týsdagur 26. mars 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
túr frá støðini. Annars var
tað vekk.
Skjótt var tó ikki nóg mik
ið at vera skjótur við penn
inum og pappírinum.
– Ofta ringdi eg til Kára,
beiggja mín sum eisini koyr
ir taxa, fyri at spyrja um
adressur. Lat sum um, at eg
ikki akkurát mintist, hvar
henda ella handa adressan
var, og fekk hann at forklára.
Sannheitin er, at eg sat í mín
um taxabili og ánaði ikki,
hvar eg skuldi koyra, sigur
Birgir Enghamar.
Hann vildi ikki siga nak
að, men helt tað fyri seg
sjálvan.
– Eg veit ikki rættuliga
hví. Eg hevði onkursvegna
góðtikið,
at
soleiðis
var
hesin dagurin, og so kom
ein nýggjur dagur í morgin.
Tað hendi seg jú eisini, at eg
dagin eftir mintist adress
urnar, og so var jú eingin
trupulleiki
meira,
greiðir
Birgir frá.
Heima visti Annika ikki av
nøkrum. Ikki fyrr enn beiggi
Birgir av tilvild kom at nevna
fyri henni meira og minni
løgnu uppringingarnar frá
Birgiri um adressurnar.
– Tað kom óvart á meg.
Eg visti jú einki um, at hann
hevði tørv á at fáa forklárað
adressur í býnum, sigur
Annika.
Í skínandi hvíta Mercedes
bilinum
versnaði
støðan
skjótt.
– Oftari og oftari mátti
eg ringja. Viðhvørt ringdi eg
aftur á støðina fyri at spyrja
um
adressuna.
Onkuntíð
ringdi eg bara aftur og segði
við støðdamuna, at eg hevði
fingið ein trupulleika, var
punkteraður
ella
okkurt
líknandi og kundi tí ikki taka
túrin. Eg visti, at her ruggaði
ikki alt rætt.
Birgir steðgar á. Hugsar.
– Men so allíkavæl, so var
onkuntíð alt í lagi aftur. Eg
mintist alt og koyrdi mínar
túrar. Tá varð gjárdagurin
sligin hen, og eg hugsaði, at
soleiðis átti tað væl bara at
vera.
Eitt tíðarskeið, umleið
august í fjør, gekk so mikið
væl, at Birgir valdi at steðga
við eydnubollunum. Men
henda læknaliga avgerð utt
an um læknan merktist.
– Tað gekk skjótt niður á
bakka, tað var ikki so smart,
sigur
Birgir
staðfestandi
um hesa stuttu royndina
at prógva, at hann faktiskt
hevði tað gott.
So við og við bleiv arbeiðið
ein tyngjandi stressfaktor.
– Eg fór at stúra fyri ar
beiðsdegnum. Stúrdi fyri
at fáa adressur, sum eg ikki
kendi. Tað bleiv ov nógv til
endans, sigur Birgir álvar
samur.
Á heysti í fjør gjørdust
læknavitjanirnar fleiri, og í
november varð sjúkan stað
fest. Birgir hevði Alzheimer.
Góða løtan
– Eg veit ikki, hvussu leingi
hetta hevur staðið uppá.
Men eg veit, at her hevur ver
ið okkurt.
Birgir ljóðar avgjørdur, tá
hann tosar um sjúkuna.
– Eg kenni sjúkuna, veit
at hon er her. Men eg eigi
eina familju, eigi børn og
abbabørn, og ætli ikki at
leggja meg inn í ein krók at
kúra.
Saman við Anniku bíðar
hann eftir boðum um at
sleppa til Danmarkar til
nærri kanningar, soleiðis at
hansara sjúka kann greinast
og lýsast nærri, millum ann
að hvat stadie hon er á.
– Nú fáa vit at síggja, hvat
tey siga, men eg trúgvi uppá,
at tey kunnu gera okkurt.
Sjálvandi geri eg tað.
Kanningin í november í
fjør var tann fyrsta av fleiri
á
Landssjúkrahúsinum.
Um mánaðarskiftið januar
februar
slerdi
serfrøðin
bremsurnar í fyri Birgir.
– Tá segði læknin við meg,
at nú skuldi eg ikki koyra
bil meira. Hann segði, at tað
stressaði meg óneyðugt, at
tað gjørdi støðuna verri hjá
mær.
Birgir hevur hug at ilskast.
Skilur bara partvís boðini frá
læknanum.
– Eg havi sera ilt við at
skilja, hví eg als ikki kann
koyra bil. Eg dugi at koyra og
havi ongantíð gjørt ein skaða.
Eg kundi fyrihildið meg til,
at nú skal eg ikki koyra taxa
meira. Tað var faktiskt ein
lætti, tí eg merkti tíðiliga, at
tað stressaði meg nógv at
koyra taxa. Men hví kann eg
ikki koyra bil fyri tað?
Hann
hevur
tó
fylgt
ráðunum og koyrir ikki bil
meira.
– Tað er farið, ein bilur
er ein bilur, sigur Birgir og
roynir at ljóða sannførandi.
Men støv sæst tó ikki á
hvíta Mercedes bilinum í
garasjuni.
– Eg njóti góðu løturnar.
