týsdagur 26. mars 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Randi Jacobsen
Ein 23 ára gamal maður kann
nú anda lættan, tí mánadagin
frídømdi Eystari landsrættur
hann fyri óviljað manndráp.
Koyrikortið verður ikki tikið
frá honum, og hann sleppur
við bót fyri ikki at hava sitið
í trygdarbelti.
Maðurin koyrdi annan
bilin í eini ferðsluvanlukku,
sum hendi í september 2010
á vegnum millum Skálafjørð
og Skála. Hann hevði tveir
aðrar ungar menn í bilinum
og rendi saman við ein annan
bil, sum ein ungur maður
koyrdi. Hesin maðurin doyði
í óhappinum.
Dømdur í Føroya rætti
Føroya rættur dømdi í fjør
mannin sekan í óviljaðum
manndrápi. Tað var ikki
minst úr frá vitninum til
vanlukkuna, einum bónda
sum koyrdi ein traktor, og
sum nú frídømdi maðurin
yvirhálaði eina løtu fyri, at
vanlukkan hendi. Maðurin
varð eisini dømdur at missa
koyrikortið í fimm ár.
Tann frídømdi og hinir
báðir í bilinum hava alla
tíðina sagt, at tað var hin
bilurin, sum kom yvir í
skeiva koyribreyt, at teir
tí noyddust yvir í hansara
breyt, men so kom hin eisini
yvir í ta breytina, og bilarnir
brustu saman.
Tann 23 ára gamli mað
urin hevur hildið fast við, at
hann var ósekur.
Bóndin stóð eisini við sítt,
at tað var bilurin við teimum
trimum monnunum, sum
fór yvir í skeiva síðu, og at
óhappið hendi tí.
Áðrenn
landsrætturin
endaði viðgerðina av máli
num í seinastu viku, fóru
allir
tríggir
dómararnir
saman við ákæra og verja á
vanlukkustaðið. Allir tríggir
dómararnir sluppu at koyra
í traktorinum, har bóndin
vanlukkudagin koyrdi.
Landsrætturin segði, at
frágreiðingin hjá bóndanum
var væl lýst, og rætturin
trúði frágreiðing hansara,
men at tað kortini ikki kundi
útilokast, at maðurin, sum
var einamallur í bili sínum,
kann hava verið yviri í skeiv
ari koyribreyt, soleiðis sum
útsýnið var frá traktorinum.
Tær
nærri
umstøðurnar
vóru ikki nóg væl lýstar.
Til hetta viðmerkir Linda
M. Hesselberg, ákæri, at tí
verri varð eingin bilkønur við,
tá ið dómarar, verji og ákæri í
seinastu viku vóru á staðnum,
har vanlukkan hendi fyri
hálvum triðja ári síðan.
Frídømdur fyri
óviljað manndráp
Eystari lands
rættur hevur
frídømt ein 23
ára gamlan
mann fyri óviljað
manndráp í
sambandi við
eina ferðslu
vanukku millum
Skála og Skála
botn í 2010
Strendur vilja ikki av við skálabørn
Randi Jacobsen
Til fyri fáum árum síðani
gingu børnini í Oyndarfirði í
framhaldsdeild á Strondum.
Men eftir at Oyndar
fjørður fór upp í Runavíkar
kommunu, eru hesi børn í
staðin fyri farin at ganga í
framhaldsdeildini í Runa
víkar skúli.
Nú er aftur vandi fyri, at
Stranda skúli fer at missa
næmingar í framhaldsdeild
ini. Runavíkar býráð hevur
nevniliga samtykt, at næm
ingar á Skála framyvir skulu
ganga í framhaldsdeild í
Runavík.
Gongur út yvir
trivnaðin
Sum hjá flestu skúlum mink
ar næmingatalið í Stranda
skúla, og koma næmingar
ikki av Skála á Strendur at
ganga í skúla, minkar flokk
urin.
- Tá ið næmingatalið í
einum flokki minkar nógv,
kann tað ganga út yvir
trivnaðin hjá næmingum.
Tað kann henda, at ein
næmingur út av fleiri ikki
finnur seg til rætt rættis
millum hini, sigur Hans
Petur Jacobsen, skúlastjóri
í Stranda skúla.
Stýrið fyri skúlan gjørdi
eitt álit um nýggjan leist fyri
øktum
samstarvi
millum
skúlarnar á vestara armi.
Hesum hevur Stranda kom
munustýri tikið undir við.
Lagt verður upp til, at
barnaskúli skal vera á Skála,
og mið- og framhaldsdeild á
Strondum.
Strandingar halda hesa
loysnina vera so upplagda,
tí tað hevur altíð verið tætt
samstarv
millum
Skála
og Strendur. Eitt nú hava
næmingar av Skála luttikið í
ítróttartiltøkum á Strondum.
Skulu næmingar á Skála
ganga í framhaldsdeild í
Runavík, er vandi fyri, at tey
fara at velja at fara til Runa
vík at íðka ítrótt.
Fyri at fáa uppskotið
hjá strandingum í gjøgnum
noyðist býráðið at broyta
avgerðina um at taka næm
ingar av Skála til sín í fram
haldsdeild.
Hans Petur Jacobsen vón
ar, at Runavíkar kommuna
tekur undir við einum slíkum
skúlasamstarvi tvørtur um
kommunumark.
Runavíkar kommuna vil hava skálabørn
at ganga í framhaldsdeild í Runavík, men
strandingum dámar betur, at styrkja samstarvið
millum skúlarnar á Skála og a Strondum
Ein ungur maður doyði í ferðsluvanlukkuni millum Skála og Skálafjørð 23. september 2010. Eingin er dømdur sekur í, at vanlukkan hendi
Stranda skúli vil fyri alt í verðini ikki missa næmingar av Skála í framhaldsdeildini.
Tað gongur út yvir trivnaðin, um flokkarnir gerast ov smáir