Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt Eitt týðandi amboð hjá før­ oysku fjølmiðlunum er lógin um alment innlit. Jour­nal­ ist­ar biðja um innlit í mál, og út frá útflýggjaða til­farinum verður mett um, hvørt talan er um eina søgu, ið skal skriv­ ast. Dømi um hetta var søgan um hátíðarhaldið fyri Heðin Mortensen, har undanfarna býráð í høvuðstaðnum sam­ tykti at brúka góðar 300.000 krónur til pinnamat fyri fjøld­ina og gourmet fyri tey út­valdu, sum skuldu fagna borg­ar­stjóranum síðstu 40 árini. Í felags tíðindaskrivi frá Boga Andreasen og Sjúrði Olsen, sum tittulera seg vara­ borgarstjórar í farna býráði, skriva hesir báðir í síni verju­ røðu fyri penganýtsluni, at ”tað eru Georg L. Petersen á Dimmalætting og Finnur Koba í Kringvarpi Føroya, ið hava sent kommununi um­ bønir um innlit.” Er tað ein nýggjur, fyri­ sit­ingarligur leistur hjá Tórs­havnar Kommunu, at bý­ráðspolitikarar í tíð­inda­ skrivi upplýsa, hvørji navn­ giv­in fjølmiðlafólk søkja um al­ment innlit í viðurskifti í kommununi, herundir hvussu skattakrónurnar verða brúktar? Ella er motivið við tíð­ inda­skrivinum eitt tekin um aggressivar býráðs­politik­ar­ ar, sum royna at ræða jour­ nalistar frá at brúka inn­ litslógina sum amboð? Víðari skriva Bogi og Sjúrður, at ”tí halda vit báðir undirritaðu, at tað kanska er upp á sítt pláss, at ikki bara hesir báðir miðlamenninir, men almenningurin sum heild, fær eina fitta frá­ greiðing um hetta há­tíðar­ hald.” Hervið fara býráðs­ politik­ararnir also eitt stig víðari – nevniliga at fortelja ta søgu, sum teir rokna við at journalistarnir fara at fortelja, bara á ein annan hátt. Er tað nýggja miðlastrategiin hjá Tórshavnar Býráð, at býráðspolitikarar fara yvir til umsitingina at kanna, hvørjar innlitsumbønir liggja frá fjølmiðlunum fyri síðani at koma vit síni egnu ”fittu frágreiðing” um málið? Vit spyrja bara. Hví skal løgmaður í tíðindaskrivi við brævhøvdi Sambandsfloksins boða føroya fólki frá, at hansara flokkur ”fer at leggja upp til í samgonguni at settur verður ein arbeiðsbólkur at endurskoða skattaskipanina”? Skattapolitikkurin er mest grund­leggjandi amboð hjá eini stjórn. Sitandi stjórn hevur stýrt síð­ani 14. november 2011 og setti sum eitt tað fyrsta eina nýggja og grundleggjandi skattaskipan í gildi 1. januar 2012. Hvat gjørdi lands­ stýrið tá, síðani skattaskipanin nú skal endurskoðast? Løgmaður tosar um at broyta skattapolitikkin, soleiðis at hann tryggjar eitt rættvíst býti av sam­ felagsvirðunum. So seint sum á lands­fundi Sambandsfloksins herfyri segði løgmaður seg vilja hava eitt tilfeingisgjald á 250 til 300 milliónir krónur. Júst framløgdu fíggjarkarmar hjá landsstýrinum vísa, at tilfeingisgjaldið næstu árini verður bara helvtina. Hetta er skatt­ politikkur, harra løgmaður. Løgmaður sær fyri sær ein skattapolitikk, sum skal eggja fólki til at brúka grøna orku, heldur enn olju. Vit minna løgmann á, at Veður­lagspolitikkur Føroya varð orðaður í 2009. Enn er einki framt í verki, ið fær føroyingar at leggja um, hóast