mánadagur 25. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leiðslan í Búnaðargrunn
inum má skiftast út, øll sum
hon er, um mjólkarfram
leiðslan skal hava lív laða
her á landi.
Ein bóndi fyri, og annar
eftir eru givnir, og aðrir
fylgja eftir.
Høvuðsorsøkin er tann
fram úr vánaliga viðferðin,
sum bóndurnir fáa frá Bún-
aðargrunninum.
Áðrenn Búnaðargrunnur
in bleiv settur á stovn, høvdu
vit eitt jarðarráð, mannað við
3 monnum, allir búnaðar
menn.
Nú
er
Búnaðarfelagið
deilt í 2: Búnaðarstovan og
Búnaðargrunnurin.
Búnaðargrunnurin
er
mannaður við 5 fólkum. Mær
kunnugt, setur Landsstýrið
3 limir, bóndafelagið 1 og
óðalsfelagið 1. Stýrið eigur
at hava hollan kunnleika
til landbúnað og fíggjar
viðurskifti. Eg yvist um
hendan samansetingin er
tann rættað, og sæst lítið og
onki til arbeiði, sum leiðslan
eigur at gera fyri vinnuna.
Mær kunnugt, hevur stýris
formaðurin privatáhugamál í
vinnuni, og er tað sera óheppi
at seta slíkan í ein so tíðandi
sess, tá gegnistrupulleikar
kunnu standast av tí. Enda
málið við grunninum er
at fíggjað alla vinnuna, og
viðgera allar lániumsøknir
eftir somu mannagongdum,
við virðing fyri vinnuni. Tað
tikist langt ífrá at verða so.
Hví
óðalsfelagið
skal
hava 1 lim er óskiljandi, av
tí
at
búnaðargrunnurin
bert varðar av peningi hjá
festubóndum, og hevur sum
høvuðsmál at fíggja land
búnaðar-vinnuna.
Í 1970-unum var mjólkar
framleiðslan í Føroyum
umleið 3,7 mió. litir um
árið, og av tí at tað var væl
minni enn tørvurin, tóku 3
bóndur seg saman at stovna
eitt mjólkavirki og at fáa
gongd á velting og bygging
av nýggjum fjósum. Menn
irnir vóru Fritleiv Joensen,
táverandi formaður í Jarðar-
ráðnum, Hanus Johannesen,
ì Miðstovuni á Sandi og Óla
Chr. Debes av Oyrareingjum.
Allir mjólkarframleiðarir.
Í ár 1977 blivu einir 6
bóndur, sum høvdu rímuliga
gott dyrkilendi, bidnir um at
møta uppi á Jarðaráðnum
fyri at tosa um, hvussu
farast skuldi fram, fyri at
fáa so nógvan bø veltan so
skjótt sum gjørligt. Allir vóru
við uppá at fara í gongd, og
Jarðarráðið var viðspælari og
kveikjari, sjálvandi.
Í 1979 var longu nógv jørð
velt, og fleiri nýggj fjós bygd,
og framleiddu við fullari
orku.
Í uml. 1991 var framleitt
gott og væl tað sum markn
aðurin hevði tørv á, og
Mjólkarvirkið setti kvotur
á í mun til tað sum hvør
framleiðari hevði framleitt
tey seinastu 5 árini.
Kvoturnar vóru so øktar
naka eftir hondini sum eft
irspurningurin eftir mjólk
øktist, og í dag er fram-leiðsl
an um 7 mió. litrar um árið.
Tað var eitt bragd.
Tað var gott lag millum
bóndur sínamillum, og mill
um bóndur og jarðarráðið.
Tíðin gongur, og tíðirnar
skifta.
Fjósini sum vóru bygd í
70-unum eru nú niðurslitin,
og ótíðarhóskandi, og mugu
umvælast ella helst endur
nýggjast, um framleiðslan
skal halda fram. Haraftrat
eru fleiri krøv sett til djóra-
trivnað, umhvørvið o.a. Hesi
gomlu fjósini eru øll básafjós,
ið ikki verða loyvt meira í
øðrum londum, og mugu tey
nýggju fjósini verða leysg
ongu-fjós, ið eru nógv djóra
vinarligari og betri fyri heils
una hjá bóndanum, ið skal
mjólkað neytunum.
