bygdur á. Ein skilagóð strategi
vildi sjálvandi verið at roynt at
skapt rúm fyri fjølbroytni, men í
staðin hevur man fasthildið gomlu
samantvinningina av íðnaði og
bústøðum, soleiðis at vit fáa eina
sera týðiliga konfliklinju:
– Bústaðarøki/trivnaðarøki ↔
Íðnaðarøki
Hendan konfliktin ger seg galdandi
nógva aðrastaðni í landinum, serliga
í føroyskum fiskivinnubýum, ið júst
eru bygdir upp kring handil, íðnað
og verksmiðjur. Sama støðan er við
Tvøroyri, ið upprunaliga als ikki var
eitt bústaðarøki, men eitt vinnuøki,
ið dró búseting til sín í besta kapi
talistiska urbaniserings-stíli. Men
nú á døgum er so spurningurin
hvussu javnvágin millum bústaðir
og íðnað skal vera. Til hetta
hevur man júst býarskipanir, ið
skulu tilskila hvat kann gerast á
ymiskum økjum, soleiðis at man
forðar fyri ov nógvum “negativ
um eksternalitetum”, men hin
vegin kann elva til “positivar
eksternalitetir”. Júst á hesum øki
hava nógvar kommunur ikki torað at
gjørt djarvar og framtíðarrættaðar
býarskipanarbroytingar, og tað
er m.a. hetta, ið bítir seg í halan á
Tvøroyri.
Býarplanlegging er nakað før
oyingar eru vorðnir meiri tilvitaðir
um. Fram til fyri fáum árum síðani
var hetta ikki nakað man arbeiddi
stórvegis við, men eitt rák hevur so
líðandi stungið seg upp, ið hevur
sett mentan og estetikk á dagsskrá.
Men tað er ymiskt frá øki til øki
hvussu nógv verður gingið upp
í hetta. Klaksvík er jú eitt annað
gott dømi um ein íðnaðarbý, ið kom
sera seint í gongd við at hugsa um
rúmligan estetikk, søgu o.l.
Man má jú ikki gloyma, at tað
eisini liggur nakað av hepni í at
kunna varðveita heil øki við byggi
listarligum virði. Ofta eru tað ein
ans einstøk hús, ið standa eftir,
men her er ein heilur býlingur
til taks. Tvøroyri hevur longu
nú bygt part av sínum samleika
upp kring hendan býlingin, men
har kundi verið gjørt nógv meiri
við tað. Í øðrum londum er tað
vanligt, at fyrrverandi íðnaðarøki
verða umskipað til bústaðarøki
ella onnur øki, ið skapa samleika
og trivnað, meðan tungur íðnaður
verða lokaliseraður aðrastaðni, har
hann hevur minni estetisk árin á
bústaðar- og trivnaðarøkini. Sum
dømi kann nevnast, at Klakvík
hevur valt at leggja partar av tung
asta virkseminum í sonevndu
“Norðhavnini” við Ánirnar.
Framtíð ella yvirliving?
Eg havi mangan hartað ymiskar
kommunur í teimum meiri væl
bjargaðu økjunum, m.a. Klaksvík
og Fuglafirði fyri at lata mentanina
koma í aðru røð til skaða fyri trivn
aðin hjá borgarunum. Umvent er
Tvøroyri jú ein býur á knøunum,
meðan økini í m.a. Borðoy, Eysturoy
og Streymoy hava munandi frægari
framtíðarútlit.
Man kann loyva sær at krevja ein
høgan moralskan standard av t.d.
Klaksvík, men viðvíkjandi Tvøroyri
er støðan eitt sindur øðrvísi, tí
her er talan um at tryggja sjálvt
tilverugrundarlagið hjá Suðuroynni.
Á tann hátt er tað ómetaliga skilligt,
at tvøráfólk hava handlað sum tey
hava. Tey eru desperat, og nú sær
man so skrivstovuveldið (í Havn?)
sum ein paragraffríðandi fígginda,
ið roynir at køva livikorini á Tvør
oyri. Vit vælbjargaðu norðan fyri
eiga eisini at seta okkum inn í
tær faktisku lívstreytir tey hava
í niðurundirkomnu “Suðurføroy
um”.
Tað er sjálvandi spell, at Tvør
oyrar kommuna ikki hevur megn
að at tikið nøktandi býarskip
anarlig fyrilit í góðari tíð, men
umvent er her talan um ein inn
tøkumøguleika, ið er komin sum
manna av himni, og tað er væl
skilligt, at Tvøroyrar kommuna
hevur arbeitt skjótt, tá møguleikin
beyðst. Í tí menningarstøðuni og
fíggjarstøðuni Tvøroyri er í, er
Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur
Talva 1
Talva 2
Talva 3
Framhald á næstu síðu