mánadagur 25. mars 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framhald av síðu 26
hesum árunum og vitsti frá
mongum at siga.
“Børnini hjá fiskimonnum
kenna ikki sínar pápar.” So
leiðis tekur Jóanes Nielsen
til í frægu yrkingini “Trý
brøv til ein fiskimann”. Tað
legnaði seg soleiðis, at børn
ini hjá Leivuri og Nancy,
systkinabørn míni, og vit
systkini, komu at liva undir
hesum korum, at har vóru í
grundini bara tvær mamm
ur í húsunum báðum, sum
lógu í grannalagi við Stein
á Glyvrum. Menninir vóru
cash-kýr og innløgumenn í
váta elementinum, at kalla
ongantíð heima, vit kendu
teir nóg illa, táið teir onkun
tíð skutust sum ternur á egg,
ímeðan alt ræði, allar heim
ildir og full ábyrgd vóru latin
konunum at umsita húsar
hald og børn. Ikki hissini
byrða, ið hevur ligið á før
oyskum konum og kvinnum,
táið dastið av monnum land
sins høvdu sína innløgu úr og
av sjónum. Kanska skuldi ein
kollektiv standmynd verið
hevjað úr svørði fyri hesum
kvinnum, sum lyftu Føroy
ar upp á eitt hægri og hægri
vælferðarstøði.
Soleiðis vuksu vit upp og
soleiðis gjørdust húsini í fjøl
skylduni sum eitt. Bar tað so
á, at tørvur var á tí, so skiftist
man um at herberga hvørjum
øðrum í eina tíð. Minnist
bara væl aftur á hesa tíðina,
hóast faðirfigurarnir kanska
vantaðu í umhvørvinum.
Hetta bleiv kortini kompen
serað
við
abbunum,
ið
royndu sum frægast at díkja
á okkum, fyri at sum frægast
skuldi koma burturúr seinri
í lívinum. Uppilagstir fekst
samband við teir aftur, og
hóast aldur eisini var komin
á okkum tá, so gjørdist hetta
ein rík tíð í góðum sam
skifti.
Tað tóktist sum livdi
Leivur
samsvarandi
eini
stálsettari filosofi. Í pakt við
natúruna og í so stóran mun
sum til bar í einum natural
um húsarhaldsbúskapi. Hann
var sera væl lisin, og ikki vóru
tað lættisoppar hann hevði
við sær ávegis at tørna inn. Á
frívaktunum og við hús. Um
hann hevur lisið “Au retour á
la nature !” hjá Jean-Jacques
Rousseau skal ikki vera sagt,
- kanska hevur hann hugsað
og greinað seg fram til hesa
kredduna sjálvur. At Jørðin
og jørðin er okkara, og at
bara ber til at liva og yvirliva
av og burturúr tí sum úr
henni kemur. Tú skalt eta
tey epli tú sjálv/ur hevur velt,
syngur frálíki fólkasangarin
kári p. - og nú liggja seteplini
í krubbuni í kjallaranum og
bíða eftir hondum hansara
sum sleptu um náttverðatíð
týskvøldið.
Leypurin
við
veiðireiðsskapinum stendur
ráðaleysur á kjallarsgólv
inum,
glastrevjabáturin,
5-mannafarið “Marjun”, upp
kallaður eftir onkardóttrini,
isar í fortoyningarnar í báta
hylinum Niðri í Støð, og
hundurin Blakk syrgir sáran
harra sín, smoykin lavar hann
framvið húsunum og veit
ikki síni livandi ráð. Hann er
farin í hungursverkfall, nú
hann ikki skilir hvat fram er
farið, ella hevur hann kanska
tevjað seg fram til feigdina,
sum rakti heimið, hann var
ein integreraður partur av.
Friður er eisini á botni, har
fiskurin bíðar eftir loddi og
teini hansara, sum betri enn
nakar dugdi at veiða á Skála
fjørðinum í okkara tíð. Hann
kom ongantíð krøktur aftur.
