mánadagur 25. mars 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Santiago
við Stein
er slóknaður
tórbjørn jacobsen
“Elli er vekjari mín,” segði hin
gamli. “Hvussu ber tað til, at
gamlir menn vakna so tíð
liga? Er tað fyri at liva ein dag
longur?” “Tað veit eg ikki,”
segði drongurin, “alt eg veit,
er tað, at ungir dreingir sova
fast og leingi.” Soleiðis spjalla
teir báðir saman, Santiago
og Manolin, í heimsgitnu
skaldsøguni “Gamli maðurin
og havið” hjá Ernest Heming
way, bókin sum lynti undir, at
hann fekk Nobelvirðislønina
fyri fagrar bókmentir.
Ein klassikari sum aldri
doyr. “Deyr fé, deyja frændur,
deyr sjálfur ið sama. En orð
stír deyr aldregi hveim er sér
góðan getur.” So verður sagt
í Hávamáli. Leivur Justinus
sen, við Stein á Glyvrum, er
farin í annað ljós at vera.
Týsmorgunin spaseraði hann
framvið tilbúna veiðireiðs
skapinum út í ein sjúkravogn,
helst fyrsta ferðin í 87 ár, at
ein almenn funktión hevur
tikið sær av honum, og fáar
tímar seinri slóknaði hann
á Landssjúkrahúsinum, iva
leyst mettur av døgum, hóast
vit ikki høvdu varnast tað, so
birgur, raskur, áhaldin, virk
andi, áræðin, røkin og klárur
hann var fram til løtuna, táið
Guð mundi halda, at tímin
var komin.
Minnist frá óvitaárunum
at júst hendan bókin hjá
Hemingway, um gamla cu
banska
útróðrarmannin
Santiago stóð í bókarókunum
í heiminum hjá Leivuri og
faðirsystir míni Nancy. Í
týðingini hjá Jacob Olsen.
Seinri fann eg útav, at tað
var alt annað enn tilvildin,
sum hevði borið hana inn
hagar. Í høvuðspersóninum
hevði Steinamaðurin funn
ið mannin hann til fulnar
kundi identifisera seg við,
undantikið tó, at Leivur
ongantíð gjørdist óeydnu
samur sum veiðimaður. Í
djúpari pakt við natúruna
livdi hann í vónini og frøini
um at síggja næsta toskin
koma upp úr havsins djúpu
námum, og seinru árini av
fjarðarinnar botni, at gogga
hann inn um lúnningina og
stokkin og ongin hevði betri
skil fyri at leggja til og gjøtla
til miðis enn júst Leivur.
Tolið og treisknið av Steini er
tiltikið. Í ovurmát var hann
ríkaður við hesum talent
unum, í positivari merking.
Leivur Justinussen varð
borin í heim á Glyvrum hin
17. august 1925. Sonur Jústi
nes við Stein og Billu heiman
úr Túni á Toftum. Tey vóru
skilafólk og kálvføðingin á
øllum mótum hevur verið
dygg. Minnist frá smádreingi,
at hetta var eitt opið heim,
har rúm var fyri øllum. Billa
plagdi at traktera okkum við
kaffi, og við sínum flogviti
fýrdi hon ikki fyri at skjóta
frá
mjødnini
við
sínum
hugsanum. Orð vórðu skift
tá fólk kom á gátt, og soleiðis
gjørdist Leivur ein sera
vitandi maður, væl konso
loderaða intellektið gjørdi
tað ikki verri, og eitt sum eg
serliga legði til merkis vóru
evni hansara at reflektera.
Hann trúði ikki øllum slaviskt
sum hann las, og eg minnist
serliga aftur á samrøðurnar
vit høvdu á vaktunum, har
hann bíbliukønur sum fáur,
tók brot burturúr Heilagu
skriftunum og grundaði yvir
hví skribentarnir í Miðeystri
høvdu ítað av sum gjørt var.
Av einum eldri manni at vera
hevði hann eina heilt serliga
kritiska tilgongd til alt sum
hann sá, las og hoyrdi. Í posi
tivari merking. Sum sagt
verður, hann svølgdi ikki øll
um rátt.
Leivur hevur verið um
fermingaraldur, táið menn í
Europu fóru undir at syndra
hetta
gamla
kontinentið.
Týsku nazistarnir ætlaðu
at leggja heimin undir seg.
Leivur arbeiddi hesa tíðina
hjá bretum, allieraða mót
partinum, sum royndi at
bjarga europeisku siðmenn
ingini. Hann virkaði við in
stallatiónirnar í Søldarfirði
og um okkara leiðir annars,
meðan stríðið leikaði á, m.a.
var hann bilførari. Í oktober
mánaða 1944 rakti ein harður
smeitur heimið við Stein.
Eldri bróðurin Bill fórst við
“Verdandi” 21 ára gamalur.
Hon var farin av Siglufirði,
og spurdist ongantíð aftur
íaftur. Menn hildu, at hon
mundi hava siglt seg á eina
minu. Eftir stríðslok fór
Leivur til skips og stríddist
á thilju og brúgv dastið av
eini hálvari øld. Fyrstu tvey
árini við koltogaranum “Urd”.
Hann lat væl at hesi tíðini,
hóast hetta føroyska upp
keypið av gomlum togarum
í afturhvarvinum var meiri
enn ivasamt. Minnist hann
plagdi at tosa um hendan
eina dagin teir lógu uppi
við Bjarnoynna. Í góðveðri
num stóðu teir eina løtu og
speidaðu út í havsbrúnna,
tá letur í Tummasi Hans í
Rituvík, at tóvmegin á “Urd”
var so munalítil, at hav
hestarnir ikki høvdu áneyðir
at køkja í fyri at fylgja í
kjalarslóðini á honum.
Seinri var hann við Lamba
nesi, Lizzie, Minnie, Vestur
havinum Blíða, Columbus
og Havalduni. Gitin er enn
roktúrurin hann var skipari
við Havalduni undir Íslandi.
Rokaður undir lúkurnar og
væl tað eftir 10 setum. Seinru
árini sigldi hann í koffardi
sigling sum stýrimaður og
skipari, og soleiðis kom hann
víða um í verðini, og sum hin
góði eygleiðarin hann var
fekk hann nógv burturúr
Leivur í egnum urtagarði við barndómsheiminum í baksýninum
Fýra sjófararar í Athen einaferð í sjeytiárunum. Avtiknir niðanfyri Akropolis. Uppskipaðu føroyskan saltfisk í
Pireus. Frá vinstru Leivur Justinussen, Hjalmar Olsen, við Rætt, Tórbjørn Jacobsen og Jóhs. Arne Joensen
Framhald á næstu síðu