Eg veit ikki, nær tær koma,
men eg njóti tær, tá tær eru
har, sigur Birgir smílandi
móti
Anniku
og
heldur
fram:
– Viðhvørt blívi eg so glað
ur, at eg púrasta gloymi sjúk
una. Tað er fantastiskt. Men
so onkuntíð steðgi eg á, tí eg
veit ikki, hvussu eg skal njóta
tað í framtíðini. Um alt bara
blívur burtur. So eg royni at
liva í nú’inum.
Klokkan og hektiski ger
andisdagurin hava fingið
støðugt minni týdning við
tíðini.
– Eg vil faktiskt siga, at
klokkan hevur ongan týdn
ing fyri meg. Eg vil bara njóta
tær góðu løturnar, geva mær
stundir at njóta tær og føla,
at alt er normalt.
Birgir smílist, veipar so
tað sæst, at hann hevur einki
ur á arminum.
Tað gongur væl viðhvørt,
og minni væl viðhvørt. Tey
bæði hava tó trupult við at
finna eitt mynstur í sjúkuni.
– Men tað virkar tó sum
um hann er meira trekur um
morgnarnar, so blívur betri
út á dagin og verri aftur um
kvøldarnar, metir Annika.
Tey velja tó at fevna um
góðu løturnar, heldur enn
tær ringu.
– Vit ganga langar túrar,
fjasast við ymiskt, hugna
okkum og njóta annars lív
ið. Og so er tað sjálvandi
fótbólturin í Gundadali, sig
ur Annika, sum er aktiv á
fremsta kvinnuliðnum hjá
HB, umframt at hon er virkin
í felagnum.
– Ja, tað var jú í HB at hon
fann meg, argar Birgir.
– Nei nei, tað var hinu
megin vegin, á Statoil støðini
har eg arbeiddi tá, at tú fann
meg, ljóðar skjóta aftursvar
ið.
Birgir var hjálparvenjari
hjá
HB-kvinnunum
mið
skeiðis í 90’inum, hjá liðnum
har Annika vardi málið. Tað
var um tað mundið, at tey
møttust, hóast versjónirnar
eru eitt sindur argandi ym
iskar.
– Tað er framvegis stuttligt
at fara í Gundadal. HB fyllir
nógv hjá okkum báðum, og
har eiga vit nógvar góðar
løtur, sigur Birgir, sum er
sjónliga glaður og stoltur av
sínum felag.
Testimonial
– Tey siga, at allar fótbólts
stjørnur fáa sín testimonial.
Sín seinasta dyst fyri felagið,
har
nakað
eyka
verður
gjørt burturúr. Tú sært tað
í Premier League og aðra
staðni. Nú eri eg farin at fyri
reika mín testimonial, sigur
Birgir smílandi.
Birgir Enghamar er við
sínum 58 árum aldursforseti
millum teir, sum enn spæla
innandura saman í niðaru
høll í Gundadali. Av givnum
orsøkum hevur útskifting
verið í hópinum hesi gott 30
árini, gomlu HB’arnir hava
spælt saman. Sterk bond eru
knýtt hesi árini, og umframt
fótbóltin er fyrsta vikuskiftið
í juni altíð sett av til felagstúr
til Oyndarfjarðar.
Nú er tíðin komin fyri
Birgir at rigga av á liðnum.
– Beinini siga eisini sítt.
Eg bleiv jú eisini skurð
viðgjørdur fyri ein skaða í
vinstra beini, greiðir hann
frá og fer at fortelja um fót
bóltsskaðan, ið sendi hann
umvegis Klaksvíkar Sjúkra
hús til Danmarkar undir
skurð.
– Haldi ikki at tey her úti
á Landssjúkrahúsinum hildu
tað vera so neyðugt at fáa
handa fótbóltsskaðan ordn
aðan, men eg slapp so inn í
Klaksvík, og harfrá koyrdi
tað, sigur hann flennandi.
Enn er dagurin ikki ásett
ur, tá Birgir fær sín testi
monial. Fyrst skulu hann og
Annika fáa at vita, nær tey
sleppa til Danmarkar, so
leiðis at sjúkan kann kannast
nærri.
– Nú taka vit tað fyrst,
men so fari eg at fyrireika
dagin. Má eisini finna útav,
hvør skal við, tí her hava jú
verið nógvir inni á liðnum
millum ár og dag. Vit taka
dystin, og so verður tað ein
biti og ein kaffimunnur
eisini. Tað skal nokk blíva
hugnaligt, smílist Birgir og
hyggur enn einaferð yvir á
Anniku.
Hann veit, at har fær
hann hjálp, soleiðis at einki
verður gloymt.
jonbrian@sosialurin.fo
Tað bleiv meira og
meira trupult hjá mær at
koyra taxa. Eg mátti sum
nevnt skriva adressuna
niður beinanvegin, tá eg
fekk ein túr frá støðini.
Annars var tað vekk
Les fakta um
Alzheimer
á næstu síðu...
– Sannheitin er, at eg sat í
mínum taxabili og ánaði
ikki, hvar eg skuldi koyra,
sigur Birgir Enghamar. Nú er
Mercedes bilurin settur til sølu
Myndir: Álvur Haraldsen