Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt – Her inni stendur hann. Hetta er hann. Birgir Enghamar letur hurð­ina upp til garasjuna, ið nú nærum er fast hvíldarstað fyri hvíta Mercedes bilin. Hondin fer eftir skínandi kølarahjelminum, ið er mjúk­ ur av reinleika. Eitt eyð­kenni fyri bilarnar hjá Birgiri hevur altíð verið rein­leikin, og Mercedes bilurin er einki undantak. Hvørki inn­an ella uttan sæst nakað til teir stív­ liga 100.000 kilo­metrar­nar, ið Birgir hevur ført hetta stási­ liga far. – Eg havi altíð droymt um at fáa ein Mercedes. Líka síð­ ani eg byrjaði at koyra taxa við einum gomlum Skoda fyri eini 30 árum síðani. Tað eydnaðist, og eg fekk tvey ár í mínum Mercedes, sigur Birgir við einum brosi, ið bæði ber brá av stoltleika, gleði og sorgblídni. Nú stendur bilurin til sølu. Tað bleiv vekk Sigur tú Birgir Enghamar, so sigur tú eisini HB. Í ár 2000 bleiv hann næstformaður í HB, árið eftir formaður og stórsta partin av farna ára­tíggju myndaði hann høvuðs­staðar­felagið við tí sterku søguni og stoltu traditión­unum. – Serliga stuttligt var tað í 2004, tá felagið fylti 100. Vit gjørdu nógv burturúr. Eg og tveir aðrir úr nevndini fóru niður til Liverpool fyri at royna at fáa teir at koma henda­vegin. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit gjørdu av­talu við sjálvan Gérard Houllier um, at Liverpool skuldi koma til Føroya tað summarið fyri at spæla ein vinardyst móti okkum, nú vit fyltu 100. Men pínadoyð, so bleiv hann koyrdur frá sum venjari, og tí bleiv tað av ongum, sigur Birgir Enghamar og slær út við ørm­unum. Hann skal halda fram, men steðgar so á. – Nei, nú var tað vekk, sig­ur hann og hyggur yvir á unn­ustuna Anniku. Tað hendir alsamt oftari, at tað blívur vekk. – Áðrenn eg fór til arbeiðis í gjár segði eg við hann, at eg hevði sett døgurðan, høsnar­ unga, kláran í køliskápið. Men tá eg kom heim aftur stóð døgurðin har enn. Hann hevði gloymt tað, sigur Annika Hansen. 1. mars fór hon niður í hálva tíð úr starvinum hjá Effo fyri at hava meira tíð sam­an við unnustanum. Birgir arbeiðir ikki meira, taxabilurin stendur í garasj­ uni, og seinastu boð­ini frá læknanum eru, at Birgir als ikki skal koyra bil. Dag­ar­ nir verða nú fyrst og fremst brúktir í hugnaliga heim­ inum hjá familjuni á Norð­ asta Horni í Havn. Horvna adressan – Eg mátti altíð skriva adressuna, sum eg fekk frá støð­ini, niður beinanvegin. Ann­ars var tað vekk. Birgir tosar um tíðina, tá sjúkan sýndi síni fyrstu spor. Hann hevur ilt við at seta dato á, heldur at tað byrjaði á heysti í 2011. Sum gamal HB’ari hev­ur hann eisini hildið bólt­før­ leikan við líka við innan­ dura fótbólti saman við vin­monnum úr felagnum. Innan­dura fótbólturin røkk­ ur heilt aftur til okkurt um 1980. – Brádliga føldi eg, at eg hevði ikki tamarhald meira. Eg ætlaði at skjóta henda­ vegin, men bólturin fór hin­ vegin. Fyri­stilla tær, tann besti mað­urin á vøllinum fekk trupul­leikar, greiðir Birgir peik­andi og smílandi frá. Eisini fór at knípa at fáa alt við sær yvir í niðaru høll í Gundadali. – Eg veit ikki hví, men knappliga var tað Annika, sum mátti pakka ítróttar­ task­una fyri meg, sigur Birgir og eygnabráið flytir seg yvir á unn­ustuna. – Eg hugsaði sum so ikki so nógv um tað, gjørdi tað bara, leggur Annika afturat. – Tá hugsaði eg satt at siga heldur ikki so nógv um tað, annað enn at hon altíð er so fitt við meg, heldur Birgir fram. Ítróttartaskan var ikki tað einasta. Birgir fekk sær til vana altíð at leggja tey ymsu ting­ ini frá sær eitt heilt ávíst stað. – Tað bleiv heilt syste­ mat­iskt. Alt fekk sítt fasta pláss. Nú havi eg altíð verið ordiligur av lyndi, eitt sindur partentligur, so tað gjørdi tað óivað lættari hjá mær. Men nýggi vanin hjálpti mær at finna tingini aftur, greiðir Birgir frá. Í november 2011 fóru tey bæði til læknan. Birgir var merktur av tunglyndi, hevði lítlan hug at fara út millum fólk. Hann fekk eydnubollar, ið lyftu humørið, og royndi so at koyra víðari. – Men tað bleiv meira og meira trupult hjá mær at koyra taxa. Eg mátti sum nevnt skriva adressuna niður beinan­vegin, tá eg fekk ein – Eg kann blíva so glaður eina løtu, njóta løtuna so mikið nógv, at eg púra gloymi, at um eina løtu havi eg kanska gloymt alt aftur. Men eg veit, at sjúkan er har, sigur Birgir Enghamar, sum hevur fingið staðfest Alzheimer sjúkuna Viðhvørt gloymi eg Eg kenni sjúkuna, veit at hon er har. Men eg eigi eina familju, eigi børn og abbabørn, og ætli ikki at leggja meg inn í ein krók at kúra – Eg vil bara njóta góðu løturnar, geva mær stundir at njóta tær og føla, at alt er normalt, sigur Birgir, her avmyndaður saman við unnustuni Anniku og 10 ára gomlu abba­ dóttrini Óluvu. Mynd: Álvur Haraldsen