Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mars 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meiri upplagt at brúka orku til at skapa inntøkur her og nú, held­ur enn at satsa upp á nakað, ið ein­ ans vil geva avkast upp á longri sikt – um tað yvirhøvur kemur at geva avkast. Eitt annað relaterað aspekt er, at við inntøkunum frá nýggja virkseminum ber til hjá komm­ununi at betra um onnur viður­skifti hjá kommununi, so um man missir meiri enn man vinn­ur stendur rættiliga ógreitt og veldst sjálvandi um hvønn politikk tvørá­ fólk fara at føra framyvir. Men at Tvøroyri er í vanda fyri at selja út av mentanarliga/søguliga arvasúllinum kann hinvegin ikki dyljast. Tað rætta hevði sjálvandi verið at skapt møguleikar fyri bæði íðnaði og trivnaði, heldur enn at skapa eina støðu, har hesi atlit stoyta saman í eina óvakra orrustu, eina konfliktlinju millum: – Framtíðar fjølbroytni ↔ nú­tíð­ ar yvirliving Og her er tað tíverri rættiliga upp­ lagt, at yvirlivingar-atlitið vig­ ar meiri enn framtíðar-atlitið. Men hevði Tvøroyrar kommuna sýnt rætttíðarligt umhugsni, so hevði hendan konfliktlinjan ver­ ið undansloppin – ella í minsta lagi verið nógv minni ógvuslig enn hon er í dag. Kreppan, ið er íkomin er sjálvandi fyrst og fremst ein fyrisitingarlig og býar­plan- leggingar­lig kreppa, men hon er meiri enn tað. Hetta er í grundini ein samleikakreppa, tvs. ein ment­anar­ligur dystur um hvønn veg Tvøroyri fer at ganga fram­ yvir – hvat menningarspor skal traðk­ast. Kjakbylgjurnar bresta móti hvørjum øðrum, og íðnaðar- diskursurin tykist standa nógv sterkari. Syndarliga úrslitið av hesum verður sostatt møguliga, at Tvøroyri verður uppaftur fast­ læstari í sínum íðnaðarsamleika enn hann longu er. Og hetta er váðamikið, tí tað upp á longri sikt kann vera við til at marginalisera býin, um hann ikki megnar at fjølbroyta seg. Demografiska avbjóðingin Ein serligur trupulleiki hesum viðvíkjandi er kynstrupulleikin. Vantandi kvinnur og ung er ein trupulleiki fyri Tvøroyri og fyri Suðuroynna sum heild. Verður hugt eftir fólkapyramidunum fyri Tvøroyrar kommunu og Føroyar sum heild, so sæst, at somu rák gera seg galdandi – færri kvinnur og færri ung – bara nógv ógvusligari á Tvøroyri. Við at Tvøroyri byggir víðari á eitt íðnaðarspor, kunnu vit siga, at tey bleytu virðini mugu víkja fyri teimjum hørðu virðunum. Vit kunnu eisini siga, at vit harvið gera meiri fyri trivnaðin hjá monnum enn hjá kvinnum. Ein minni eintýðug konfliktlinja er, at vit gera meiri fyri tilkomin enn fyri ung. – Bleyt virði ↔ hørð virði – Kvinnur ↔ menn – Ung ↔ gomul Sí talvu 2 og 3 Tað er avgerandi, at Tvøroyrar komm­una megnar at fevna um eitt fjølbroytni av socialum bólkum og harvið áhugamálum, soleiðis at ávísir bólkar og ávís áhugamál ikki sleppa at dominera so nógv, at onnur verða marginaliserað. Konfliklinjurnar – samanumtøka Tær konfliktlinjurnar eg havi víst á í hesi kronikk eru eitt úrval av teim­um konfliktlinjum, ið gera seg galdandi í einum hvørjum stórsamfelagi ella lokalsamfelagi – í størri ella minni mun, sjálvandi. Eg havi einans valt nakrar kon­ flikt­linjur burtur úr, ið tykjast mær serliga eyðsýndar í hesar sera áhugaverdu kreppuni, ið út­ spælir seg á Tvøroyri í hesum tíð­ um. Í einari kronikk kemur man sjálv­andi ikki til botns í viðgerðini, men vónandi kann hetta opna eygu upp fyri hvørji virði eru upp á spæl í Tvøroyrar kommunu og harvið hvørji evni potentielt kunnu koma til at spæla ein leik­ lut í kommunala politikkinum fram­yvir. So verður áhugavert at fylgja hvørjar konfliktlinjur kunnu bloyt­ast upp, hvørjar framhaldandi fara at koma til skarpskeringar og hvørjar kanska verða heilt hildnar uttanfyri. T.d. kann man ímynda sær at vegna relativu fráveruna av