týsdagur 26. mars 2013síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsskráin fyri funDin verður henDan:
1.
val av fundarstjóra
2.
frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í
farna roknskaparári
Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá virksemi
felagsins í farna ári.
3.
framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2012 við notum
fyri P/f Bakkafrost og fyri konsernina, sum
eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og
stjórn felagsins og grannskoðaraátekning
fyri 2012, er at finna á heimasíðu felagsins
www.bakkafrost.com.
4.
avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan
av halli sambært góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti
skjýtur nevnd felagins upp soljóðandi
samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar
felagsins við 2 kr. fyri hvørt partabræv,
svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi
97.716.130 kr. Vinningsbýtið verður
útgoldið til teir partaeigarar, sum eru
skrá settir í VPS við afturlatingartíð tann 18.
apríl 2013. Eftir útgjald av vinningsbýti er
flutti vinningurin tilsamans 921,8 mill. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan
vinningsbýti frá 19. apríl 2013.“
5.
val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 2 nevndar
limir fyri vali. Hesir eru Rúni M. Hansen og
Annika Frederiksberg. Í fjør segði Odd
Eliasen seg úr nevndini. Nevndarlimir
felagsins verða valdir fyri 2 ár í senn. Aftur
val kann fara fram. Sambært viðtøkum
felagsins skal valnevndin gera innstilling til
aðalfundin um val av nevndarlimum.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av
verandi nevndarlimum fyri 2 ár og nýval av
Øystein Sandvik, Spikkestad, Noreg. Øystein
Sandvik er 64 ára gamal, útbúgvin
fíggjar frøðingur og hevur drúgvar royndir
frá Nordea Bank Norge innan aling og
fiskivinnu. Øystein Sandvik er óheftur av
felagnum.
6.
val av formanni til nevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av
Rúna M. Hansen sum formann til nevndina
fyri 2 ár.
7.
áseting av samsýning til nevndina og
grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndar
lønin fyri 2013 verður óbroytt í mun til
2012.
Nevndarlimir fáa kr. 165.000 um árið,
næstformaðurin kr. 206.250 um árið og
formaðurin kr. 330.000 um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at
samsýningin fyri grannskoðaranevndina
verður óbroytt í mun til 2012.
Samsýningin fyri nevndarlimirnar í grann
skoðaranevndini er kr. 20.000 um árið.
8. val av limum til valnevndina, herundir val
av formanni til valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Bergur
Poulsen og Tummas Eliasen fyri vali. Hesir
báðir hava boðað frá, at teir taka ikki við
afturvali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari
í Liða til formann fyri valnevndina og nýval
av Eyðuni Rasmussen, Klaksvík, og Ola
WesselAas, Oslo.
9.
ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at sam
sýningin til limirnar í valnevndini fyri 2013
verður tann sama sum í 2012. Nevndar
limirnir fáa kr. 8.000 um árið og formaðurin
kr. 16.000 um árið.
10. val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er Sp/f Grann
skoðara virkið INPACT løggilt grannskoðara
virki, R.C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp val av P/f Januar
løggilt grannskoðaravirki, Hoyvíksvegur 5,
110 Tórshavn, at sita til næsta ársaðalfund.
11. uppskot til viðtøkubroytingar
1) viðtøkur á føroyskum
Nevndin skjýtur upp, at viðtøkur felagsins
verða á føroyskum. Verandi viðtøkur eru á
donskum. Uppskotið inniber, at viðtøkurnar
verða umsettar til føroyskt. Ein avleiðing av
hesum er, at § 16, stk. 3, fær eina átekning
um, at viðtøkurnar eru broyttar á aðalfundi
felagsins 18. apríl 2013. Føroysku við tøk ur
nar kunnu síggjast á heimasíðu felagsins
www.bakkafrost.com.
Í sambandi við broytingar í føroysku
ali l ógini (Løgtingslóg nr. 83, frá 25. mai 2009
um aling av fiski v.m.), sum samtyktar í
løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012,
skjýtur nevndin upp hesar broytingar í
viðtøkum felagsins. Broytingaruppskotini
verða sett fram í sambandi við, at nevnda
løgtingslóg ásetir í § 7a, stk. 5, at áseting arnar
í lógini skulu takast upp í viðtøkum felagsins:
2) Broyting av § 1, stk. 3
Skotið verður upp, at § 1, stk. 3, í viðtøkum
felagsins fær hetta orðaljóð:
„Felagsins heimstaður og høvuðssæti er
FO625 Glyvrar.”
