Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Nú Skírhósdag ber til hjá øllum at fara til Nólsoyar at hugna sær við allari familjuni. Tað er Ungdómshúsið í Nólsoy, ið skipar fyri deg­ num, ið hevur nógvar akti­vi­ tet­ir at bjóða upp á. - Vit hava ein sonevndan luft­bólt, ið fólk kunnu gan­ga inni í. Eisini fara vit at fiska og fanga krabbar, vit fara at mála andlit og selja brósts­ leik­i­s­teyrar. Og so fara vit at skipa fyri fleiri ymiskum sta­ fett­kapp­ingum, siga tey úr Ungdóms­húsinum í Nólsoy. Skipað verður fyri túr­um eisini, ann­ar oman av vit­ja Dia­nu Victoriu, ken­da bát­ in, sum Ove Joen­sen róði til Dan­mark­ar í, og ein túrur verð­ur gjørd­ur út í Korn­ dal, har søgn­in sigur, at ein skotsk prin­ses­sa eina­ferð búði. Ætlanin er ikki, at fólk skulu ganga svong úti í Nóls­ oy hendan dagin, tí ein pylsu­ vogn­ur er komin í oyn­na at forða fyri hesum. Dagurin verður skipaður á Látrinum, har góð spæl­i­ viður­skifti eru til smærru børn­ini við reiggjum og øðr­ um. Tey fara at grilla skúm­ fidus­ir, og kaffisøla við nóls­ oy­ar­vaflum verður at fáa á Látri­num. - Og so hava vit fingið víða­gitna Terja Rasmussen at spæla við bálið, so vit væn­ ta ein sera hugnaligan dag, siga tey á Látrinum. Alt tiltakið kostar 50 krón­ur, og tá er alt við uttan mat­ur­in og so um fólk ynskja at taka eina familjumynd. Børn undir 5 ár sleppa við ókeyp­is. Dagurin byrjar klokkan 13.00, tá Ternan fer at Havn­ ini, og heldur fram til 19.00, tá Ternan aftur siglir av Havn­ ini. Tað er sum nevnt Ung­ dóms­húsið í Nólsoy, ið skipar fyri degnum til frama fyri eina námsferð til Íslands. Familjudagar í Nólsoy Skírhósdag skipar Ungdómshúsið í Nólsoy fyri familjudøgum við fleiri tiltøkum og sangi frá Terja Rasmussen Nólsoy verður karmur um familjudagar Skírhósdag Leo Poulsen Á rættari kós, kallast faldarin, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið gjørt í sambandi við, at fíggjar­karmarnir fyri árini 2014 til 2018 vórðu lagdir fram í dag, týsdag. - Eg vil siga, at kósin er meira neyðug. Vit hava ein vøkst­ur í samfelagnum, og har eigur flatskatturin sín lut, men aðrar orsøkir eru makrelurin, sildin og laksur­ in. So vit hava lønar­gjald­ing­ ar, sum vaksa, vit hava eitt ar­beiðsloysi, sum minkar og vit hava løntakaratøl, sum vaksa, so vit hava ein búskap, sum veksur, sigur Jørgen Nicl­a­sen. Hann undirstrikar, at tað tí er so ómetaliga umráðandi, nú at seta røttu kósina. - Hettar er løtan at gera neyðu­gu tiltøkini at seta kós­ina og fáa ójavnan í samfelagnum burtur, nevni­ liga undirskotið á fíggj­ar­lóg­ ini, sigur Jørgen Niclasen. Hetta verður gjørt á ein laga­ligan og rættan hátt. - Vit fremja sparitiltøk fyri 175 milliónir og nýggjar inn­tøkur á nakað tað sama, og tað er vegurin at fáa útreiðslurnar aftur. So ein útreiðslusteðg í sam­felag­ num og nýggjar inn­tøk­u­r, sam­an við vøkstri í bú­skapi­ num skal hjálpa okkum at fáa hallið burtur, sigur Jørg­ en Niclasen. Men hvørjar eru so tær nýgg­ju inntøkurnar. - Vit kenna jú gjaldið á makrel, sum vit hava nú. Fiski­vinnan skal fáast upp á