ungum fólki á Tvøroyri kann kon­flikt­linjan “ung ? gomul” verða hildin niðri, og tað kann síðani viðføra, at demografiska saman­ setingin skeiklast uppaftur meiri. Livst so spyrst. kjak Skeivi búskaparpolitikkurin brennur ljósið í báðum endum Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Helst ongantíð áður er førd­ ur ein politikkur, ið so mið­víst undirgravar inn­tøk­ur landsins – bæði í dag og í framtíðini. Hetta vísir nýggj­asta frá­greið­ ingin frá Bú­skapar­ráðnum, og verður hetta eisini einaferð enn stað­fest í nýggjastu tøl­un­um. Landsins hall hækkaði munandi í 2012 Tað sum m.a. eigur at fáa alarmklokkurnar at ringja er, at samgongan hevur hækkað hallið í 2012. Tí hetta er hent hóast minst 363 mió. kr. eru kom­ nar í “nýggjum” inn­tøk­um í 2012, sum ikki vóru í 2011. Tær 363 mió. kr. stava frá, at samgongan inn­tøku­førdi fram­skundaðar pen­sjóns­ skatta­inntøkur á 213 mió. kr. í 2012, sum ikki vóru í 2011. Hartil fekk landið eina eingangsinntøku á umleið 150 mió. kr. vegna sølu av Havs­ brún í 2012. Hetta eru inntøkur, ið ikki vóru í 2011. Hóast hetta, so megnaði samgongan at hækka hallið í 2012 í mun til 2011. Tí hallið í 2012 hækkaði og gjørdist 340 mió. kr., men uttan nevndu ein­gangs­inntøkuna og utt­an fram­skundaðu pensjóns­ skattin hevði hallið í 2012 verið heilar 703 mió. kr. – í mun til eitt hall á 322 mió. kr. í 2011. Hetta sigur ikki so lítið um, hvør veruligi kostnaðurin av flatskattalættanum var. Hallið í 2012 = Flat­skatta­ lættin = -340 mió. kr. Tíverri hevur ikki borið til at fáa fíggjarmálaráðið at upp­ lýsa veruliga kostnaðin av flat­skattalættanum í 2012. Men hyggja vit at lands­ skatta­inntøkunum og A-inn­ tøk­unu­m, so fæst svar í ávísan mun. Tølini frá TAKS vísa, at lands­skattainntøkurnar í 2012 minkaðu 275 mió. kr. í mun til 2011. Ein ógvuslig minking í lands­skattinum, hóast A-inn­ tøkurnar vuksu úr 8,34 mia. kr upp í 8,67 mia. kr. Lands­skatt­ urin av hesum 329 mió. kr. í meir A-inntøkum í 2012 vóru um 65,7 mió. kr. (20% lands- skattur av 329 mió. kr.). Var skattaskipanin frá 2011 galdandi í 2012, er tí sannlíkt at 275 + 65,7 = 340,7 mió. kr. meira høvdu komið inn í lands­skatti. Hetta er sostatt helst veruligi kostnaðinum av flat­skatta­ lættanum. Flatskattalættin hevur ikki skapt vøkstur Tí sum væntað vísa MVG- tøl o.a. at higartil hevur flat­skatta­lættin ikki skapt nakran vøkstur, og heldur ikki skapt økta nýtslu hjá før­ oysku húsarhaldunum. Hartil er greitt, at vøksturin í A-inn­ tøkum í 2012 (3,9%) skyld­ast fyrst og fremst van­ligan lønarvøkstur, um­framt at A-inntøkurnar fullu í 2011 eitt nú vegna verkfall og at Fiska­ virking fekk trupul­leikar. Ávarað varð eisini aftur og aftur um, at tað at geva yvir 300 mió. kr. í skattalætta til tann partin av føroyingum, ið hava hægri inntøkurnar, ikki fór at geva vøkstur. Tí hesin varð tá latin teimum, ið hava minni tørv á at nýta hesar til nýtslu, í mun til, um hesin í størri mun varð latin teimum við lægru og miðalinntøkunum. And­støð­an legði tí eisini fram broyt­ingaruppskot, ið vísti, at møguligt varð at lata lág- og miðalløntum góð­an skatta­lætta og lækka margi­ nal­skattin, men hetta ynskti sam­gongan ikki. Hugverkjandi er annars eisini, at hallið í 2012 var 340 mió. kr., ið er júst sama metta upphædd, ið landið hevði fingið meira inn í landsskatti í 2012, um flatskattalættin ikki varð latin. Sostatt hev­ur samgongan á ein hátt sjálv skapt hallið, ið m.a. verður brúkt til at skerja grund­ leggj­andi partar av okkara sam­felag og koma nærri “mini­mal­statinum”, ið serliga Fólka­flokkurin ynskir sær. Framtíðar pensjóns­ skatta­inntøkur koma at mangla Fleiri ferðir hava lands­stýris­ maðurin í fíggjarmálum sagt, at framskundaðu pen­sjóns­ skattainntøkurnar skulu fíggja allan skatta­lætt­an. Men víst hevur verið aftur og aftur á – m.a. frá øllum búskapar­ frøðingum – at hesar ikki eru veruliga nýggjar inntøkur, men bert framskundaðar skatta­ inntøkur (fram­skund­að gjald­ føri hjá landinum), ið koma at mangla seinni, tá pensjónistar sigast at skula fáa pensjón útgoldna skatta­frítt. Ongar vaksandi pen­sjóns­ skattainntøkur verða tá, so hvørt sum fleiri pensjónistar verða, og farið verður frá 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 3 á ar­beiðs­marknaðinum fyri hvønn pen­sjónist um ár 2020, og 2 á arbeiðs­marknaðinum fyri hvønn pensjónist áðrenn 2040. Tvørturímóti. Framskundaðu pensjóns­ skattainntøkurnar kunnu als ikki roknast sum veruliga nýggjar inntøkur. Men sjálvt um vit so lata sum um, at pensjónsskattainntøkurnar eru ein “nýggj” inntøka, so var talan um 213 mió. kr. í 2012, og hetta er munandi minni enn tær 340 mió. kr., ið væntandi høvdu komið meira inn í landsskatti í 2012 um flatskattalættin ikki varð settur í verk. Ein munur á 127 mió. kr. Kommunurnar mist ovurstórar pensjóns­ skatta­inntøkur Men hetta er ikki ein­asta avleiðingin. Tí við for­skatt­ ing­ini av pensjón­um tók land­ið samstundis framtíðar pen­sjónsskattainntøkur frá komm­unun­um. Áðrenn forskattingina av pensjónum áttu komm­unurnar 40% av pensjóns­skattinum, men við for­skattingini broytti sam­ gongan hetta til 0%. Bara í 2012 mistu kommunurnar yvir 85 mió. kr. til landið av hesi orsøk. Hartil hækkaði pensjóns­ skatt­urin munandi. Fyri kapital­pensjón úr 35% upp í 40%. Verður mótrokning av uppspardari pensjón í fólka­ pensjón og øðrum veit­ingum tald við, verður veru­ligi pen­ sjónsskatturin um 55%-60%. Harvið gerst pen­sjóns­skatt­ urin munandi hægri enn skatt­ urin á van­ligari A-inntøku í dag. Hetta er eisini enn ein trupulleiki, ið serliga hevur rakt tey við lágum pensjónum og lønum hart. Skeivur búskapar­ politikkur undirgrevur landsins inntøkur Samstundis hevur sam­gong­ an ført ein politikk, ið sum heild hevur skapt ótryggleika innan almenna geiran, ment­ anarøkið, pensjónsøkið o.s. fr., og sera trupult er at fáa eyga á nakran veru­ligan vinnu­politikk. Tvørtur­ímóti er ongin verulig fiskivinnu­ nýskipan í eygsjón, tí Fiski­ málaráðið hevur fráboðað at ynskt verður at “privatisera” fiskirættindini. Um so verður, verður talan um eina gølu. Førdi búskaparpolitikk­ur­in – ella mangul uppá sama – hjá samgonguni hev­ur tí tíverri bæði undir­grivið inntøkur landsins í dag, minkað álitið á fram­tíðar­útlitini, økt mun­ andi um munin millum lág­ lønt og hálønt, og minkað um framtíðar møguleikan at fíggja vælferðarsamfelagið Føroyar. Hóast talandi tølini, so hev­ur landsstýrismaðurin í fíggjar­málum ótalligar ferðir fráboðað, at flatskattalættin var fíggjaður, og at øll fingu meira burturúr hesum. So er als ikki. Hetta er og verður grund­ leggjandi ósatt, og nýggjastu tølini prógva hetta einaferð enn. Andstøðan og alterna­ tiv fíggjarlóg vísa á aðra og nýggja leið Neyðugt er við munandi broytt­um búskaparpolitikki skjótast møguligt. Vit í andstøðuni eru kom­ in við okkara boðum uppá ein broyttan búskapar-poli­ tikk í alternativa fíggjar­lógar­ uppskotinum, og fara eisini í samband við fíggjar­karmarnar fyri 2014 og komandi árini at koma við ítøkiligum boðum uppá eina aðra og nýggja leið fyri Føroyar. Hugaligt at síggja, at til­ mælini frá nýggja Bú­skap­ar­ ráð­num samsvara sera væl við ta leið, ið vit eru á. Eftir stendur spurn­ing­ur­ in, nær samgongan vaknar og broytir politikk. Vónandi verður hetta fyrr enn seinni, so skaðin ikki gerst størri - enn hann longu er - og so uppruddingin eftir verandi samgongu ikki gerst enn størri. Latið okkum fáa Føroyar á nýggja leið sum skjótast. Framhald av s. 22