Nú er tað so heppið, at
bóndurnir eiga einar 250
mió. kr. í virðum ( reinum
peningi, aktium og øðrum
virðisbrøvum ) á festikonto,
fyri jørð, sum jarðarráðið
/
búnaðar-stovan
hevur
selt av landsjørð. Tað er nú
komi undan kavi, at leiðslan
í grunninum hevur klossa
eini 20 mió. kr. burtur, sum
er peningur hjá vinnuni, til
okkurt íløgufelag. Hetta eru
skakandi tíðindir.
Bóndir, ið hava festikonto,
missa helmingin av inni
støðuni á eina felagskonto.
Teir kunnu søkja av felags
kontoini,
javnbjóðis
við
aðrar, við ongari festikonto.
Orsøkin til at ein festari
hevur festikonto, er at hesin
hevur mist jørð og harvið er
rakstrar-grundarlagið versna
munandi. Hesir eru allatíðina
í vanda fyri at missa meira
fyri lítið og lætt. Sum árini
ganga, er minni og minni
eftir av lendi, til lønandi
rakstrar-møguleikarnar hjá
hesum festarum. Hesir royna
at fóta sær og hava áræði til
framtíðarloysnir,
har
festipeningurin er partur av
loysnini. Teir verða nærmast
vendir í hurðini á búnaðar
grunninum, tá teir kom við
ætlanum sínum. Ikki so frætt
sum eitt virðuligt prát við
nevnd og leiðslu er møguligt.
Ei heldur gevur leiðslan
og stýrið sær so frætt sum
stundir til at vitja bóndan/
umsøkjaran. Eg skiljið ikki
hvat teir sita har til, tá teir
ikki kunnu geva sær stundir
at tosa við mjólkavinnuna.
Tað er at halda umsøkjaran,
vinnuna fyri háð og spott.
Mærvitandi vera tey lønt av
peningi hjá bóndunum.
Vansin er, at tað sita nakrir
inkompitentir ignorantar og
blokera allar umsóknir, sum
koma inn til búnaðargrunnin,
við grundgevingum, sum eru
burtur úr vón og viti. Tað
gongur órímuliga long tíð
frá tí at umsøknin er farin
inn, til eitt svar kemur. Tá so
svarið endiliga kemur, og er
ein so heppin at fáa játtan,
eru krøvini til trygdina so
órímulig, at ein øtast við. Ein
kann koma í óføri um ein
góðtekur teirra treytir.
Trygdin er als ikki í sam
svar við lánistøddina. Tann
kravda trygdin fyri at fáa lán
úr grunninum er út um alt
mark, har tað verður kravt
veðsetingar av privatari ogn,
húsi og heimi v.m. fyri at
fíggja almenna ogn, sum fell
ur aftur til landið, tá bóndin
er slitin upp, ella fer frá av
arðari ársøk.
Eitt fjós við 40 mjólk
neytum gevst nú í summar,
av tí at búnaðargrunnurin
noktar fígging. Nógvir eru
givnir, og aðrir fara eisini at
gevast, orsaka av ótolandi
/ manglandi samstarvi við
tann myndugleika, sum er
settur fyri at hjálpa, í staðin
fyri at mótarbeiða. Tað var
jú Búnaðarfelagið, sum setti
ferð á mjólkarframleiðsluna,
sum
Búnaðargrunnurin
nú ger alt fyri at steðga. Tó
fíggjað teir onkran einstakan
mjólkaframleiðara, og gera
órímuligan mismun millum
umsøkjarar. Tað gevur onga
meining bert at fíggjað onkr
an ávísan, og ikki alla vinn
una.