Kanska livdi hann eftir ser
føroysku devisuni, at ongin
datostemplaður
matar
tuggi skuldi niður í frysti
boksirnar, sum støðugt og
áhaldandi vóru á rokanum.
Hjallurin við og seiðatræið.
Høvdu allir føroyingar liva
eftir hesi filosofiini, hevði
ikki verið trupult at rokkið
einum sjálvberandi búskapi
í húsarhaldum, hjá landi og
kommunum. Hann var ikki
farin upp í eina tekniskt
konstrueraða samtíð, har
hjólbøran stjórnar mann
inum, men øvut stjórnaði
hann henni. Kortini hevði
Nancy krøkt eina fartelefon
í hann, bara fyri at vita um
tann gamli maðurin, hin
lokali Santiago, kom aftur av
veiðiferð ella ikki.
Nancy og Leivur høvdu
nú livað í hjúnabandi í 63 ár.
Tey eiga eina dóttir, Marj
una, og synirnar Napoleon,
Jústines og Sverra. Gitnir
ítróttarmenn í fleiri ítrótt
argreinum, serliga í hond
bóltinum, har teir allir hava
verið í broddi fylkingar, og
hetta sæst nú aftur í næsta
ættarliðnum eisini, eitt nú
hevur StÍF notið gott av
evnum teirra. Leivur var
ógvuliga áhugaður í ítrótti.
Tíðum var hann at síggja
fram við síðulinjuni, táið StÍF
og fótbóltslið hansara NSÍ
var á vølli, og tað fór ikki ein
dystur av týdningi framvið á
skíggjanum, uttan at hann
íðin fylgdi gongdini í Europu
og í heiminum annars.
Sum áður sagt, so kendi eg
meg sum ein part av hesum
húsinum, sum rýkur av røki
skapi, par exxellance skal sig
ast. Hygg at urtagarðinum,
húsunum innan sum uttan,
har hanga ongir lepar við.
Nú steðgaði alt upp, tað tyk
ist sum bíða hús og vøkstur
eftir manninum við teimum
merkiliga nógvu virkisevn
unum og huginum at fáa
alt so væl frá hondini, tað
eru bara tvey ár síðani hann
einsamallur kleiv uppi á og
málaði sær tekjuna.
Í fjølskylduni hava vit
í mong Harrans ár havt ta
siðvenju, at hittast til kirkju
kaffi og ta bestu hvítu sand
køkuna í øllum heimi hjá
fastrini, eftir at guðstæn
astan í Glyvra kirkju er av.
Bara annan jóla- og páskadag
var magnfylri leskur latin í
tað eina glasið. Hetta hava
verið fløvandi løtur. Har øll
heimsins gerðarmál hava
verið uppi og vent. Politiski
observansurin var ikki hin
sami hjá okkum øllum, tí var
strongurin uppi onkuntíð,
og tá plagdu vit skemtiliga
at biðja um hjálp frá eftir
burðinum og cand.politt
aranum Sverra. Leivur var
maður av fáum orðum van
liga, men táið eg lá á sjase
longini í stovu tínari og tú
so fryntliga vildi tosa um
fiskiskap, samfelag, trúgv og
onnur áhugamál var løðingin
sterkari eftir hesa vikuligu
dosis, sum kom mær so væl
við. Tað er minkað burturav
hesum fræga liði ígjøgnum
árini. Abbi, gubbi og Klæmint
farbróður og nú bíðar hamur
Leivurs bara eftir tí evstu
signingini
frá
Bjartalíð
presti
hesumegin
tjaldið,
sum ættarliðini, eitt fyri og
annað eftir, treytaleyst skulu
snúgva sær ígjøgnum. Sálin
situr nú við føtur Hansara
sum øllum ræður. Men hann
var tilbúgvin og avkláraður,
ella sum Viderø letur Sívar
siga í seinastu bókini “Frá
landi á fyrsta sinni”: “nú er
hann farin – men tað er lív
sins gongd – maður er ætl
aður at ganga burtur – vær
skulum læra at ganga burtur
– stórt er lívsins hav og
djúpt – tað er hin lívsins tor
velda siglingarfrøði at læra –
gloymi hetta ikki –“
Nú tú skuldi fara so brád
liga kæri vinur, hevði eg
ynskt, at tað hendi á floti, tá
hevði tú fingið tann flotta
deyðan, tú hevði uppiborið,
men tað líktist tær nú
kortini at fara frá okkum á
lívsins hermóti, júst soleiðis
sum tú virkaði alt lívið á
tamb í gerninginum fyri
konu, børnum, fjølskyldu
og móðurlandi. Líka so væl
kundi tað hent seg, at tú lást
í skýmingini tá tað hendi,
tann
gamli
maðurin
og
havið, og tú kundi sagt sum
Santiago, táið hann stríddist
við tann stóra fongin, sum
hávurin piðaði inn á beinið:
“Nú verður skjótt myrkt, so
skuldi eg fingið at sæð glæm
una av Havanna.” Nú sást tú
inn í eina heilt aðra og betri
glæmu á alljósum degi.