3) Broyting av § 4 í viðtøkum felagsins:
Sett verður inn sum nýtt stk. 7, sum verður
soljóðandi:
„Eingin juridiskur persónur, sum ikki lýkur
treytirnar í § 7a, stk. 4, litra 1), 2) og 3) í
løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 við seinni
broytingum, og eingin fysiskur persónur,
sum ikki lýkur treytirnar í § 7a, stk. 3, litra 1)
og 2) í somu løgtingslóg, kann hava ræðið á
meira enn 20% av parta brøvum felagsins,
ella 20% av partabrøvum í móðurfelagi
felagsins. Eingin partaeigari kann útinna síni
fíggjarligu og umsitingarligu rættindi í
felagnum og í móðurfelagi felagsins í stríð
við hesar ásetingar.“
4) Broyting av § 10 í viðtøkum felagsins:
Sett verður inn eitt nýtt stk. 2, sum verður
soljóðandi:
„Meirilutin av limunum í nevnd felagsins
skulu vera heimahoyrandi í Føroyum,
sam svarandi ásetingunum í § 7a, stk. 3, litra
1) og 2) í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009
við seinni broytingum. Er talið av nevndar
l imum, sum sambært hesum reglum skulu
vera heimahoyrandi í Føroyum, ikki eitt
heilt tal, verður talið rundað uppeftir.“
Verandi § 10, stk. 2, verður til stk. 3.
5) Broyting av § 12 í viðtøkum felagsins:
Sett inn sum nýtt stk. 5, sum verður soljóðandi:
„Limir í stjórn felagsins skulu lúka ásetingina
í § 7a, stk. 3, litra 1) í løgtingslóg nr. 83 frá
25. mai 2009 við seinni broytingum.“
INNKALLING TIL AðALFUNd Í P/F BAKKAFROST
Boðað verður við hesum til
ársaðalfunD í P/f Bakkafrost
AðALFUNdURIN VERðUR HILdIN Í HØLUM FELAGSINS
á BAKKAVEGI 9, 625 GLyVRAR, hósDagin 18. aPríl 2013, kl. 15.00
Bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfund
inum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið,
sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/f Bakkafrost, Bakkavegur
9, 625Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við
telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax
nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini
útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/f Bakkafrost
í seinasta lagi fríggjadagin tann 12. apríl 2013,
kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðu
seðlum fer eisini fram umvegis heimasíðu
felagsins www.bakkafrost.com ella á skriv
stovu felagsins Bakkavegur 9, FO625 Glyvrar,
ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr.
+298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av
atgongu merkjum og atkvøðuseðlum er
fríggjadagin tann 12. apríl 2013, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðal
fundinum, hava tygum møguleika at geva
øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com,
umframt á skrivstovu felagsins Bakka vegur 9,
FO625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum
eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum
sambandi.
Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyri
treyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína
fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini
gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna
sendast til nevndarformannin umvegis teldu
post á teldupostadressu ruha@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska
atkvøðu á sjálvum aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv
atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eru skrásett
í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum.
Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru
skrásett í seinasta lagi 11. apríl 2013, kl. 24.00,
atkvøðurætt.
ársfrásøgn fyri 2012 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
ársroknskapurin 2012 við grannskoðara
átekning og ársfrágreiðing og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum verða almanna kunn
gjørd á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.
com frá og við týsdagin 26. mars 2013, kl.
12.00. Skjølini liggja eisini frá hesum degi
frammi til skjals fyri partaeigarar felagsins á
skrivstovu felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka
upp eitt ávíst evni til dagsskránna á aðal
fundinum skula verða sett fram skrivliga fyri
nevnd felagsins á bústaðnum Bakkavegur 9,
FO625 Glyvrar, Føroyar, ella á teldupost
bústað num agm@bakkafrost.com í seinasta lagi
miku dagin tann 6. mars 2013. Móttekur felagið
uppskot til evni til dags skránna eftir 6. mars
2013, ger nevndin av, um kravið er sett fram í
so góðari tíð, at evnið kann verða sett á
dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er dKK 48.858.065
býttur í 48.858.065 partabrøv við einum
áljóðandi virði av dKK 1.
Í § 7 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir
hava 1 atkvøðu fyri hvørjar dKK 1, teir eiga í
partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi,
um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3
dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum
fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á
aðalfundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella
saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins
hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum parta
eigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært
skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi
fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo
Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt
við teimum partabrøvum, sum eru skrásett í
seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank Norge ASA,
Middelthuns gate 17, Oslo, org. nr. NO 911 044
110 MVA til konto førandi peningastovn, og
kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi
síni í felagnum.
Glyvrar, tann 22. mars 2013.
P/f Bakkafrost
fyri nevndina
Rúni M. Hansen,
nevndarformaður
www.sansir.fo
Bakkavegur 9 · 625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax+298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com