Búnaðargrunnurin
átti
at havt hollan kunnleika
til, hvat gongur fyri seg í
vinnuni. Hetta tykist ikki
at verða so, og fyrikemur
tað seg, at ráðgevin, Gunnar
Bjarnason, ger alt sum stend
ur í hansara makt, fyri at
forða fyri, at bøndur skulu fáa
fatur á sínum peningi, til at
endurnýggja, velta, umvælað
fjós, bygningar og annað.
Hann hoyrur ikki heima í tí
praktiska vinnulívinum, og
so leingi, sum hann hevur
nakað at skulla hava at siga
innanfyri mjólkarframleiðslu
verður eingin framburður,
og framleiðslan steðgar upp
um nøkur ár. Ein ráðgevið,
eigur at uppsøkja tey, ið eru
í vinnuni, og ikki goyma seg
burtur á skrivstovu síni.
Búnaðarstovan hevur ein
ráðgeva, sum vinnan kann
gagnnýta, og er tað ríkiligt
til eina so líttla vinnu, sum
okkara er.
Sum er, er Búnaðargrunn
urin mótspælari av ring
asta slag í mun til mjólkar
bøndurnar, og tað átti at
fingi alvorligar fylgjur. Hvar
er eftirlitið, landsstýrið, hví
gerð ongin nakað?
Mær
kunnugt,
fíggjar
búnaðargrunnurin
heldur
ikki Mjólkavirkið Búnaðar
manna, tí at krøvini til fígg
ingina vórðu, eins og til
mjólkarbóndan, órímulig og
áfatulig. Hetta hevði kunna
givið eina rentulækking, og
harvið kundi Mjólkavirkið
Búnaðarmanna fingið ein
betri rakstur í felagið.
Tað ber ikki til at hesin
stovnur bara kann sleppa
at sita afturá, og halda fram
við hesum sálarliga ágangið
á teir, ið royna at fóta sær og
brenna fyri starvi sínum, har
teir í samstarvið við okkara
framkomna
mjólkavirkið,
ynskja at framleiða mjólk
og mjólkarúrdráttir til allar
føroyingar. Tað tikist sum
grunnurin einans hevur til
uppgávu at heinta pening
inn frá lántakaranum, og
ongan áhuga í neyðugum
broytingum, t.v.s. lánveitan
til nýggjar neyðugar íløgur.
Onkur smartur løgtings
maður hevur funni út av, at
fæið í Búnaðaragrunninum
er “Deyður kapitalur” og
kann tí nýtast til annað.
Ja, deyður er hann, og
verður tað helst so leingi
sum núverandi manning á
grunninum verður sitandi,
men sannleikin er, at mjólkar
framleiðarirnir hava alstóran
tørv á hvørjum oyra, fyri at
fóta sær.
Um ikki skil fæst á, verð
ur tað helst neyðugt hjá
framleiðarunum at royna
aðrar loysnir, fyri at fáa síni
rættindi framd.
Tá løgtingsfólk ikki hava
hóming av hvat gongur fyri
seg á búnaðarøkinum, er væl
skiljandi, at sovorin hugskot
kunnu koma fyri. Tað kann
bara ikki góðtakast, at okkara
fólkavaldu ikki seta seg inn í
hvat gongur fyri seg innan
búnaðarøkið, sum umfatar
umsiting av helvtini av øllum
lendi í landinum.
Har eru helst ov fáar
stemmur at heinta.
Tað ber ikki til, bara at sita
hendur í favn, meðan vinnan
bløðir út.
Nøkur orð um búnaðargrunnin
og skilið har
kjak
Óla Jákup Müller,
Fritleiv Joensen
fyrrverandi bóndi
fyrverandi bóndi og formaður á Jarðarráðnum
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
HARO 3-stAv pARkettgólv
Eik hvítt bustað matlakk 13,5x180x2200 mm
nú 219,-
FYrr 369,-
glAsvev pAkkAtIlBOÐ
25 MtR. glAsvev / 10 ltR. líM / 10 ltR. MálIng
nú Bert 699,-
spar 337,-