Góða faðirsystur, Nancy,
hjá tær verður sorgin hin
mesta. 63 ár eru ikki 63 dagar.
Harmoniurin og kærleikin í
lívið tykkara var ektaður, og
tit høvdu skákað hvørt annað
soleiðis av, at javnstøða vald
aði í hjúnabandinum, soleiðis
kendi eg tað sum sitandi
á fyrstu parkett uttan fyri
grundstammuna í fjølskyld
uni. Mátti Harrin siti tær
trúgvur við lið í sorgini og
sakninum, og tú kanst vera
vís í, at sunnudagssceans
urnar við sterkum kaffi og
hvítari sandkøku halda fram
í ókomnum døgum.
Ærað veri minnið um
bygdarmyndina Leiv Just
inussen.
nøvn
Hann er farin heim, hann
er farin um evstu sýn, fjørð
urin er rógvin. Vit hava so
mangt orðalag um ævina
efter síðsta andadráttin og
ferðina burtur í annan heim.
Vit sleppa hondum og biðja
farvæl. Handan sýn er hin
ævigi staðurin.
Mortan fór um evstu
sýn leygarmorgunin 2. mars
2012. Smeiturin, hann fekk í
oktobur, gjørdust til dagar,
vikur og mánaðir við bivandi
vónum um at tað fór at laga
seg, maðurin fór at koma seg
aftur; hann var jú treiskur og
málsøkin. Glottar við fram
stigum hjá Mortani løgdu
afturat okkara lítla vónar
eldi, sum røktarfólkið eisini
royndi at nøra. Og várið
stóð í durunum. ljósir dagar,
summar og sól, sum alt fór at
menna mannin aftur, vónaðu
vit, sum vitjaðu. - Tín fasta
hond og títt blíða bros helt
okkum festum í vónini, til
komið var á sýnina. Meðan
konan og yngsti sonurin sótu
hjá tær, og tað fór at lýsa fyri
degi, slepti tú takinum og fór
stillisliga hiðani.
Á Hvidovre sjúkrahúsi
høvdu tey roynt tað, tey
maktaðu, hjúklaðu um hann
og hildu honum til. Takk fái
tey fyri vælvild og uggandi
orð, tá ið vónin var íbundin
og ivin leysur. Eisini tann
fyrsta mánaðan á Ríkis
sjúkrahúsinum var alt gjørt,
sum tøkniliga gerast kundi
fyri at bjarga lívi og førleika,
men eingin vegur var aftur.
Mortan, føddur 6. januar
1941, sonur Maju og Valbjørn
Dalsgarð á Argjum, var næst
ur av fimm systkjum. Navnið
bar hann eftir abbanum á
Argjum og eftirnavnið eftir
abbanum á Velbastað. Á
Argjum var vinnulívsfólkið,
fiskimenn, skiparar, skip og
andlig rørsla, á Velbastað forn
siðvenja, mentanararvur og
tjóðskapur, Av góðum bergi
brotin og við góðum evnum
lá raði hjá dronginum á
skúlabeinki og allan vegin til
lokið læraraprógv í 1964.
