týsdagur 26. mars 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
800 føroyingar hava sjúkuna
– Vit hava eingi føroysk hagtøl, men samanbera
vit okkum við norðurlendsku grannarnar, so eru
umleið 800 føroyingar raktir av demens, 60 pro
sent av teimum hava Alzheimer, sigur føroyski
serfrøðingurin á økinum, Sofus Joensen
Jón Brian Hvidtfeldt
– Ja, vit síggja fólk heilt niður
í 40’ini fáa sjúkuna, men til
alla lukku eru tey flestu kom
in væl upp í árini, áðrenn
sjúkan rakar.
Tað sigur Sofus Joensen,
serlækni í psykiatri og kon
sulentur á Demensklinikk
ini á Psykiatriska Deplinum
á Landssjúkrahúsinum.
Hann hevur eingi før
oysk hagtøl yvir demens,
sum er høvuðsheitið fyri
fleiri sjúkur, teirra millum
Alzheimer. Partvís, tí at ar
beiðið við at savna hagtøl
er ikki gjørt, og partvís tí at
demensklinikkin kemur ikki
í samband við øll, ið fáa sjúk
una. Tí brúkar føroyski ser
frøðingurin norðurlendskar
samanberingar, tá hann skal
seta tøl á.
– Taka vit støði í, at vit í
Føroyum eru líka sum okkara
norðurlendsku grannar, so
eru okkurt um 800 føroyingar
raktir av demens. Hjá okkurt
um 60 prosent av hesum er
talan um sjúkuna Alzheimer,
staðfestir Sofus Joensen.
Sambært
hagtølunum
byrjar sjúkan sum oftast, tá
fólk eru farin um tey trýss.
Norðurlendsku
hagtølini
siga, at 5-7 prosent av teimum
í 60’inum fáa demens, síðani
hækkar talið líðandi, og tá
fólk eru komin upp í 80’ini
verður fjórði hvør raktur
av
demens.
Allan
vegin
er lutfallið soleiðis, at hjá
60 prosentum at teimum
við demens er talan um
Alzheimer.
Stabilisera
Hóast nógv verður granskað
í Alzheimer sjúkuni kring
allan heimin, so finst í dag
framvegis eingin lekidómur
fyri sjúkuna. Men gransking
in stendur tó ikki í stað.
– Sjúkan snýr seg í stuttum
um, at konsentratiónin av
signal-evninum acetylkolin í
heilanum gerst ov lág. Nøgd
in av hesum evni, ið ávirkar
minnið hjá fólki, svinnur
burtur. Men tað finst tó
heilivágur, ið kann bremsa
sjúkuni í eina tíð. Hjá okkurt
um 50 til 75 prosentum av
teimum, sum fáa staðfest
sjúkuna, ber til við heilivági
at stabilisera støðuna, so
leiðis at konsentratiónin av
acetylkolin ikki minkar í eina
tíð, greiðir Sofus Joensen
frá.
Sambært serfrøðinginum
kann
heilivágurin
steðga
sjúkuni í eini tvey, trý ella
kanska fýra ár.
– Spurningurin er altíð,
nær heilivágurin ikki virkar
meira. Tí tá mugu vit steðga
við heiliváginum, og tá upp
liva vit ofta, at støðan hjá
sjúklinginum versnar mun
andi, sigur Sofus Joensen.
Á
Landssjúkrahúsinum
kunnu tey í stóran mun út
greina og kanna demenssjúk
ur, eitt nú við CT-skanning og
MR-skanning.
Einstakir sjúklingar verða
tó sendir til Danmarkar, til
serfrøðina á demensklinikk
ini á Ríkissjúkrahúsinum.
– Herheima kunnu vit
útgreina sjúkuna hjá teim
um flestu. Men á hvørjum
ári eru nøkur dømi um, at
vit senda fólk niður á Ríkis
sjúkrahúsið fyri har at fá
útgreina sjúkuna nærri og
eisini biðja um viðgerð. Ser
liga eru tað yngri fólk, ið
verða send til Danmarkar til
nærri kanningar, sigur Sofus
Joensen.
