mánadagur 25. mars 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sjónleikurin Systrarnar á
Kinn, sum sjónleikaradeildin
í Losjuni í Gøtu stendur aft
anfyri, er longu spældur
fleiri ferðir í Losjuni.
Enn verða helst nakrar
sýningar aftrat í Losjuni, og
síðan er ætlanin at fara út um
kommununa við leikinum.
Nær farið verður og hvar,
var ikki greitt, tá Vikublaðið
hitti Eyðun Hansen seinasta
hósdag.
Í leikinum, sum níggju
áhugaleikarar úr Gøtu og
aðrastaðni spæla, hitta vit
systrarnar Ulrikku og Jó
honnu á Kinn. Tær eru sum
vera mann sera ymiskar
av lyndi. Onnur er mild og
hjálpsom, meðan eldra syst
irin bert hugsar um verðsligt
ríkidømi.
Í stuttum snýr leikurin seg
um munin millum lívsglað
fólk og verðslig fólk og um at
fáa eyguni upp fyri lívsgleði í
teimum smáu lutunum.
Sjónleikurin varar í ein
tíma, og sagt verður úr Gøtu,
at Systrarnar á Kinn er væl
spældur og væl vitjaður leik
ur.
Tað er Ria Tórgarð sum
leikstjórnar,
og
Kristina
Joensen eigur hugskot til
búnarnar.
Væl vitjaður
Eyðun Hansen sigur, at øll,
sum eru við í leikinum um
Systrarnar á Kinn, spældu
eisini við í Sponsku Flugu,
sum sjónleikaradeildin í Losj
uni framførdi í fjør.
– Spanska Fluga, sum
eini 3000 fólk sóu, var ein
brakandi succes, og vit eru
eisini sera væl nøgd við
undirtøkuna, sum Systrarnar
á Kinn hevur fingið.
Hann sigur, at hesir leikir
eru á hvør sín hátt.
– Systrarnar á Kinn er
ikki ein stuttligur leikur, men
heldur ein leikur, ið hevur ein
áhugaverdan boðskap.
Moderniseraður
Tað eru 40 ár, síðan sami leik
ur, sum nú verður spældur í
Losjuni, varð spældur í Gøtu
seinast. Hetta var í 1973.
Næst seinasta sunnukvøld
hugdu nøkur teirra, sum vóru
við í leikinum fyri 40 árum
síðan, eftir leikinum, sum nú
verður spældur aftur.
Eyðun Hansen heldur,
at størsti munurin er, at
leikurin nú er øðrvísi upp
settur. Hann er vorðin meiri
moderniseraður ella dagførd
ur, og ljós og ljóð eru øðrvísi.
Neyvari kunning um leik
in og atgongumerki kunnu
fáast á tlf. 280820.
Stórur áhugi fyri
Systrunum á Kinn
- Spanska Fluga, sum varð spældur í Losjuni í Gøtu í fjør og sum eini 3000
fólk sóu, var ein brakandi succes, og vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna,
sum Systrarnar á Kinn higartil hava fingið, sigur Eyðun Hansen
Vilmund Jacobsen
Næst seinasta sunnukvøld
vóru nøkur teirra, sum
spældu leikin Systrarnar
á Kinn í Gøtu fyri 40 árum
síðan, aftur til sama sjón
leik í Losjuni. Ein av leikar
unum í sínari tíð var Harald
Hammer, sum tilsamans
var við í eini 5-6 leikum.
– Eg haldi, at leikurin,
sum vit sóu hendan sunnu
dagin, var væl spældur,
men nógv ting vóru øðrvísi
nú enn fyri 40 árum síðan.
Leikurin er nógv styttur.
Hann er vorðin modern
aður ella hvønndagsligur.
Hóast leikurin ivaleyst er
minst líka so væl leiktur í
dag sum fyri 40 árum síð
an, hevði eg ta kenslu, at
tað romantiska, sum var í
leikinum í okkara tíð, líka
sum er burtur.
Harald Hammer sigur,
at í sínari tíð hevði leikurin
pallmyndir, sum Óli P. og
Petur Prent høvdu gjørt.
– Eg haldi, at pallarnir
vóru rættiliga flottir. Nú
leikurin verður spældur
aftur, eru ongar pallmyndir,
men svart lørift og eingi
skifti eru av pallinum.
Tey ljóð og ljós, sum vóru
í Systrarnar á Kinn fyri 40
árum síðan, vóru sjálvgjørd
– ljóðini vóru tikin upp á
gomlum bandupptakara.
– Eg minnist, at toruljóð
ið eitt nú varð gjørt við at
buldra á nakrar sinkplátur
og annað tílíkt, sigur hann.
Frálíkur leikur
Harald heldur, at leikurin,
sum tey sóu næst seinasta
sunnukvøld, er rættiliga
væl spældur, og hann dugir
slett ikki at taka dagar ímill
um leikararnar nú og tá.
– Leikurin í dag er ivaleyst
meiri professionellur, og
hann er styttur, eins og
hann
er
einfaldgjørdur,
men framvegis er hetta ein
frálíkur leikur, sum avgjørt
er verdur at síggja, sigur
Harald Hammer.
Myndirnar frá leikinum fyri
40 árum síðan eigur Harald
Hammer
Systrarnar á Kinn er ikki ein stuttligur leikur, men ein væl spældur leikur, ið hevur ein áhugaverdan
boðskap. Á myndini høvuðsleikararnir Joan Malena Justinussen og Noomi Reinert
Sjónleikararnir Jógvan Salomon Joensen og Eyðun Sørensen
Sóu leikin aftur
- 40 ár seinni
– Tey ljóð og ljós, sum vóru í Systrarnar
á Kinn fyri 40 árum síðan, vóru
sjálvgjørd. Ljóðini vóru tikin upp á
gomlum bandupptakara. Eg minnist,
at toruljóðið eitt nú varð gjørt við at
buldra á nakrar sinkplátur og annað
tílíkt, sigur Harald Hammer, sum nú
hevur sæð leikin - aftur 40 ár seinni