føroya løgmaður síðani 26. september 2008 hevur verið Kaj Leo Holm Johannesen. Hvat meinar løgmaður við, tá hann í tíðindaskrivi til føroya fólk sigur at ”verandi skattaskipan meira minnir um eitt klútateppi og at tørvur tí er á at endurskoða alla skipanina og bygnaðin”? Hetta er also skattaskipanin, ið Føroya løgmaður hevur havt evstu ábyrgd av í fleiri enn 1600 dagar. Skattapolitikkur er flatskattur, skatting av eftirlønum við inngjaldi, tilfeingisgjaldi og so framvegis, harra løgmaður. Skattapolitikkur er eisini stuðul til fiskimenn og stuð­ ul til handverkarar í starvi uttan­ lands. Tað er ikki í lagi, at Føroya løg­ maður bara sigur seg vilja hava okk­ urt annað. Fíggjarkarmarnir eru lagd­ir fram, og fíggjarlógararbeiðið tekur støði í hesum tølum. Okk­ara ráð til løgmann eru at føra skatta­ politikkin har – ikki í tilvildarligum tíðindaskrivum. Før skattapolitikk á røttum stað, løgmaður! Løgmaður í tokutalu Aggressivir politikarar Viðhvørt gloymi eg sjúkuna Birgir Enghamar Siða 8-10 Etið grind við máta Tórhallur Halldórsson síða 14 Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Vanligt er at hoyra ella síggja á prenti, at “tað fór kalt niður eftir rygginum” ella at onkur tosar “aftan fyri ryggin” á einum. Eitt virki, ið savnar inn rusk, kunn­ar um, at hvassir lutir eiga at verða pakkaðir inn, so teir, ið savna inn, ikki fáa skaða, tá ið teir taka pos­ ar­nar “á rygg­in”. Ein stovn­ ur skrivar á heima­síðuni, at bestu ráðini eru at lata pinkubørn sova “á rygg­ inum”. Ein skúli skrivar, at børn­ini høvdu “nýggja skúla­tasku á rygginum.” Hetta er ávirkan úr donsk­um. Vit skulu hava í huga, at vit bera okkurt á bak­in­um, tað fer okkum kalt nið­ur eftir bakinum, vit kunnu bíta ein í bak ella baktala ein og vit kunnu venda onkrum bakið. Vit liggja á búkinum, á liðini ella á bakinum. Bakið er “bulur á fólki aft­an”. Eyðsæð hava vit rygg, men ryggurin er innií á fólki. Ryggurin er geislarnir, ið ganga upp gjøgnum bak­ ið. Vit kunnu hava pínu ella hald í rygginum, vit kunnu vera fatt í rygginum og vit kunnu fetta ryggin. Eisini fuglur, seyður, ross, hvalur, kópur og onnur djór hava bak. Láturkópur er morgráur um bakið, og vit kunnu siga, at tjaldrið er svart­bøkut. Tað kann vera hált sum á kalvabaki, og okk­urt kann vera rísið sum skøt­u­bak. Tað er øðrvísi við neyt­ um. Tey hava rygg, tí hann stend­ur uppúr. Ein kúgv ella ein kálvur kunnu vera svørt ella reyð um ryggin. Tá kann eisini verða sagt, at t.d. kúgvin er svartryggjut ella reyð­ryggjut. Ryggur – bak Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Les Sosialin á iPhone og iPad Nú ber til at lesa flash-út­ gávuna av Sosialinum á iPhone og iPad. Higartil hev­ ur elektroniska útgávan av blaðnum bert verið tøk um­ vegis internetkagar á teldu, men ein nýggj skipan ger tað nú gjørligt hjá iPhone og iPad brúkarum at lesa blaðið eisini. Neyðugt er at verða haldari av blaðnum ella elektronisku útgávuni, men tey, sum eru tað, kunnu nú taka Sosialin niður á snild­fonina ella teldilin á heimasíðuni sos.fo