pláss og leggjast í fastar karm­ar við loyvunum eftir 2018, og so skal eitt gjald á eyka stóran vinning leggjast á vinnuna, eisini alivinnuna, sig­ur Jørgen Niclasen. Hann leggur dent á, at for­ vinn­ur vinnan pengar, verða eisini pengar til landskassan. Væl á veg Ein annar táttur í fíggjar­ kørmu­num er ein sparing, ið partvíst skal fáast við at mið­ savna umsitingina. - Vit seta út í kortið nú eina ætlan, at í 2016 skulu vit hava eitt væl grundað arbeiði, ið skal leggja mið­ fyri­sit­ingina saman. Vit sita átta landsstýrismenn við hvør sínum ráði, og vit kenna okk­um sannførd um, at fáa vit miðsavna ráðini, kunnu vit brúka krefturnar betri, og har­við fáa meira fyri minni, sig­ur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at skulu vit rationali­sera, skulu vit byrja í toppinum, og tað gera teir við hesum. Eisini skulu heilsuøkið, fiski­vinnu­økið og pen­sjóns­ øk­ið skipast av nýggjum, men hvussu skjótt skal hetta gan­ga. - Eftirlønarskipanin er løgd fyri løgtingið, og okkara vón er at leggja restina av pensjónsuppskotinum fyri tingið í heyst, og fiski­vinnu­ ný­skipan­in skal helst eisini leggj­ast fyri tingið í heyst, sig­ur Jørgen Niclasen. Hann heldur tó, at tá talan er um heilsunýskipan, verð­ur talan um eitt nakað longri arbeiði. - Tað er nakað, sum stig­ víst skal setast í gildi innan fyri fimm tey komandi árini, hetta at sleppa undan dupult­funktiónunum, og tað er nakað, ið tekur tíð. Tá tað kemur til skúlarnar, verð­ur nýskipanin innan mið­náms­ skúlarnar sett í gildi í august í ár, meðan fólkaskúlin tekur longri tíð, sigur Jørgen Nicla­ sen. Skal verða málið Íløgurnar eru hækkaðar við 70 milliónum krónum í mun til verandi karmar. - Tað hava vit gjørt fyrst og fremst fyri at seta ferð á búskapin, men sanniliga eisini tí, vit hava brúk fyri tí. Tann nógv størsta íløgan er skúladepilin í Marknagili sum nú av álvara fer í gongd, og tað sæst aftur. Ein onnur íløga er Viðareiðistunnilin, sum eisini fer í gongd, og sum eisini sæst aftur, sigur Jør­gen Niclasen. Annars eru nokk so nógv heim innan almanna­økið, ið eru farin í gongd, bæði til sálarsjúk og menn­ing­ar­tarn­ að. - So eru smærri íløgur so sum skúlin á Kambsdali, tekn­iski skúlin í Klaksvík og sjúkra­húsið í Klaksvík, sum eisini telja við, sigur Jørgen Nicla­sen. Ein alt umráðandi fyri­ treyt er, at javnvág fæst á fíggj­ar­lógina í 2016. - Um fortreytirnar ikki broyt­ast, so er hettar her úrs­lit­ini fyri komandi árini. Men vit vita, at fortreytirnar fara at broytast, so mítt svar er bara, at fer tað at ganga betur, er eingin trupulleiki, men fer tað at ganga verri, kann tað gerast trupult. Men tað má og skal verða málið hjá okk­um, at fáa hallið burt­ ur, sig­ur Jørgen Nicla­sen, fíggja­r­mála­ráð­harri. Nú er lagaliga løtan Tað gongur væl í føroyskum búskapi, og tí er nú tann lagaliga løtan at seta kós og stýra landinum burtur úr fíggjarligum trongdum, heldur fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen Jørgen Niclasen legði týsmorgunin fram fíggjarkarmarnar fyri árini 2014 til 2018 fram Mynd: Álvur Haraldsen