Abbin á Velbastað var
snikkari og pápin húsasmið
ur, báðir stinnir í tóna og
sangi, antin so evnini vóru
úr Dalsgarði í Skálavík ella
Innistovu í Leirvík, haðani
omman av Velbastað kom. Í
móðurætt sama lagi. Argja
menn tiltiknir smiðir við
listarligum evnum. Handliga
hegni og tónlistarligu evnini
fekk Mortan í viðføri. Ríkar
listarligar gávur, sum góvu
honum høvi at vera í fjøl
táttaðum virki innan og utt
an skúlagátt. Í unglingaárum
var hann góður fimleikari
og tilkomin fór hann upp í
Havnar hornorkestur. Í stødd
frøðini, sum hugtók hann,
vóru tey skapandi evnini
loyst úr. Við blíantinum, sum
lá so væl í hansara hondum,
teknaði hann ta serbygdu
bygdarkirkjuna,
soleiðis
sum biðið varð um, og tey
vøkru húsini hjá teimum
uppi á trøðni. Kirkjan varð
vígd fyri jól 1974 og stutt eftir
varð farið undir húsini, sum
pápin smíðaði. Parturin hjá
Mortani lá ikki eftir; hann
var hegnismaður.
Støddfrøðin
gjørdist
hjartabarnið, sum hann, sam
an við øðrum, í skrift, talu
og huglagi læt í føroyskan
málbúna. Í ein mansaldur
varð arbeitt við orðatilfari,
hugtøkum og bókmentum
innan støddfrøði, sum rík-
aði føroyska skúlan. Eitt
veldugt arbeiði gjørt eftir
vanligan arbeiðsdag. Mortan
var heilur, har hann var. Mið
vísur og málsøkin fekk hann
arbeiði frá hondini.
Hansara
nærlagni
og
myndiga arbeiðslag var eyð
kent. Tá ið ungi Mortan eftir
lokið læraraprógv trein inn í
skúlastovuna, gjørdist tøgn.
Mortan var komin, fakið í
sentrum, fokus á talvuni.
Eftir eini ellivu ár í Fuglafirði,
var starv leyst í heimbygdini,
har Mortan gjørdist lærari
í 1975. Stutt eftir at nýggi
skúlin var bygdur, gjørdist
Mortan skúlastjóri í 1979 og
tey næstu tjúgu árini. Kósin
varð sett í kortið, og hondin
lá føst á róðrinum, fáorðaður,
neyvur og miðvísur. Starvs
felagarnir vistu, hvar teir
høvdu mannin.
Mortan og Kristianna,
sum giftust í 1962 og bygdu
á Argjum í 1975, áttu fýra
børn, Magni, Morid, Allan
og Búgvi. Øll hava sett føtur
undir egið borð, virkin á hvør
sínum øki, har tey skapandi
evnini eins og hjá pápanum
koma teimum væl við. Nú
pápin, sum mátti søkja sær
heilsubót fyri nøkrum árum
síðani, aftur varð raktur av
einum smeiti, vóru tey um
hann, tá ið til bar. Pápin var
teimum kærur, og missurin
tí stórur.
Síðani 2000 var Mortan
giftur við Birthu Weihe. Tey
búðu á Ternuryggi í Havn
við vøkrum útsýni omaneftir
og
út
á
Nólsoyarfjørð.
Birtha var honum holl, tá ið
krabbin neit fast stutt eftir
aldaskiftið og aftur nú ta
drúgvu sjúkraleguna niðri.
Tey góðu minnini runnu
fram fyri hana, hendingar og
ferðir heima og suður í lond.
Maðurin er farin, minnini
liva. Minnini um ein góðan
mann, pápa og abba, sum
ikki fekk verið hjá teimum
longur. Við samkenslu við
børnunum,
móður
teirra
og konuni lýsa vit frið yvir
minnið um bróðurin og
svágin.
Betty og Martin
Mortani Dalsgarð til minnis