Við yngri fólk meinast
fólk, um 60 ára aldur ella
yngri.
jonbrian@sosialurin.fo
Alzheimer er mest vanliga sjúkan
innan demens, á føroyskum minnis
svinn. Føroyska Alzheimerfelag
ið hevur gjørt hesa vegleiðingina
um ávaringartekin í samband við
sjúkuna. Vegleiðingin er gjørd so
leiðis, at hon fevnir um demens í
breiðum týdningi.
jonbrian@sosialurin.fo
• Viknað minni seinastu tíðina,
ið m.a. ávirkar arbeiðsavrikið.
Men ikki er óvanligt av og á
at gloyma uppgávur, telefon
nummur hjá starvsfeløgum
– og so minnast tey seinri. Fólk
við minnissvinni gloyma oftari
og minnast ikki aftur seinri.
• Ilt við at greiða vanligar
gerandisuppgávur. Strongd
fólk kunnu gloyma, at tey hava
kókað gularøtur aftur við
døgurðanum. Tey varnast ikki
grýtuna, fyrr enn døgurðin
er etin. Fólk við minnissvinni
kunnu matgera, men gloyma
at seta tað, tey hava gjørt, á
borðið, og at tey yvirhøvur
hava gjørt mat.
• Máltrupulleikar. Øll kunnu vit
koma út fyri, at torført kann
vera at finna rætta orðið. Men
fólk við minnissvinni kunnu
eisini gloyma heilt einføld orð
og siga onnur orð í staðin fyri.
Tað, tey siga, verður tí heilt
ófatuligt.
• Gloyma tíð og stað. Ikki er
óvanligt at gloyma, hvør dagur
tað er, ella hvørjum tú fórt
uttar í køkin eftir. Men fólk
við minnissvinni kunnu villast
uttanfyri hjá sær sjálvum, og
tey vita ikki, hvat tey gera har
ella finna ikki heimaftur.
• Lítið og einki skyn. Vit kunnu
vera so burtur í einum hvørj
um, at vit t.d. gloyma heilt, at
vit eisini skulu ansa einum
barni. Men fólk við minnis
svinni kunnu heilt gloyma, at
eitt barn er inni – og hvør eigur
barnið. Tey kunnu eisini lata
seg í vetrarklæði á sumri ella
t.d. fara í fleiri húgvur uttan á
hvørja aðra.
• Ilt við at hugsa í myndum.
Vit hava øll upplivað, at
torført kann vera at rokna
í høvdinum. Men fólk við
minnissvinni gloyma við hvørt
tølini og hvussu tey kunnu
nýtast.
• Gloyma lutir. Vit munnu øll
hava gloymt, hvar vit løgdu
brillurnar ella lyklakippuna.
Fólk við sinnissvinni kunnu
leggja strúkijarnið í frystaran
ella seta sukurskálina í rein
gerðarskápið.
• Skiftandi hýrur og atburður.
Øll kunn gerast tung í sinni og
vera í skiftandi hýri. Fólk við
minnissvinni kunnu gerast í
ringum hýri eftir einum lítlum
bili og vit vita ikki hví.
• Lyndisbroytingar. Einki
óvanligt er, um lyndið broytist
við aldrinum. Men fólk við
minnissvinni kunnu broytast
øðiliga og gerast illtonkt og
ørkymlað.
• Tvørrandi virkishugur. Øll
troyttast vit av og á av okkara
arbeiði, um vit starvast heima
ella úti, men tey flestu okkara
fáa virkishugin aftur sum frá
líður. Fólk við minnissvinni
kunnu gerast rættiliga óvirkin,
og tey skulu stimbrast, eggjast
og stuðlast til næstan alt.
10 ávaringartekin
Kelda: Alzheimerfelagið, alzheimer.fo